At fáa fisk upp úr sjónum er í flestu førum einføld uppgáva, sum kortini krevur rímiliga stórar íløgur og væl vant fólk. Nøkur granskingaruppgáva er tað so ikki. Vit
droymdu einaferð um at vit skuldu sita hendur í favn og tjena pengar
upp á at stór útlendsk oljufeløg pumpaðu olju úr undirgrundini, tí vit
skuldu fáa gyltar krónur fyri hvønn litur, sum rann burtur úr hesum
ótespiliga knossi hjá privatum fyritøkum.
Soleiðis skulu vit eisini hugsa um fiskivinnu. Fiskivinna og oljuvinna eru í hasum høpi púra eins.
Ongin
spurdi um legitimitetin í oljuvinnuni. Ongin spyr um legitimitetin í
byggivinnuni. Men nú vilja menn tosa um legitimitetin í fiskivinnuni.