Í Álandi búgva 28 túsund fólk, og har hava tey tað eftir øllum at døma gott. So væl trívast tey, at tey fjølgast í stórum og vænta at verða heili fjøruti túsund í 2050.
Vit væntast eisini at verða eisini fjøruti túsund í 2050. Men tað er nú
ikki tí at her stendur so óluksáliga væl til. Heldur tvørturímóti.
Flestu framskrivingar vísa at alt færri fólk fara at búgva í Føroyum
komandi árini. Fyrstu árini fara vit ikki at merkja minkingina so væl, men sum
frá líður fer hon at taka dik á seg og í 2050 verða íbúgvarnir um leið 40
túsund.
Og tað verða 40 túsund gomul fólk – í miðal munandi eldri enn í dag. Spurningurin,
sum ikki er kannaður er tann, um eitt so lítið samfelag kann koma sær í vanda
fyri at doyggja út.
So hvørt sum tey ungu flyta av landinum, eldast tey sum eftir eru. Tey
eldast burtur av arbeiðsmarknaðinum, og samfelagið kann koma í tað støðu, at
nóg mikið av virknum hondum er ikki til at breyðføða tjóðina.
Vandi er tí fyri at her avfólkast.
Eg helt at tað var bara í Føroyum, at so illa stóð til. Og tað er eisini
rætt. Í ongum øðrum landi í grannalagnum eru útlit til at fólkatalið minkar. Í
Grønlandi er ivasamt, hvussu gongdin verður, men beinleiðis minking vænta tey
ikki fram til 2050.