Er tað prosenttalið av kvinnum, sum
er avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum? Hvussu ber tað til at
tað verða færri kvinnur í Føroyum, um tað ikki rýma fleiri
kvinnur enn menn? Fáa føroyskar kvinnur ikki flest børn í Evropa?
Jamen, hvat er so problemið? Slíkir spurningar flúgva runt manna
millum í orðaskiftinum um framtíð Føroya. Tí havi eg skrivað
hendan stubban.
Menniskjan hevur arvað sínar sansir
frá forfedrunum, alt eftir tí umhvørvi teir livdu í. Tiltikið
er, at menniskja dugir væl frá nátturunnar hond at telja
goymsluna, rúgvuna, talið. Men vit hava ikki eins sjálvsøgd evni
til at gáa eftir hvussu long tíð gongur til goymslan er tóm,
hóast vit fáa upplýst hvussu nógv fer burtur av goymsluni og
hvussu nógv leggst aftrat goymsluni.
Til tess krevst meira enn tev og
sansir. Til tess krevjast vitan og vísindi.
Tað er púra eyðsýnt, at tað er
ikki bara politiski myndugleikin, sum ikki tykist skilja hvussu
álvarslig støðan er, fólkatalinum viðvíkjandi og tessvegna
framíðar tilverugrundarlag komandi tíðir. Sannleikin er at
fjøldin av fólki skilir ikki álvaran í málinum, tí at
dynamiskar hendingar eru øgiliga fløktar hjá menniskjum at skilja.
Vit eru snøgt sagt ikki útgjørd frá náttúrunnar hond til at
skilja dynamikk, og tað serstakliga tá hann ikki er einfaldur og
linjurættur.
Her eru trý dømi.