25.8.17

Ogn Føroya fólks í stjórnarskipanina


Áðrenn evstamark á Bartalsmennu sendu vit báðir, Jóannes Jacobsen, Landsstýrinum uppskot til broytingar í lóg um stjórnarskipan Føroya.

Fremstu ørindi okkara eru hesi:

  • At munur er á landsogn og tjóðarogn
  • At øllum skal tryggjast javnbjóðis rættur til vinnuliga nýtslu av tilfeingi tjóðarinnar
  • At myndugleikarnir undir øllum umstøðum skulu taka fult marknaðargrundað gjald fyri vinnulig rættindi burtur av náttúrutilfeingi tjóðarinnar
Skivið er soljóðandi:

3.8.17

Broytingarsinnað hóast siðbundin


Hóast føroyingar sum heild tykjast halda fast um siðaarvin: at fiskivinnan er hjartatátturin í samfelag okkara. so tykjast teir samstundis sinnaðir at broyta vinnuligu treytirnar hjá reiðarafyritøkunum.

Vit taka ábyrgdina av okkara egnu nútímans samfelagsviðurskiftum hóast vit ikki kvetta allan trúskap móti gomlum virðum. 

Í eini spurnarkanning við árslok 2014 hildu heilir fýra av hvørjum fimm føroyingum (millum 78 og 84 prosent) at tað er fiskivinnan, sum skapar inntøkurnar í landinum. Um leið eins nógv (millum 77 og 82 prosent) hildu eisini at tað er fiskivinnan sum ber búskapin uppi og fær samfelagshjólini at mala. Sløk helvtin av veljarafjøldini (millum 45 og 53 prosent) helt eisini at útflutningur hevur størri týdning enn annað vinnuligt virksemi.

Næstan triði hvør veljari helt at fiskivinnan skal hava lagaligari treytir at virka undir enn aðrar vinnur, meðan sløk helvtin (millum 41 og 49 prosent) helt ikki at fiskivinnan skuldi hava lagaligari treytir.