29.9.18

Stóra svikið sum elvdi býlistrotið

Jógvan hjá Nela hevur vundið Merkið á stong
í Perskonugøtu á vári 1963
Sjálvsagt er tað ikki einfalt mál, at fata hvussu býlistrotið er íkomið og haraftrat vita hvussu tað kann loysast.

Men við vissu kann í hvussu er sigast at kommunurnar hava latið alt í verðini ov lítið av jørð til byggibúning, so at fólk fáa bygt sær hús. Serstakliga Havnar kommuna.

Ikki kann sigast at upplýsingarnar eru nógvar at fáa um málið, men við rímuligari vissu kann staðfestatst at Havnar kommuna hevur latið lendi til byggibúning av um leið 12 grundstykkjum um árið í miðal seinastu tjúgu ella tríati árini.

Ja, tú læs rætt - tólv um árið!

Rætt er at nakrar byggifyritøkur hava av sínum eintingum latið byggja íbúðir, raðhús og kanska sethús eisini. Men framvegis alt, alt ov lítið til at nøkta tørvin.

12 grundstykki um árið í Havn - hví ikki 100 ?
Kommunan sjálv hevur gjørt rúm fyri at 12 húski hvørt ár hava kunnað banka upp á í býlisbyggimarknaðinum, har tey so hava funnið sær húsasmiðin, rørleggjaran, elektrikaran og hvat annað so er neyðugt fyri at fáa tak yvir høvdið.

Av hesum skilst eisini, at skal hesin annars útmerkaði marknaðurin virka, so skal Havnar kommuna bara duga at syrgja fyri at tað javnt og samt koma fleiri enn 12 grundstykki um árið fram á marknaðin, so at byggiharri og byggifyritøkurnar kunnu fáa grundarlag at virka á. Eg sigi ikki at kommunan skal bara lata byggibúgvin grundstykki til støk sethús. Kommunan kann saktans gera byggibúgvin øki til fjølbýli av ymsum slagi, raðhús og annað.

Tí tað er fremst av øllum kommunan, sum setur avmarkingina á hvussu nógv fólk sleppa til Havnar at búgva. Kommunan eigur tí eisini ábyrgdina av at húsaprísurin fer so langt upp, sum hann er farin.


Skal landið upp í leikin?
Eitt er at Havnar kommuna letst ikki at vilja hava fólk til Havnar, tí tey ikki vilja hava ábyrgdina av at byggja skúlar, barnagarðar, gera vegir og veita tænastur til nýggjar íbúgvar. Men kommunan tykist heldur ikki hava nakran sum helst áhuga at veita fólkið gróðrarbotn undir familju og virknum lívi. Og Løgtingið tykist vera eins starblint sum Havnar kommuna. (Her er talan um øll kommunustýri í Havn seinastu nógvu árini).

Enn er støðan eins vánalig og lítið gestablíð sum í 1951, tá abbi skrivar til sonin í útlegd, at "Tá tú spyrt um hús og innivist í Havn er so heilt vónleyst, her eru hundraðir, sum bíða eftir at krúpa inn undir tak". Og soleiðis varð skrivað fyri skjótt sjeyti árum síðan. Hetta er ongantíð batnað.

Men hvør er tørvurin so? Hvussu nógv skal byggjast hvørt ár? Hvat slag av býlum skal byggjast?

Her leggi eg tykkum slóðir til at síggja hvussu Íslendska stjórnin hevur tikið ábyrgdina, borgaranna vegna, og sett í verk kanningar, tikið avvarandi myndugleikar við upp á ráð, og lagt upp ráð at brúka førleikar og myndugleikar hjá einstøku stovnum landsins og haraftrat kommunurnar, fyri at loysa málið komandi fimm árini. Sí ríkisætlanina, uppgávuna teirra Húsalánsgrunnur lýsir, og hesa frágreiðingina til ES um málið.

Eg sigi ikki at vit skulu gera sum Ísland. Als ikki. Men tá Fíggjarmálaráðið í óðum verkum, uttan nakra sum helst kanning, skjýtur upp at geva studning til útleigu av verandi býlisfermetrum, er heilt greitt at myndugleikarnir taka ikki málið í álvara.

Málið er ikki einfalt - men kann saktans loysast
Rópini eru nógv í løtuni. Ein sigur Bústaðir vera rótina til alt ilt. Onnur siga at tað almenna skal byggja sosialar íbúðir - hvat tað so er. Men flest allar røddir peika á sjálvan trupulleikan, at hann er risastórur.

Ongin ivi er um at nógvar hendur skulu til fyri at loysa málið. Men Landsstýrið átti fremst av øllum at fingið eina vísindaliga grundaða lýsing av málinum, soleiðis at almenni leikluturin: at skapa fortreytirnar fyri einum væl virkandi marknaði, kann fremjast á upplýstum grundarlag. Fyrst og fremst er landsuppgávan at syrgja fyri, at lendi er tøkt og infrastrukturur verður bygdur til nýggju borgararnar. Skal almenni leikluturin vera meira enn tað? Ja, kanska skal landið syrgja fyri serligum bústøðum til gomul, til ungdóm, til førleikatarnað - men í hvussu stóran mun? Skal landið leggja seg upp í fíggingina, soleiðis at tey ið keypa fyrstu ferð, fáa styrk at koma í gongd á býlismarknaðinum?

Politisk átøk grundað á upplýsingar
Eg hopi at flest øll hava áhuga í at so nógv fólk, sum sjálvi hava hug til tess, koma til Føroya at búgva. Landsmyndugleikarnir eiga at lýsa málið og at leggja eina ætlan fyri sínum íkast til málið, og at skapa fortreytirnar fyri privata íkastinum. Marknaðirnir skulu nokk virka til at loysa sín part av málinum, um myndugleikarnir við skili skipa fyri fortreytunum. Fortreytirnar eru umframt reglugerðir og lógarverk, eisini almenn bygging av neyðugu bústøðunum til gomul, ungdóm og ikki fullfør fólk, at bjóða fram nóg nógv og helst ivaleyst av byggibúnum undirlendi.

Og ikki í óðum verkum geva skattalætta - bara fyri at látast og tykjast.

1 comment:

  1. kommunurnar og fagfelogini skulla sjalvandi byggja almennar inudir til folk tad er teirra skylda tad gera tey i ollum odrum nordanlondum og fleiri europeiskum londum

    ReplyDelete