23.11.12

Kapitalisma er ikki at spæla við

Føroyar eru millum ríkastu lond heimsins, tí vit hava arvað norðurlendska brigdið av kapitalismu, sum passar okkum so avbera væl. Vit hava parað tað við opið demokrati og rímiliga trygging móti blóðfátækt á aftasta bonki.

Hendan er skipanin, sum norðurlond hava bygt sína vælferð á hesi seinastu hundrað árini.
Men kapitalisma er ikki at spæla við.

22.11.12

Góða uppskriftin

Fremsta uppgávan hjá privata kapitalistinum í fiskivinnuni er sjálvsagt at fáa íløguna at kasta sum mest av sær, og at reka virksemið soleiðis, at íløgan heldur fram at geva honum nøktandi vinning. Sum hjá øðrum kapitalistum.

Týdningarmesta uppgávan hjá tí almenna er harafturímóti meira sosial, nemliga fólksins vegna at umsita havøkið og fiskastovnarnar. Eins og privati kapitalisturin skal hann tryggja eigaranum – Føroya fólki – at ognin kastar sum mest av sær nú og komandi tíðir. Myndugleikarnir skulu ansa eftir lívfrøðiliga meinginum og búskaparliga feinginum, so at tað ikki forferst, men kemur samfelagnum øllum til góðar.

20.11.12

Veðseta ognina hjá onkrum dummum hundi ?


Í útvarpstíðindunum bórust tey tíðindi, at stjórin í Føroya Banka, John Rajani, á fiskivinnutinginum (sum bankarnir rindaðu) hevur borið fram ynski um at sleppa at taka veðhald í fiskiloyvunum.
Bankin vil hava pant í fiskiloyvum, tí so verður trygdin betur hjá bankanum at fáa pengarnar aftur, um illa vil til. Tí skal Føroya fólk bara geva avkall upp á sína ogn. Og tað er ikki meira enn rímiligt, tá havt verður í huga hvønn týdning bankin hevur fyri føroyingar.
John Rajani heldur at tá hann lænir Hanus Hansen pengar, so skal hann ikki bara hava pant í ognini hjá Hanusi Hansen, men eisini pant í ognini hjá øllum øðrum føroyingum aftrat?!

14.11.12

Hvat rakar tað okkum, um flotin tjenar pengar?


Føroya Landsstýri fyriskipar og bjóðar til serstakan fund um fiskivinnuna – til Fiskivinnuting. Fiskivinnutingið er dagurin tá politiska maktin bjóðar partaeigarum og øðrum, sum hava við fiskivinnuna at gera, til at tosa seg til sættis. Bankarnir betala gildið.
Eitt av málunum, sum verða umrødd á fundinum, er nettupp hetta: “Soleiðis kann flotin vinna pening”.
Eg mátti lesa tað umaftur. Føroya Landsstýri vil sleppa at fortelja reiðarunum hvussu teir skulu tjena pengar !?
Jú, rætt var. Hetta hevur malið í høvdinum á føroyskum politikarum í mannaminni, og tí er tað eisini ferð eftir ferð dottið tvíbuktað av tunguni – hvussu skal flotin tjena pengar?

11.11.12

Fiskivinnutingið er øvugt lobbi


Í undanfarnu grein her á blogginum spurdi eg hvussu tað man bera til, at ríku reiðararnir hava hesa næstan ósannlíku maktina í samfelagnum.
Og her kemur so ein partur av svarinum. Tað byrjar í orðasøguni um enska orðið “lobby”.