Búskaparráðið staðfesti í
frágreiðing síni í heyst, at búskapurin ”er í einum
lágkonjunkturi við lítlum búskaparvøxtri”. Tað var heldur
varisliga orðað og eg skal gera eina roynd at lýsa hvussu illa
stendur til.
Besta barometrið upp á kreppuna er
eftir mínum tykki talið av arbeiðsfólki. Tað, sum spyrjast skal
er: hvussu nógv fólk fara frá húsum um morgunin til arbeiðis. Tí
grundleggjandi búskaparlig barometurtalið, bruttotjóðarúrtøkan,
fylgist í roynd og veru rættuliga tætt talinum av arbeiðsfólki.
Í hvussu so er um áramálið er stutt, sum vit líta at.