21.1.12

Avgjald ella uppboðssølu ?

Í minsta lagið í tíggju ár, hevur almenni hugburðurin so seigliga vent, og nú er (meira ella minni) almenn hugsan, at reiðarar skulu gjalda landinum fyri at sleppa fram at fiskiríkidøminum – sum er ognin hjá øllum føroyskum borgarum.
Politiski hugburðurin er eisini skiftur. Bæði Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin hava alment boðað frá, at teir vilja hava eitt ella annað slag av tilfeingisgjaldi. Politikarar eru eisini í hinum flokkunum, sum eru sinnaðir fyri tí sama.
Og í fjør kom so endiliga hol á. Makrelverðtíðin var ein ófantalig fløkja, so at tað bæði varð fiska fyri avgjald fyri kilo, fyri kvotur keyptar á uppboð, eins og sumt varð latið sum gávugóðs uttan viðurlag.
Í ár siga summir reiðarar seg vilja ganga undir eina skipan sum áleggur teimum at gjalda eitt ávíst krónugjald (ella oyru – hvør veit?) fyri hvørt kilo av makreli. Eina skipan sum tað sigst at landsstýrið barslast við í hesum døgum.
Gjald fyri tilfeingi kann latast sum fast avgjald á hvørt kilo av fiski (ella fyri hvønn fiskidag), men tilfeingisgjald kann eisini latast á eini uppboðssølu, har reiðararnir mugu kappbjóða um tilfeingið.
Men hví er tað, at bæði politikarar og reiðarar heldur vilja hava eitt fast krónugjald fyri kilo, heldur enn at selt verður á uppboð?
Her eru nøkur kvalifiserað git:

•    Politikarum dáma at hava maktina at býta út kvotur. Tað kann vera buldraligt, men teir hava tá maktina at dugna summum reiðarum so dyggiliga, meðan aðrir fáa molarnar. Og mangan er takkin fyri molarnar hjartalig. Politikarum dáma ikki uppboðssøluna, tí tá hava teir onga sum helst makt í fiskivinnuni, sum teimum dáma at hava sum trumf á løgtingsvali.
• Reiðararnir vilja bara fyri alt í verðini ikki missa tað sindtið av ognarrætti, teir hava fram um allar aðrar borgarar í landinum. Tað er ognarrætturin til ein prosentpart av virðismikla fiskiríkidøminum. Tá vilja teir heldur gjalda eitt avgjald fyri veiddan fisk, og so varðveita ognarrættin, heldur enn at skula kappast í keypi frá sanna eigaranum – føroya fólki.
•    Báðir partar – politikarar og reiðarar – vita væl, at teir í felag hava betri tamarhald á einum avgjaldi, heldur enn á søluprísinum. Teir kunnu “koma ásamt” um eitt lágt avgjald sum tilfeingisgjald, men fara kvotur ella fiskidagar á uppboðssølu, so missa teir tamarhaldið.
• Teir reiðararnir, sum hava fingið hendan ávísa ognarrætt frá politikarunum, vilja ikki av við hann, hóast hann er so ivasamur, at sjálvt bankarnir trúgva tí ikki. Men verður rætturin avtikin, so sleppa eisini onnur framat, at kappbjóða um fiskin – ungir og virkisfúsir reiðarar og fiskimenn, sum ikki vóru til staðar, tá býtt varð í nítiárunum. Somuleiðis vilja teir reiðararnir, sum hava keypt seg dýrt inn í vinnuna, varðveita keypta ognarrættin.
• Eg havi eisini varhugan av, at reiðararnir vilja hava manningina at gjalda ein part av tilfeingisgjaldinum. Manningin kann, sambært sáttmálanum, kanska fáast til at gjalda ein part av tilfeingisgjaldinum, tá talan er um eitt avgjald fyri veiddan fisk, men helst ikki tá talan er um reglulig kvotukeyp á uppboðssølu.

Aftur í hesum málinum draga politikarar og reiðarar somu línu. At reiðararnir halda í handan endan á línuni, skilji eg so grúuliga væl. Men at politikararnir eru á sama enda, er meira illgrunasamt, tí avgjald á hvørt kilo er hvørki búskaparliga ella vinnupolitiskt ein góð loysn. Tá er uppboðssølan munandi betri.
Ongin almenn skrivstova kann rokna seg fram til hvat ið rætta avgjaldið er, og tí verður tað rein tilvild, sum ræður. Verður avgjaldið sett ov høgt, kann óbótaligur skaði standast av, um vælegnað og vælrikin skip ikki knógva undir avgjaldsokinum.
Men vandin er kanska størri, at gjaldið verður ov lágt sett. Og tá stendst eisini skaði av, sum ikki er minni. Eitt er tað, at eigarin – føroya fólk – ikki fær rætta prísin fyri ognina, og tí má gjalda meira í darvandi skatti. Men ikki minst er skaðin tann, at alt ov nógv skip framvegis verða til fiskiskap, so at samfelagsligi kostnaðurin av vinnuni verður verandi ov stórur.
Skaðin er eisini tann, at skal avgjald leggjast á veiðina, so skulu politikararnir framvegis býta kvotur til skip og skipabólkar. Og minst til at teir býta altíð skeivt, tí hvussu kunnu teir vita hvat býtið hevði verið tað rættasta fyri produktivitetin í vinnuni? Tað hava teir nemliga ikki hómingina av.
Uppboðssølan er tí so nógv besta loysnin. Í teimum førum tað ber til at selja fiskirættindini á uppboðssølu, er tað altíð bestra loysnin.
Politisk útluting og bureaukratisk ásett avgjøld eru ein vána loysn.

No comments:

Post a Comment