Flestu okkara halda óiva enn, at norðurlond
teljast millum londini við mest jøvnum inntøkum og mesta javna
borgaranna millum. So einvíst og einfalt kann tað ikki sigast
longur. Myndin er meira fløkt og ójavnin í norðurlondum er vaxin
ræðandi nógv í mun til onnur lond í Evropa.
Eitt av hagtalsligu mátunum fyri
ójavna í inntøkum er sonevnda 80/20 mátið – eisini kallað
fimtingslutfallið, tí tað sammetir ríkasta og fátækasta
fimtingin. Hetta ábendingatalið verður nemliga roknað sum
lutfallið millum samanløgdu inntøkuna hjá tí fimmtinginum sum
forvinnur mest, í mun til inntøkuna hjá tí fimtinginum sum
forvinnur minst. Er talið 3, so merkir tað, at ríkasti fimtingurin
forvinnur tríggjar ferðir so nógv sum fátækasti fimtingurin.
Fyri nøkrum árum síðani var
fimtingsmátið í Evropalondum rættuliga einfalt at minnast. Talið
var 3 í norðurlondum, 4 í norðurevropa, 5 í Bretlandi og eini 6
í suðurevropa. Í miðal var tað 5 fyri alt Evropa. Norðurlondini
øll teljast millum tey lond, við minsta ójavnanum millum ríkasta
fimtingin og fátækasta fimtingin.
Miðaltalið er enn 5 fyri alt Evropa,
men ein av stóru broytingunum er, at norðurlond hava kropið sær
upp frá 3 til eini 4. Tað vil siga at ójavnin í norðurlondum er
vaxin.