Flestu okkara halda óiva enn, at norðurlond
teljast millum londini við mest jøvnum inntøkum og mesta javna
borgaranna millum. So einvíst og einfalt kann tað ikki sigast
longur. Myndin er meira fløkt og ójavnin í norðurlondum er vaxin
ræðandi nógv í mun til onnur lond í Evropa.
Eitt av hagtalsligu mátunum fyri
ójavna í inntøkum er sonevnda 80/20 mátið – eisini kallað
fimtingslutfallið, tí tað sammetir ríkasta og fátækasta
fimtingin. Hetta ábendingatalið verður nemliga roknað sum
lutfallið millum samanløgdu inntøkuna hjá tí fimmtinginum sum
forvinnur mest, í mun til inntøkuna hjá tí fimtinginum sum
forvinnur minst. Er talið 3, so merkir tað, at ríkasti fimtingurin
forvinnur tríggjar ferðir so nógv sum fátækasti fimtingurin.
Fyri nøkrum árum síðani var
fimtingsmátið í Evropalondum rættuliga einfalt at minnast. Talið
var 3 í norðurlondum, 4 í norðurevropa, 5 í Bretlandi og eini 6
í suðurevropa. Í miðal var tað 5 fyri alt Evropa. Norðurlondini
øll teljast millum tey lond, við minsta ójavnanum millum ríkasta
fimtingin og fátækasta fimtingin.
Miðaltalið er enn 5 fyri alt Evropa,
men ein av stóru broytingunum er, at norðurlond hava kropið sær
upp frá 3 til eini 4. Tað vil siga at ójavnin í norðurlondum er
vaxin.
Satt at siga er tað mest av øllum í
norðurlondum, at ójavnin er vaxin hesi seinastu tvey áratíggjuni.
Ikki tí at ójavnin er vorðin verri enn aðrastaðir, men tí at
hann hevur verið stútt vaxandi.
Og millum norðurlond skarar Danmark
framúr, tí mest av øllum er ójavnin vaxin í Danmark. Bara
Rumenia og Bulgaria kappast við Danmark, men har tykjast hagtølini
so flákrandi og óviss, at Danmark stendur mestsum einsamalt á odda
í vaxandi ójavna.
Fimtingsmátið vax í Danmark 26
prosent bara tey sex árini frá 2005 til 2011. Gjógvin millum rík
og fátøk í Danmark breiðkaði altso stívliga ein fjórðing.
Átøk broyting er farin fram í
Svøríki og Finlandi, men ikki í so ógvusligan mun sum í Danmark.
Saman um tikið er mesta broytingin í ójavna farin fram í
norðurlondum hesi seinastu 10 ella fimtan árini, sum hevur víðkað
gjónna millum rík og fátøk í hesum londunum.
Frammanundan taldust norðurlond millum
londini við javnasta inntøkubýtinum, og tað gera tey helst enn –
bara ikki so greitt og so avgerandi. Munurin millum norðurlond og so
onnur lond við jøvnum inntøkubýti er ikki so stórur longur, og
serstakliga er tað Danmark, sum av norðurlondum er farið at skara
framúr.
Meðan øll hini norðurlondini enn,
sambært fimtingsmátinum, teljast millum javnastu samfeløg í
Evropa, er Danmark at finna mitt í rúgvuni, saman við Týsklandi,
Sveits og Fraklandi, heldur enn í ovara enda saman við sínum
skandinavisku grannum.
So kanst tú svara mær, at
inntøkubýtið í norðurlondum er so javnt, at hetta mestsum bara
er ein neyðug tillaging til støðið í resini av heimsparti
okkara, Evropa. Og tað má eg so geva tær rætt í, altso at hetta
tykist vera ein tillaging til meginlandið.
Men kortini er avleiðingin áhugaverd.
Møguligu avleiðingarnar.
Tí hava fyrimunir okkara ikki akkurát
verið álitið manna millum, tryggleikin í grannalagnum og
samhaldsmátturin í samfelagnum? So smá samfeløg, sum
norðurlondini øll av sonnum eru, mugu hava havt djúprótaðar
fyrimunir í mentan og bygnaði fram um onnur samfelag, tí annars
høvdu tey ikki verið so væl fyri. Og nógv eru tey, sum misunna
hesar fyrimunir.
Við vissu vita vit kortini at slíkir
fyrimunir eru ikki ævigir. Vit vita eisini at teir koma ikki av sær
sjálvum, men hava egna rót og fasta grund. Og man rótin til hesar
fyrimunir ikki eisini vera at finna í gamla siðaarvinum og man
grundin ikki í dag nettupp vera røtt og rímilig javnstøða í
samfelagnum sum heild, bæði politisk og fíggjarlig?
Norðurlond eru ikki Utopia. Tað veit
eg væl. Men vit mugu ikki gloyma at halda í hevd tann siðaarvin,
sum vit hava fingið í varðveitslu. Tað er við honum sum kumpass
at vit hava siglt okkum so langt fram, sum vit nú flóta. Vit mugu
ikki geva upp fyri skutil tann fyrimun, sum vit hava átt, og sum vit
kunnu ríka bæði okkum sjálvi og onnur við.
Norðurlond standa í broyting – sum
so mangan áður. Seinastu tjúgu árini hava vit hermt eftir
kraddaralyndinum í USA og Evropa. Vit hava mínsann hoyrt okkara
egnu politikarar benda á at eitt sindur meira av ójavna er bara
heilt í lagi, tí tað fer at skapa ”meira dynamikk” ella okkurt
annað skvaldursorð uttan innihald og týdning.
Framburðin hava vit sjálvi skapt, men
tað er úr Evropa, at vit norðurlendingar hava tikið fyrimyndir og
íblástur til mest av okkara framburði. Tað er eisini úr Evropa,
at køldu vindarnir eru ættaðir, sum næstan hava forkomið
framburðinum. Kunsturin at vera norðurlendingur er at brúka rákið
úr Evropa á rættan hátt, so at vit varðveita fyrimunirnar, men
støðugt læra nýtt - taka við tí góða og kasta burtur
spilluna.
No comments:
Post a Comment