Torbjørn Trondsen er væl kendur í búskaparfrøði, serstakliga viðvíkjandi virðisøking, marknaðar- og value-chain viðurskiftum í fiskivinnu.
Fyrilesturin í Reykjavík snúði seg um uppboðssølu av fiskirættindum, sum Trondsen eisini veit ein heilan hóp um, tí at hann hevur millum annað verið ráðgevi í Kili hesum viðvíkjandi.
Niðurstøðan av fyrilestrinum er í stuttum at uppboðssølurnar fara at loysa fleiri avbronglað viðurskifti, sum darva sjálvari fiskivinnuni eins og menningini av samfelagnum annars.
- Lættari hjá nýkomnum at sleppa fram at og støðugt bjóða maktini hjá stóru reiðaríunum av
- Effektivur máti hjá samfelagnum (eigaranum) at býta fiskirættindi
- Góður máti at eggja til meira virðisøking og at taka tilfeingisrentu
- Meira rættvíst: øll sleppa fram at og tilfeingisrentan kemur øllum til góða
- Regionalisering av kvotum og avmarkingar í individuellari nøgd kann verja smásamfeløg
- Snið av regulering avgerandi fyri at hon skal eydnast
Fyrilesturin
No comments:
Post a Comment