Í tíðindunum er komið fram, at
málið um svik í Eik grunninum og bankanum skal ikki granskast
meira og lýsast betur. Uttan mun til hvat ið fyrisitingarligir
stovnar hava gjørt í hesum málinum, so eru tað landsstýrið og
Løgtingið, sum hava tikið avgerðirar og tí standa við
ábyrgdini.
Meirilutin á Løgtingi, samgongan -
og tí eisini landsstýrið - hava beinleiðis steðgað kanningini
við at nokta henni fígging.
Føroyar eru tíverri ikki einasta
landið, sum letur menn í fínum klædningum sleppa órevsaðar
undan grovasta fíggjarsviki. Ísland og Danmark hava revsað nakrar
av svikarunum, men sum vant verða fíggjarlig brotsverk ikki revsað
eins hart og onnur brotsverk.
Sjálvur havi eg einki persónligt
ynski um at akkurát hesir persónarnir skulu revsast, og eg fylgi
ikki so frægt við at eg veit hvørjir teir eru.
Men eg veit at vit hava gjørt hetta
fyrr. Og eg veit at hetta javnan hendir.
Vit fóru frá samfelagsligu
oyðileggingini í 1990 árunum uttan at revsa nakran. Politikarar,
sum sitið høvdu og beinleiðis stýrt okkum inn í kreppuna, sluppu
snikkaleysir. Bankastjórar, advokatar, grannskoðarar, embætismenn
– alt slapp undan ákæru.
Vit ikki so frægt sum kannaðu
málini um svik í politisku fyrisitingini, bankunum, reiðaríunum,
millum advokatar og grannskoðarar.
Og her spældi Løgtingið aftur
trumfin – fólksins vegna: Løgtingið skrivaði sjálvt eina
ússaliga frágreiðing um nøkur av málunum. Uttan innlit. Uttan
fakligan kunnleika. Uttan avleiðingar av nøkrum sum helst slagi.
Tá eitt fólk kollektivt letur ríkar
og ráðaríkar svikarar sleppa órevsaðar at ræna samfelagið,
átekur hetta fólk sær í veruleikanum skuldina teirra vegna.
Tá eitt fólk fleiri ferðir í
hvørjum ættarliði letur fíggjarsvik og politisk svik sleppa undan
kanning, ákæru, dóm og revsing, hevur tað avsagt sjálva
maktfunksjónina í demokratinum.
Eitt slíkt fólk gevur
fíggjarsvikarum og politiskum svikarum tað lyftið, at brotsverk av
tí slagnum verða ikki revsað, um tú hevur rætta litin og rætta
merkið.
Eitt slíkt fólk er dømt sjálvt at
dragsa tungu órevsaðu skuldina aftan á sær í allar ævir.
"Vit ikki so frægt sum kannaðu málini um svik í politisku fyrisitingini, bankunum, reiðaríunum, millum advokatar og grannskoðarar."
ReplyDeletehttp://www.vp.fo/pages/posts/nyggj-bok---ta-politiid-tomdi-hvorja-skuffu-og-hvort-skap-5240.php
Eg skuldi sjálvandi havt verið meira nágreiniligur í skrivingini. Jú, løgreglan kannaði onkur einstøk mál - eitt nú Heygadrang og Skálafjall - men vit sum samfelag, sum tjóð, gjørdu onga uppgerð. Hvørki rættsliga ella politiska. Eftir at ákærin slepti øllum málum, tí politiski myndugleikin var uppi í sjálvum svikinum, lótu vit øll brotsverkini aftur.
Deletehttp://aktuelt.fo/eikmalid+fyrireikandi+raettarfundur+17+januar.html
DeleteMy point exactly!
DeleteTað er mest danska ákæruvaldið og danskir myndugleikar, sum gera onkran vørr. Ikki okkara egnu. Ikki vit sjálvi. Og eitt samfelag kann bara reinsa seg sjálvt.
Ákæruvaldið og dómsvaldið ER danskt í okkara samfelag.
Delete