Útvarpið hevur
júst havt sending um búskaparliga týdningin av havinum og
fiskinum, og har var ikki ov lítið gjørt av.
Fiskivinnan og
alivinnan eru útflutningsvinnurnar burturav, tað skerst ikki
burtur.
Men tær skapa tó
ikki annað enn sína egnu løn og sítt egna avlop til reiðaríið
ella fyritøkuna. Akkurát sum allar aðrar vinnur.
Fiskivinna og
alivinna hava haraftrat tann serliga týdning fyri landsbúskapin at
tær tjena útlendskt gjaldoyra. Útflyta vit ikki ríkiligt av
fiskavørum, fáa vit ikki fremmant gjaldoyra til at keypa teldur,
tomatir og tuflir fyri.
Tað segði
sendingin ikki so nógv um. Útvarpssendingin gevur harafturímóti
lurtaranum fatan av at inntøkan í fiskivinnuni er hon, sum skumpar
alt annað virksemið í gongd í landinum.
Og her fóru tey
skeiv í Útvarpinum. Tað skal til teirra umbering sigast at hetta
mistakið gera so mong onnur eisini.
Um so var, at
fiskivinnan er hon sum skumpar undir alt annað virksemi, svara mær
so spurninginum hví búskapurin og vælferðin vaxa alt meira og
meira so hvørt sum inntøkurnar frá fiskivinnuni bara minka sum
partur av heildini?
Og sig mær hví
hjólini mala alt skjótari og skjótari, hóast vatnið í ánni
bara fjarðar og fjarðar?
Nei, vell?
”Súlan er góð”,
mugu tey siga í Mykinesi, so súlufuglurin ikki hvørvur.
Fiskivinnan og alivinnan eru góðar vinnur, eins og aðrar við. Men
betur enn tað eru tær so heldur ikki. Báðar eru tær búskaparligt
virksemi, eins og hýruvognskoyring, klippistovur, arkitektar, handil
og so mangt annað, sum svar til eftirspurn eftir vøruni ella
tænastuni.
Hvør er so
munurin á fiskivinnu og einhvørjari aðrari vinnu?
Lat okkum royna
eitt tankaexperiment við útróðrabátinum og hýruvogninum.
Sambært sendingini í Útvarpinum hongur búskapurin soleiðis saman, at
hvør hundraðkrónuseðil frá útróðrarbátinum á mystiskan hátt
”skapar” minst fýra nýggjar hundraðkrónuseðlar, meðan
inntøkan hjá taxabilinum bara er tað hon er – hundrað krónur.
Har hendir ikki meira.
Men hvussu ber tað
til?
Tá báturin
leggur frá landi til fiskiskap, fer ein taxabilur at koyra í Havn.
Dagin eftir avrokna báðir, útróðramaðurin og bilstjórin, og
fara heim við hvør sínari inntøku. Morgunin eftir fara teir til
handils og standa báðir um fimmtíðina framman fyri skivuna hjá
Astu á Vaglinum í Havn. So undarliga vil til at báðir keypa fyri
100 krónur í part í bløðum, sigarettum og lakressbommum, og
gjalda kontant, sjálvandi. Klokkan ellivu um kvøldi fer Asta við
báðum hundraðkrónuseðlunum niðan í bankan, haðani báðir
seðlarnir dagin eftir fara í so ymsar ættir.
Tá bankin letur
upp aftur morgunin eftir – hvussu skal so tann eini
hundraðkrónuseðilin seta ferð á meira enn hin seðilin? Hvussu
skal eftirspurnin hjá teimum umborð á skipinum skumpa meira undir
búskapin enn eftirspurnin hjá øllum hinum?
Nei, vell?
Tey sum minnast
Ólav í Horni í Havn, hóma her ein hægri sannleika, tí hann
vitsti so mangan burtur úr einfaldum søgum at finna gullkorn. Ein
søga tey pentaðu upp á hann var hendan: ”Hvat vigar meira –
eitt kilo av fjøður ella eitt kilo av blýggi?” Tja, tey viga
sjálvandi bæði eitt kilo, heldur tú - ”Men tað sigur tú ikki tá tú
hevur mist tey á tærnar”.
Nakað soleiðis
var søgan í Útvarpinum. Tann eini
hundraðkrónuseðilin sveiggjaði meira við stertinum enn hin.
Tí sjálvandi
skapa summar vinnur ikki meira røring enn aðrar vinnur. Tá
sjúkrasysturin, hýrubilstjórin og pedagogurin fara til handils
hevur tað ikki minni ávirkan á samfelagið enn tá fiskimaðurin
ella reiðarin fara til handils.
Munurin millum
vinnurnar er heldur tann, at fiskivinnan og alivinnan veita fremmant
gjaldoyra til landið, sum vit keypa útlendskar vørur fyri, meðan
flestu aðrar vinnur skapa vælferðartænastur og vørur til brúks
heima í Føroyum.
Tað skulu vit
bara vera glað fyri, og soleiðis virka allir aðrir búskapir
eisini.
No comments:
Post a Comment