4.4.18

Ríkisfelagsskapurin er danskt mál

Ríkisfelagsskapurin hevur størri týdning fyri Danmark og framtíð Danmarkar enn fyri Føroyar.

Fyri Danmark hevur ræðisrætturin yvir stóra póløkinum í Grønlandi øgiliga stóran týdning, tí hetta avger hvørji deild Danmark spælir í, tá um ræður heimspolitisk og hernaðarstrategisk mál. Føroyski bitin av Atlantshavinum hevur eisini týdning.

Men fyri framtíð Føroya hevur ríkisfelagsskapurin mest at kalla trúarligan týdning fyri tey, sum enn ikki hava skava hesa tykisliga skorpuna uttan av heilanum.

Uttan mun til um Føroyar verða innan ella uttan danskt ríkismark, verur landið eitt pinkuland, uttan nakran sum helst hernaðarligan ella heimspolitiskan týdning. Hernaðarliga og heimspolitiskt fara Føroyar altíð at vera ein rekafjøl.

Lagna Føroya er eina treytað av teimum avgerðum vit taka um fólkaræði okkara og um búskap okkara. Uttan fyri ella innan fyri danska ríkismark, so verða Føroyar tað land vit tilevna við okkara avgerðum um fólkaræði og búskap.

Sjálvandi telir mentanin, skúlaskapurin, heilsan og umhvørvið nógv.

Men í heilt stóran mun eru fólkaræðið og búskapurin lunnarnir undir allari restini.

Tað er meira avgerðandi fyri framtíð Føroya at taka til høldar tann tíggjundapartin av árliga ávøxti fólksins, enn um vit eru innan fyri ella uttanfyri donsk ríkismørk. Hendan tíggjundapart fær ovurríka yvirstættin í dag.

Tað er meira avgerandi fyri framtíð Føroya at hetta ríkmannalið missir valdi á landspolitikkinum, enn um vit eru innan fyri ella uttan fyri donsk ríkismørk. Løgtingið er ikki sjálvstøðugt umboð fyri fólkaræðið longur. Takið, pengamaktin hevur á veljarafjøldini og stórum parti av politikarunum, er so fast, at avgerðirnar í stóran mun verða tiknar av fámenta pengamannavaldinum.

Ikki uttan at Føroya Løgting vaknar, til at umboða Føroya fólk, og til at taka valdið á okkara ríkidømi, verða Føroyar frælsar sum fólkaræði.

Uttan fyri ella innan fyri donsk ríkismørk.

No comments:

Post a Comment