12.12.19

Meginreglurnar hava týdning


Mynd frá United Nations Office on Drugs and Crime (UNODC)








Uppgávan hjá Løgtinginum er at umboða vælferðarhugsjónina fyri allar borgarar landsins, og ikki at umboða seráhugamál hjá einstøkum bólkum í samfelagnum. Mær tykir at hetta ger Løgtingið ikki í hesum málinum. Áhugamálini hjá tjóðini og samfelagnum sum heild, verða ikki røkt í tí lógaruppskoti, sum fyri liggur.

Ì politiskum ætlanum er vanliga ein meginbulur av týdningi fyri samfelagið. Haraftrat eru ásetingar, sum eru at meta sum smágreinar, sum hvør ikki hava stórvegis týdning fyri heildina.

Í lóggávuni um fiskiveiði eru eisini nógvir smálutir at viðgera, men altavgerandi týdning hava málini um úrtøkuna úr tilfeinginum sjálvum og um atgongdina til virksemið.
Onnur mál um til dømis hvussu brátt farna skipanin verður avsøgd, hvussu býtt verður millum bólkar, hvussu veiðan skal viðfarast, hvat útlendingar hava rætt til, veiða til húsbrúks og eftirlit – tey hava lítlan týdning, um meginreglurnar verða sum lýstar í uppskotinum til løgtingslóg um sjófeingi hjá hesari samgonguni.

Meginbulurin í nýggju ætlanini eru hesar:

1) Veiðirættindini vera latin úrvaldum feløgum ókeypis í 10 ella 12 ár

2) Javnbjóðis kapping um veiðirættindini verður av ongum

Ad 1)

Í vinnuligum rakstri uttan náttúrutilfeingi, eru bara tveir partar, sum skulu hava inntøkur burtur úr rakstrinum: eigarin av tí kapitali, sum er í vinnufyritøkunum, og tey sum koma við arbeiðskraftini til virksemið.

Í vinnuligum rakstri við avmarkaðum náttúrutilfeingi, er ein partur aftrat, sum skal hava viðurlag fyri virksemið: eigarin av náttúrutilfeinginum. So einfalt er tað.

Hetta skilti Løgtingið, tá talan var um ætlaðu oljuvinnuna, men hetta hevur Løgtingið ikki tikið í álvara í málinum um fiskiveiði.

Tað, sum um ræður, er at fyriskipa eina vinnu í javnbjóðis handilsligari kapping, samstundis sum goldið verður hvørjum sítt – kapitali, arbeiðskraft og eigaranum av náttúrutilfeinginum. Hetta gerst bara við at uppboðssøla av veiðirættindum verður meginbulurin í tí skipan, sum framd verður. Løgtingið hevði tá havt tryggjað vinnurekandi at fáa frið til sín rakstur. Og Løgtingið hevur tá tryggjað borgarum sínum røttu og rímiligu úrtøkuna av teirra felags ogn í avmarkaðu og virðismiklu fiskastovnunum – væl at merkja uttan at hetta hevði tikið burtur av røttu og rímiligu inntøkuni hjá kapitalinum ella arbeiðskraftini.

Skattakrónur ella veiðirættindi – bæði eru felagsogn og eiga ikki at vera latin einstaklingum frammíhjá til brúks ella til ognar. Skattir eru bæði av røttum og av lógum felags inntøka hjá øllum borgarum landsins. Úrtøkan av fiskatilfeingi, oljutilfeingi, alifirðum og øðrum felagstilfeingi er av røttum eisini felags inntøka hjá øllum borgarum landsins.

Um Løgtingið samtykti at lata nøkrum heilt fáum úrvaldum føroyingum frammíhjá rætt til hvør sínar 100 miljónir av skattakrónunum, sum føroyingar knossast at gjalda – høvdu vit ikki øtast við? At lata einstaklingum ella fyritøkum 10 ára fiskiloyvi, er sum at lata úrvaldum føroyingum ognarbrøv til skattainntøkur landsins. Av hesum enda hundraðtals miljónir í ogn hjá úrvaldum fyritøkum og í evsta føri hjá einstaklingum, sum ongantíð av røttum áttu lut í hesum virðum.

Hetta elvir púra greitt til korrupsjón millum politikarar og vinnurekandi.

Oman á tað heila skulu føroyskir skattgjaldarar lata í minsta lagi ein triðing meira í skatti enn neyðugt er, og samfelagsliga vælferðin er tí munandi minni enn hon átti at verið.

Ad 2)

Tað er brot á fundamentala rættin hjá einstaklinginum, at samtykkja lógir sum gera mannamun millum borgararnar í landinum. At lata einstøkum feløgum framíhjárætt er at sýta øðrum sama rætt. At lata einari fyritøku varandi ókeypis rætt til virksemi, er at leggja forðingar í vegin hjá øllum øðrum at sleppa fram at sama virksemi. At noyða allar aðrar borgarar at akta framíhjárættin hjá úrvaldu borgarunum, og at noyða teir at keypa sær veg inn í ávísa vinnu frá úrvaldum borgarum, er at gera mismun av grovasta slag.

At lata úrvaldum borgarum framíhjárætt er brot á vinnurættin, sum lýstur er í fyrsta stykki í grein í mannarættindasáttmálanum hjá ST, og hetta er brot á alla búskaparliga liberala siðvenju.



Hermann Oskarsson

11.12.2019

1 comment:

  1. Hetta er syndarligt. Men hvat kunnu vit vanligu fólk gera, man stendur púra hjálparleysur og hyggur at meðan teir eru í fer við at avhenda alt føroyskt ríkidømi í sjónum til nakrar fáar aktørar og útlendingar, so teir kunnu fáa óavmarkaðan ognar-og ræðisrætt med alla. Hvussu ber tað til at teir kunnu røkja áhugamálini bert hjá nøkrum reiðarum?? Hvat fáa hesir politikarnir burtur úr tí?! Tað luktar av onkrum... Eg trúgvi ikki at nakar trýr uppá at sjófeingislógin kann vera gagnlig? Ella er tað mutur, líka sum tað nokk var í Íslandi...?
    Nú tá vit longu hava fingið ásetingina í lógina um at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks, hvussu kunnu teir so gera hetta, og eisini tá tað er í andsøgn vid bæði grundlógina, har tað stendur at 'ejendomsretten er ukrænkelig', í ST sáttmálan um mannarættindi, og sum tú sigur, eisini er brot á búskaparliga siðvenju, sum sikkurt eisini ein lóg er um. Kunnu teir so juridiskt gera alt hetta? Og ikki at snakka um tilfeingis-etik, har bróta teir eisini allar reglur, og fær hetta ikki bæði økonomiskar, sosialar og juridiskar konsekvensir!? Hetta er sovorið sum sker í u-londum. Í 2015 vórðu ST verðinsmálini um burðardygga menning samtykt av øllum londunum sum eru í ST, og hesi skulu røkkast áðrenn 2030, og nærum øll hesi verðinsmál eru okkara samgongupolitikarnir eisini í fer við bróta við sjófeibgislógini.
    Hetta er Føroya størsta generatióntjóvarí!!

    ReplyDelete