25.10.23

Mishildin og vanrøktað

Løgtingið hevur svikið lyfti, sum tað gav Føroya fólki í lógarverkinum um fiskiivinnuna, og Løgtingið hevur mishildið og vanrøktað tilfeingisognina, sum tey skuldu verja og varða okkara vegna. Virðini eru latin heilt fáum úrvaldum borgarum at spæla sær við, rætturin hjá Føroya fólkið er skúgvaður til viks, og niðurfisking av fiskastovnunum er framd við heimild frá Løgtinginum.Í lógina um sjófeingi hevur Løgtingið skrivað at sjófeingi alt er ogn Føroya fólks, umhvørvið í havinum um Føroyar alt sum tað er, og tí eisini allir fiskastovnar. Hetta stóð eisini skrivað í lógini um vinnuligan fiskiskap heilt frá 1994. Men hvat merkir so tað at eiga alt sjófeingi? Skulu vit vera glað um at tað stendur skrivað í lógini?

Kanska var mann glaður um tað í 1994, men síðani hevur so avgjørt eingin orsøk verið at fegnast um gávumildni Løgtingsins, tí lítið gott er runnið av ognini.

At eitthvørt er ogn hjá onkun, hevur bert praktiskan týdning, um viðkomandi onkun fær rakstrargagnið av ognini til høldar. Tað er sostat týdningarleyst um onkur stendur at eiga eini hús, um ein annar býr í húsinum ókeypis. Tá stendur onkun at vera eigari, men ein annar fær rakstrargagnið av húsunum. At eiga er í sjálvum sær onki vert, um tú ikki ræður yvir tí gagni, sum ognin kastar av sær, uttan mun um gagnið er ein virðisstreymur í likvidum virðum, ella um talan er um ein virðisstreym av brúksvirði.

Summir reiðarar hava longu kapitaliserað gávugóðsið frá okkum skattaborgarum, og latið eftirkomarunum alt virðið av ogn Føroya fólks til einkarogn. Kapitalurin hjá nýggju ríkmannastættini í Føroyum er sostatt latið teimum sambært hesi løgtingslóg, sum staðfestir at alt sjófeingi er ogn Føroya fólks.


Skrivað stendur í §3 í lógini um sjófeingi, at

”Livandi tilfeingi, harundir arvafrøðiligt tilfar, í føroyskum sjógvi, og tey rættindi Føroyar eiga uttan fyri føroyskan sjógv, er ogn Føroya fólks”,

og sambært hesum eru allir fiskastovnar undir Føroyum og fiskirættindi í øðrum sjógvi ogn Føroya fólks. Men slík ogn er innantóm og púra týdningarleys, um Løgtingið ikki Føroya fólks vegna tekur til høldar tilfeingisrentuna.

Løgtingið hevur sostatt á pappírinum skrivað Føroya fólki sjófeingisognina, men hevur í roynd og veru givið einum lítlum úrvaldum skara allan virðisstreymin av ognini. Hesir ørfáu reiðarar eiga ikki ein stert av fiskinum í sjónum, tí hann er skrivaður Føroya fólki. Men Føroya fólk fær ikki eina krónu burtur av tí pengafloymi, sum av ognini stendur, tí hann hevur Løgtingið sent allan sum hann er í lummarnar í hesum ørlítla úrvalsliði av borgarum, sum fáa hundraðtals miljónir úr ogn Føroya fólks á hvørjum ári.

Í uppruna noyddi danska stjórnin Løgtingið at seta heimild í lógina, til at leggja avgjøld á kvoturættindini, við tí áseting at ”Tá avgjaldsupphæddin verður ásett skal mesti dentur leggjast á tilfeingisrentuna”. Longu í 1996, tá danska stjórnin hevði vent bakið til, varð hendan ásetingin skrykt úr lógini og hetta var síðstu ferð at vit sóðu tilfeingisrentuna nevnda í lógini um fiskiskap.

Árið eftir tekur Løgtingið eisini møguleikarnar hjá Havstovuni, fyrisitingini og landsins stjórn í roynd og veru at hava eftirlit við og at ráða á hvussu nógv verður fiskað, tá fiskikvoturnar verða tiknar úr lógini og ein gressiliga rúgva af fiskidøgum verur sett í staðin, so at fiskiskapurin verður púra óavmarkaður. Úrslitið var at ongin møguleiki var at stýra úrtøkuni úr fiskastovnunum á skynsaman hátt, talið av skipum og fiskiorku varð alt ov stórt, og trýstið á fiskastovnarnar somuleiðis.

Umframt at svíkja lyftið til føroyingar um at teir av sonnum eiga fiskastovnar og firðir landsins, hevur Løgtingið haraftrat mishildið og vanrøkta ogn Føroya fólks, sum tey skuldu verja og varða okkara vegna.

No comments:

Post a Comment