26.9.26

Útlendsk krøv upp á skatt føroyinga?

Hví kann útlendskur kapitalur ikki sleppa at eiga í fyritøkum í fiskivinnuni?

Enn einaferð hava politikarar fragd av at kjakast alment um útlendskan ognarrætt í fyritøkum í fiskivinnuni. Tað hendir javnan, men legg ikki í, tí eg vænti ikki at ætlanin er at broyta nakað nevnivert.

Eg kenni einki til nakran gravgang eftir at gera íløgur í tænastufyritøkur, handlar ella byggifyritøkur í Føroyum. Ikki so, onkur útlendingur er í handli, og hevur verið í byggivinnu, men ikki nærhendis tann gravgangur, sum er eftir fiskivinnufyritøkum. Har bukta tey seg tvøran í fíggjarligum fixfaxaríi, fyri at fáa part í avlopinum hjá føroysku reiðaríunum. 

Og hví hava útlendingar so serstakliga góðan hug á fyritøkum, sum reka fiskiskap ella ala fisk undir føroyskum lógum? 

Hvørt mannsbarn átti at vita tað, men um nakar hevur sovið í tímanum, so er frágreiðingin her:
Avlopini í roknskapunum hjá fyritøkum í fiskivinnuni er í mun til umsetningin umleið fýra til sex ferðir størri enn avlopini í øðrum vinnum í Føroyum. 

So sjálvandi kemur útlendskur kapitalur inn í fiskivinnuna – boðin ella óboðin - umvegis lán, trygdir og hvat annað veit eg, sum finnst av skýmligum roknskaparligum smogum.

Tað heilt avgerandi er kortini, at hesi avlop í aling og fisakiveiði slett ikki eru rakstraravlop, og áttu ikki at verið skrásett sum rakstraravlop. Tey eru í veruleikanum at rokna sum árligur rakstrarstudningur ella sum kapitalflyting frá Løgtinginum.

Á hvørjum ári fáa nakrar ørfáar føroyskar fyritøkur frá Løgtinginum meira enn eina miljard flutta inn í roknskapin, uttan at rætta hond frá síðu. Tí hesar fyritøkur eiga nøkur rættindi, sum einaferð í Arilds tíð vóru latin púra ókeypis. Hesi rættindi kunnu vit kalla virðisbrøv til landskassan ella fíggjarkrøv upp á landskassan, sum útlendingar eins væl og føroyingar øgiliga fegin vilja hava fatur á.

Og hvør vil ikki hava sær eitt virðisbræv til Landskassan - sum er eitt fíggjarkrav upp á skattakrónurnar hjá føroyskum borgarum? Tí at tað holið í landskassanum, sum stendst av at rættindini til fiskiskap ella til aling verða latin av hendi ókeypis, skulu føroyskir skattgjaldarar fylla upp í aftur. Vegna tess at vinnlig rættindi til tilfeingi landsins - fiskastovnar og alifirðir - verða latin fyri 

Summi halda at íløgurnar geva útlendingum ognarrætt til føroyskar fiskastovnar, men óttast ei, tí so er ikki. Teir fáa bara partabrøv í landskassanum - og ger tað nakran mun, hvørt útlendingar ella føroyingar eiga tey partabrøvini?

Tá útlendingar, sum longu kenna fiskivinnufyrisiting um allan heimin, frætta um hesi rættindi, duga teir altso betri enn allir løgtingsmenn samanlagt, at koma sær framm at pengunum.
Men nú hava javnaðarmenn og fólkaflokksmenn altso aftur funnið upp á at profilera seg við hesum snikk-snakkinum. 

Gotter, eg vendi mær bara á hina liðina.

No comments:

Post a Comment