Hóast
eg telji meg sjálvan millum kritikarar landsins, haldi eg meg ikki
teljast millum grenj landsins.
Hóast
nógv er at finnast at, so kann eg dagliga undrast yvir hvussu væl
vit hava fingið samfelagið at hanga saman – vit fáu tandur úti
á hesum naknu klettunum. Satt at siga haldi eg tað vera eitt av
teimum heilt stóru búskaparligu og samfelagsligu undrunum, sum eru
at finna yvirhøvur.
Oyggjasamfeløgini eru nógv í tali – bæði tey fjarskotnu í
Kyrrahavinum og Indiska Havinum. Og so eru tað oyggjasamfeløgini
fram við strendur heimsins. Summi sjálvstøðug oyggjaríki, eins
og Fiji og Tonga, summi sjálvstýrandi, eins og Føroyar og
Guernsey. Og so onnur assimilerað í meginlandið bæði
búskaparliga, mentunnarliga og samfelagsliga í aðrar mátar, eins
og Gotland og Hetland.
So
tað at vera pinkalítið oyggjaland er einki bragd.
Men
at vera so væl skipað, so væl mentað, demokratiskt við fult
tryggjaðum mannarætti, og so búskaparliga ríkt – sí, tað er
eitt bragd.
At
lenda her á oyggjunum og stríða seg til bara lívsins uppihald,
ber til at gera av neyð. Men at skapa eina samfelagsliga heild, sum
í túsund ár og meira hevur borið higar fram, er eitt søguligt
heimsbragd. Tú skalt leita bæði væl og leingi, til at finna eina
so góða sólskinssøgu sum hesa.
Hetta
skrivi eg ikki bara fyri at leggja meg út í orðaskiftið um at
vera glaður um sítt heim og errin av sær sjálvum. Men eg skrivi
tað, tí at hetta havi eg fyrr havt frammi, og javnan havi havt tað
frammi í texti og røðum.
Vit
fimmti túsund føroyingar kunnu vera ernir av at teljast millum
heimsins ríkastu, tryggastu og fegnastu fólk. Vit hava í felag –
frá hinum fyrsta, sum steig á land, og fram til okkum fimmti túsund
– tilevnað eina politiska, mentunnarliga og búskaparliga
samfelagseind, sum er hin komplexi, men kortini einfaldi, karmurin um
hesa fantastisku tilveruna.
Sjálvandi
leggja vit tað ikki til merkis, tí vit búgva mitt í herligheitini
hvønn dag. Men tað undrar ein og hvønn teirra, sum búgva í
risastórum samfeløgum, at hetta yvirhøvur ber til.
Eg
sigi at vit føroyingar, vit vita av hvussu væl hetta hevur hepnast.
Men tað er nokk ikki heilt satt. Tí vit geva tí slett ikki gætur.
Geva
vit okkum far um, at vit helst eru einasta fólk og land í heiminum,
sum við industrialiseraðum fiskiskapi sum einasta vøruídnaði,
telist millum heimsins ríkastu?
Geva
vit okkum far um, at vit hvørja viku fylla landið við øllum
teimum hentleikum, sum vesturheimurin hevur at bjóða, til umskiftis
við bara eina einstaka einfalda vøru – fisk?
Geva
vit okkum far um, at vit, sum eru so fjarskotin frá umheiminum, hava
millum best útbúnað fólkk í heiminum?
Geva
vit okkum far um, at vit fimmti túsund tandur hava flestu
samfelagsligu institusjónirnar, sum eitt framkomið demokratiskt
ríkið hevur?
Vit
hava nógv at vera errin av.
Og
hóast vit eru ósamd um politisk mál, so hevur hvør einstakur
okkara pláss í hesum fitta lítla maskinarínum, sum er samfelagið
Føroyar. Og tað er akkurát politiska ósemjan og politiska
ágrýtnið, sum eyðkennir eitt livandi og lívført samfelag.
Sjálvandi
skal pláss vera fyri gomlum grenjum. Vit eru so mong, sum høvdu
stórar revolusjonerar ætlanir, sum ikki eydnaðust. Onnur vildu
bara hava smáar broytingar, sum kanska koma so seint og spakuliga,
at tú gáar ikki eftir tí. Og so kann man blíva eitt gamalt grenj.
Friður verið við tí.
Kanska
eri eg, uttan at vita av tí, eitt av hesum gomlu grenjunum. Men
sjálvt gomul grenj fáa viðhvørt hug at syngja ”Halleluja”.
Júst so! Og tað er akkurát politiska ósemjan og politiska ágrýtnið, sum eykennir eitt livandi og lívført samfelag. Haleluja !!! Kann ikki vera meira samdur ! :)
ReplyDeleteNú fekk Ræðuliga Gott fastar tøkur á Hermanni eisini. Far heldur aftur til tað góða gamla helvitis grenji. Tað var vert at lesa.
ReplyDelete