Minnast tit Chemical Ali – eisini
nevndur Comical Ali?
Tað var hann, sum stóð í logandi,
sundurbumbaða Bagdad og fortaldi altjóða pressuni, at nú var
sigur í hondum. Fíggindin var niðurbardur. Aftan fyri hann logaði
allur býurin.
Soleiðis tykir mær at okkara
landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Vestergaard, stendur í
Føroyalands miðstað og pástendur at ongastaðni í heiminum verða
fiskirættindi seld á almennum og fríum uppboð.
Eitt av fáu londum heimsins, sum í
stóran mun hevur loyvt almennari kappbjóðing um fiskirættindini,
eru nettupp Føroyar!!!
Á hvørjum einasta ári selja privatir
kvotabarónar fiskirættindi fyri miljónir, og fyri hundraðtals
miljónir. Fiskirættindi, teir ongantíð áttu part í. Eg minnist
heilt týðuliga tveir av ríkastu reiðarum landsins selja fyri
fleirfald hundrað miljónir í almennum fiskirættindum – fyri
egnan vinning.
Crasy, men satt.
Norski professarin í
fiskivinnubúskapi, Torbjørn Trondesen, hevur skrivað eina grein um
uppboðssølu av fiskirættindum, sum eitur ”Development and status
for administration of the world fisheries”, har hann púrasta
gloymur Føroyar burturímillum!
Fremstu lond heimsins at halda
uppboðssølur av fiskirættindum eru Ísland og New Zeeland. Enntá
í heimlandi hansara Noreg fer slíkur ólevnaður fram. Rusland og
Estland hava roynt seg við uppboðssølu av rættindum, sum tað
almenna stóð fyri. Og sjálvur hevur hann ráðgivið Chile ella
Kili í almennari uppboðssølu av fiskirættindum. Annars snýr
greinin seg um uppboðssølu av fiskirættindum í USA.
Men tað er í Føroyum, at allarmesta
uppsoðssølan fer fram.
Tá Eiler Jacobsen og Osmundur
Justinussen seldu tann partin av ogn Føroya fólks, teir høvdu
fingið í varðveitslu, var tað almenn uppboðssøla av
fiskirættindum. Og onki petti annað. Øll tey rættindi, sum seld
eru, síðani Føroya Løgting í myrkaspæli lat reiðarunum tey í
varðveitslu, eru seld á almennum uppboð.
Tað er bert myrkaspæl, og onki annað,
tá landsstýrismenn skymast í kring og látast ikki at vita hvar í
heiminum fiskirættindi verða seld á uppboð.
PS:
Vinurin og starvsfelagin, Eyðun Jacobsen, skrivaði mær hesa rættleiðing um teir báðar Chemical og Comical, sum eg helt at øll áttu at lisið:
PS:
Vinurin og starvsfelagin, Eyðun Jacobsen, skrivaði mær hesa rættleiðing um teir báðar Chemical og Comical, sum eg helt at øll áttu at lisið:
Fy fy fy fy
Chemical Ali og Comical Ali eru ikki somu menn.
Komiski eitur Muhammad saeed al-Sahhaf og evnafrøðiligi eitur Ali Hassa al-Majid.
Tann evnafrøðiligi var bartrogið sum vistnokk gassaði kurdar og tað sum verri var. Komiski var bara komiskur
Hvørji rættindi hevur tú skaffað okkum?
ReplyDeleteUm vit syggja burturfrá,Eiler og Àsmundi, hvør hevur so selt fiski rattindi fyri ovurhonds nógvar pengar???. Tú má duga at skilja ímillun Viðri á einun skipi og Søluviðri á einun skipi, Eitt skip uttan fiskiloyvi, kan ikki seljast fyri nógvan pening, tí tú kann ikki forenta eitt skip við ongun, men skipi hevur eitt høgt viðri alíkavæl, tað er kanska ny classa, ny yvurhála Høðusmotor og ljósmaskinur, fyri fleir millióna beløbir, men uttan fiski loyvi so so kan tad ikki seljast. 2 dømir eru um vanvittigar upphaddir, blív nú ikki við at mæla bert um tey tilfeldini, men hygg uppá restina av flotanun
ReplyDeleteElian
Hevði tað verið so væl, at bara hasi reiðaríini høvdu havt selt, so var væl farið. Men so er ikki. Kári Petersen vísti í sínum fyrilestri á sølur av fiskiloyvum hjá 10 skipum, sum ikki eru neyðug hjá mær at taka uppaftur. Fyrilesturin finnur tú her http://www.tjodveldi.fo/forsida/tidindi.aspx?NewsID=2882
DeleteMen tað átti at verið nóg ræðandi, at tað hevyr latið seg gera hjá hasum tíggju. Tí tað eru potesiellu sølurnar, sum í dag eru hóttanin móti suverena rættinum hjá tjóðini á fiskiríkidøminum.
Hví skulu teir ikki kunna selja rættindini,hava teir ikki sjálvir skapað tey? Pengar eru ikki alt, og Ásmund hevur bygt fleiri stór supply skip saman við Tummasi. Heldur tú at AP Møller skal sita á øllum supply-marknaðinum? Eru tað reiðararnir sum ábyrgdast, tá ið lógarsmiðirnir í Tinganesi ikki duga at skipa lógirnar?
ReplyDeleteHvønn skaða hevur føroyska samfelagið tikið av at Ásmund og Eiler hava selt fiskiloyvini?
Heilt erligt, tit eru smáborgarligir.
Eg havi ikki pettið ímóti at reiðarar selja síni skip og sína útgerð. Men at selja virðismikla ogn, sum teir einki eiga í, tað má sjálvt tú duga at síggja, at tað ber ikki til.
ReplyDeleteTað er skaðiligt upp á so mangar mátar.
Men nóg mikið man vera at siga, at vit kunnu fíggja alt hitt føroyska heilsuverkið við pengum, sum í dag enda á skeivum stað.
Annars kundi eg hugsað mær at sæð gronina á tí, sum kallar meg smáborgarligan.