Mær ger tað ongan mun um nýggj
farleið millum Havnina og Skálafjørðin verður undir privatum
ella almennum ræði. Ja, mær ger eisini tað sama um nøkur nýggj
farleið verður yvirhøvur. Eg fari ikki at gjalda nakað betýðiligt
av henni kortini.
Men mær ger ikki tað sama um
almennir myndugleikar í fávitsku binda meg og hinar
skattgjaldararnar til at gjalda óneyðugar útreiðslur til
pengasterkar einstaklingar. Og tað kann so lættliga henda í hesum
føri, tá privati pengasterki fíggjarin hevur so góð kort á
hondini í mun til ein illa mannaðan almennan mótpart.
Man kann hugsa sum soleiðis: Um tað
var púra vist, at ivaleyst av fólki fór at brúka tunnilin, so at
fíggingin ongantíð kom í vanda, tá var tað so einfalt at gera
nýggju farleiðina. Men verður roknað við einum ávísum váða,
so kann avkastið til kapitalin gerast soltið – ella onki. Í
minsta lagi eina tíð.
Lat so bara onkran pengasterkan part
taka váðan – onkran, sum bara vil sleppa at plasera pengar í ein
fart til eitt rímuligt avkast. Og í løtuni er ivaleyst til at tí slagnum.
Mær tað sama – um tað altso er
tann pengasterki privati, sum tekur váðan á seg.
Og orðið ”rímuligt” er
haraftrat rættuliga avgerandi, tí vit fara ikki at tryggja nøkrum
pengasterkum privatum parti órímuliga stórt avkast í so drúgt
áramál, ha?
Í veruleikanum vendur søgan
soleiðis, at tað almenna biður ein privatan um at framleiða eina
tænastu fyri seg, aftur fyri at sleppa at taka pengar fyri
tænastuna. Tann privati skal framleiða eina tænastu og royna at
selja hana. Hetta er tann einfaldi parturin av søguni. Tað, sum
ikki er so einfalt er, hvussu stóran váða ið tann privati
parturin av sonnum tekur á seg.
Verður honum tryggjað ein ávís
inntøka (ella nýtsla av tænastuni) um árið, so hevur tann
privati fingið flutt part av váðanum yvir á almenna partin.
Tað er oftast tað, sum er skrivað
við smáum, sum er avgerandi. Og tá er at hopa at okkara illa
útgjørdu almennu myndugleikar hava fingið sær óhefta
búskaparfrøðiliga ráðgeving, so at teir ikki hava bundið
komandi skattgjaldarar til óhepnar ella skaðiligar treytir.
Av røttum átti at havt verið
kapping um at sleppa fram at at gera tunnilin. Var kapping millum
fleiri partar, høvdu vit havt eina ávísa trygd (ella ábending) um
at verkætlanin er skilagóð. Og haraftrat høvdu vit havt fingið
ábendingar um prís – í fríari kappbjóðing – sum hevði havt
givið okkum besta grundarlagið at taka avgerðina á.
Men skal man taka landsstýrismannin
fyri fult, so hava myndugleikarnir vent sær til fleiri privatar
partar, men so lítil áhugi var at finna, at bara tann eini var so
frægt áhugaður at tosa við, at reellar samráðingar kundu fara
fram.
Hetta er eitt keðiligt tekin, sum eg
hevði tulkað sum ávaring um at steðga á. Ikki minst tí at pengar úr allari verðini leita norðureftir, sjálvt til heilt lítla rentu - tætt við null prosent avkast - bara fyri at sleppa frá ov stórum tapi.
Tað bendir í sjálvum sær á at
váðin verður hildin at vera stórur og at landsstýrið kann hava átikið sær ov
mikið av váðanum, fyri at fáa tann privata partin at koma upp í
leikin.
Hetta er gitingar, gamaní, men gitingar við fleiri ára royndum av hvussu landsstýri hava húsast við felagsogn tjóðarinnar.
No comments:
Post a Comment