Umsett eftir grein Jóns
Steinssonar, kennara í búskaparfrøði við Columbia University
Nú er tað so, at ríkið eigur hús
sum tað ikki sjálvt hevur brúk fyri í løtuni. Húsiini eru vorðin tjóðarogn og tí sleppur landið ikki at selja tey. Ríkið
ætlar sær tí at leiga onkrum húsini. Men heldur enn at leiga tey
til tann prís, sum fæst á fría marknaðinum, avger ráðharrin at
leiga teimum húsini, sum guldu fyri valstríð stjórnarflokkanna,
og tað fyri eina leigu sum bara er fimtiparturin av tí, sum hevði
fingist á fría marknaðinum – 10 milj.kr heldur enn 56 milj.kr.
Tá tað frættist um hesa avgerð, halda nøkur hetta at vera eina gølu. Tey siga at ráðharrin eigur
at tryggja ríkinum fult marknaðarvirði fyri húsini.
Ráðharrin svarar uttan at blunka,
at í veruleikanum fer hesin avsláttur í húsaleiguni at økja
inntøkurnar hjá ríkinum, tí nýggju leigararnir fara at gera
fleiri íløgur og skapa fleiri størv. Flestu skilja at hetta er
skilaleys tala og spyrja tí ráðharran: Hvat er tað serstaka við
hesum leigarunum, sum rættvísger avsláttur í leiguni? Við hasum
undanførslum átti ríkið at givið øllum virksemi í landinum
studning.
Tá svarar ráðharrin at lága
leigan er neyðug av tí at einstakir av leigarunum – serliga teir,
sum tóku risastór lán til ørligar íløgur áðrenn kreppan kom –
orka ikki at bera fulla marknaðarleigu og høvdu tí farið á
húsagang, um teir vórðu noyddir at gjalda fult virði.
Almenningurin hyggur undrandi at ráðharranum og spyr: hví skulu
vit halda gangandi fyritøkur sum ikki megna at gjalda tann prís
fríi marknaðurin ásetur? Fleiri onnur høvdu smekkað til, um tey
sluppu framat.
Nú órógvast ráðharrin, men fær
kortini eitt frálíkt hugskot. Hann sigur: Hendan leigan er ikki
annað enn skattur, og skattur er av tí ónda og teir eiga tí at vera lítlir, og hví skulu hesir leigarar gjalda serstakan skatt, og tey sum
vilja áleggja teimum serstakan skatt eru ikki annað enn ramastu
kommunistar. Almenningurin klórar sær í nakkanum. Er maðurin í
ørviti? Eyðvitað er tað slett ikki tað sama krevja leigu sum tað er at krevja skatt.
Ráðharrin ressast: hvat vita tit
við tykkara Excel ørkum um hvør ið rætta leigan er fyri hesi
hús? Almenningurin má viðganga, at tað er ikki so eyðsýnt hvør
marknaðarleigan fyri hetta tiltikna hús man vera. Men almenningurin
minnir ráðharran á, at tað er so einfalt at finna fram til tað
við at halda uppboð. Tá melur fyri ráðharranum. NEI!!! Tá
verður ruðulleiki!! Ruðulleiki!! Ruðulleiki!!
Tá søgan er komin higar fer
almenningurin at ivast í um ráðharrin er heilt sannorðaður. Men
av onkrari orsøk ger almenningurin ikki meira við málið og loyvir
ráðharranum framhaldandi at hjúkla um húsaleigararnar. Tá komið
verður fram at næsta vali er grunnur stjórnarflokkana aftur
fullur.
No comments:
Post a Comment