Hóast Münchhausen var barónur og ikki kvotagreivi gjørdi hann onkran túrin á hestbaki |
Stórur meiriluti av veljarunum tekur undir við at myndugleikarnir styðja seg til vísindaligu tilráðingina, tá um ræður fyrisitingina av felags fiskatilfeingi landsins. Bæði tá um ræður vinnuligu atgongdini til fiskirættindini og tá um ræður lívfrøðiligu umsitingina, vil stórur meiriluti av veljarunum hava, at myndugleikarnir fylgja ráðunum frá fakligu ráðgevingini, heldur enn ynskjunum hjá tí vinnu, sum beinleiðis fær ágóðan av sínum egnu ráðum.
Í
eini granskingarverkætlan eru 1.400 veljarar í novembur 2014
spurdir um støðu sína til ymisk mál viðvíkjandi
fiskivinnupolitikki. Endamálið er at kanna samband millum
støðutakanir og samband millum støðutakan og onnur viðurskifti
av sosialum slag.
Meðan
granskingarverkætlanin heldur fram, ber saktans til at leggja uppúr
av einføldum hagfrøðiligum úrslitum. Nøkur teirra eru hesi sum
staðfesta meiningar hjá veljarum um reguleringina av fiskiskapinum
– bæði hina fiskifrøðiligu reguleringina og so hana, sum meira
politiskt stríð hevur verið um seinastu árini – hina
búskaparligu reguleringina av atgongd til fiskirættindi.
Tey
spurdu eru tilvildarliga vald burtur úr fólkayvirlitinum, og
svarini ið her verða løgd fram, eru einfaldar óvektaðar
samanteljingar. Spurningarnir eru neutralt orðaðir, men samstundis
settir á einum máli sum flest verða hildin at skilja. Spurt verður
eisini fleiri vegir, so at minst møgulig leiðbeining liggur í
spurninginum.
Tilfarið
úr spurnarkanningini verður brúkt í øðrum høpi eisini, so í
hesum umfari verður mestsum bara sagt frá støðu veljaranna sum
heild, men greitt verður kortini eitt sindur frá møguligum muni í
støðutakan kring landið.
Fult gjald fyri fiskirættindi
Fyri
at finna fram til støðu veljaranna til prinsippini viðvíkjandi
politiska regluverkinum um atgongd til fiskirættindi, vórðu tey
spurd hvussu samd ella ósamd tey vóru í hesum orðingum:
-
”Tað almenna skal lurta meira eftir Búskaparráðnum enn eftir reiðarunum og royna at fáa fult gjald (um leið 900 miljónir) fyri fiskirættindini”
-
”Fiskiskip eiga at fáa rættindini (kvotur og fiskidagar) ókeypis frá landinum”
Upp
á fyrra spurningin svaraðu 801, og 458 teirra søgdu seg vera meira
ella minni samdan í orðingini, 121 søgdu seg meira ella minni
ósamdan meðan 222 ikki vitstu at svara.
Tað
vil siga at 57,2% halda at lurtast skal eftir Búskaparráðnum tá
tað sigur at fult gjald (um leið 900 miljónir) skal fáast fyri
fyri fiskirættindini. Ósamd eru 15,1% og tey ið ikki taka støðu
eru 27,7% av veljaraskaranum. Hagfrøðiliga óvissan liggur í hesum
føri millum 2,5 og 3,4 prosent.
Tað
eru sostatt næstan fýra ferðir so nógv, sum vilja hava at lurtast
skal eftir Búskaparráðnum í hesum málinum um at fáast skal fult
gjald, einar 900 miljónir um árið, fyri fiskirættindini. Talan er
eisini um greiðan meiriluta av veljarunum, hóast hagfrøðiliga
óvissa verður íroknað.
Upp
á seinna spurningin er svarið minst líka greitt frá
veljaraskaranum, tí at 62,8% svara at tey eru ósamd í hesum
uppáhaldi, meðan 17,1% eru samd. Í hesum føri eru 20,2% sum ikki
taka støðu í málinum. Í hesum føri er hagfrøðiliga óvissan
liggur millum 2,4 og 3,6 prosent.
Her
eru tí eisini knappliga fýra ferðir so nógv, sum eru ímóti at
skipini fáa rættindini at fiska ókeypis frá landinum, so her
tykist vera samsvar millum svarini upp á ymiskliga orðaðu
spurningarnar, sum tí gevur betri vissu um svarini.
Niðurstøðan
av hesum er tí at meiriluti av veljarunum eru ikki sinnaðir at lata
reiðaríunum fiskirættindini ókeypis. Eisini er niðurstøðan at
greiður meiriluti av veljarunum vilja hava at Løgtingið tekur fult
gjald fyri fiskirættindini, eins og fyriskrivað er fleiri ferðir
av Búskaparráðnum.
Hetta
er landspolitiskt mál, og tí er mest áhugavert at staðfesta
støðuna í veljaraskaranum sum heild. Men greitt er at politisku
flokkarnir slota nógv eftir hvussu ymsu valdømini eru til sinnis um
hesi málini.
Hóast
nakað av muni sjálvandi er millum landspartarnar (sýslur í hesum
føri), so er ongin ivi um sjálvan meirilutan. Hóast hagfrøðiliga
óvissan gerst størri í sýslunum enn í landsúrslitinum, so er
bert á Sandoynni at nakar ivi er um meirilutan. Tað tykist tí
rættuliga haldføst niðurstøða, at um alt landið er meiriluti
ímóti at lata fiskirættindi ókeypis av hondum.
Stovnsrøktin latast fiskifrøðingum upp í hendi
Til
at finna fram til støðu veljaranna til ásetingina av fiskidøgum
og stødd á kvotum, vóru tey spurd hvussu samd ella ósamd tey vóru
í hesi orðing:
-
”Løgtingið eigur at lurta meira eftir Havstovuni enn eftir reiðarunum, og skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu við millum 20 og 70 prosentum”
Og
síðani skuldu tey velja millum at svara ”Fiskifrøðingarnir”,
”Fiskivinnan” ella at tey ikki taka støðu í málinum, tá tey
vórðu spurd:
-
”Hvør átti at havt avgerandi orðið um fiskidagar?”
Fyrra
spurningin er lítil ivi um millum veljararnar. Heili 62% svaraðu
spurningin játtandi, meðan 13,1% hildu ikki at lurtast skal meira
eftir Havstovuni enn eftir reiðarunum í málinum um stovnsrøkt.
24,9% vitstu ikki at svara. Eins og í øðrum av spurningunum er
umboðanin úr Sandoynni so lítil at ivi stendst um úrslitið, men
í øllum øðrum sýslum var greiður meiriluti fyri at gera sum
Havstovan hevur mælt til seinastu árini viðvíkjandi
botnfiskastovnunum undir Føroyum. Hagfrøðiliga óvissan er millum
2,3 og 3,4 prosent.
Í
spurninginum um hvør ið átti at havt avgerandi orðið at siga í
tilráðingini um fiskidagar, svaraðu 58% av veljarunum at tað áttu
fiskifrøðingarnir, meðan 17,6% meintu at tað eigur fiskivinnan,
uttan at vit nágreintu meira hvør ið tað kundi verið. Tað vóru
soleiðis 3,3 ferðir fleiri, sum vildu hava fiskifrøðingarnar at
hava avgerandi orðið at siga í málinum, og bara í Norðoyggjum
var undirtøkan fyri fiskfrøðingum minni enn tvífalt so stór sum
undirtøkan fyri at fiskivinnan skuldi hava avgerandi orðið at
siga. Hagfrøðiliga óvissan er millum 2,7 og 3,5 prosent.
Niðurstøða
Stórur
meiriluti av veljarunum tekur undir við at myndugleikarnir styðja
seg til vísindaligu tilráðingina, tá um ræður fyrisitingina av
felags fiskatilfeingi landsins. Bæði tá um ræður vinnuligu
atgongdini til fiskirættindini og tá um ræður lívfrøðiligu
umsitingina, vil stórur meiriluti av veljarunum hava, at
myndugleikarnir fylgja ráðunum frá fakligu ráðgevingini, heldur
enn ynskjunum hjá tí vinnu, sum beinleiðis fær ágóðan av sínum
egnu ráðum.
Hóast
1.400 veljarar vórðu spurdir undir kanningini, hava bert sløk 800
svarað øllum spurningum, teirra millum teimum fýra spurningum, sum
her eru umrøddir. Sum frágreitt, er hetta kortini ivaleyst til at
óvissan gerst so lítil, at úrslitini standa greið og ivaleys
eftir.
No comments:
Post a Comment