Umframt grønan vøxtur kundi Hulkurin saktans umboða inflasjón |
Í dag fekk eg
avbjóðandi spurningin, um ”degrowth” (vit kalla tað avvøxtur) ikki kundi koma í staðin fyri búskaparvøxtur.
Fremst av øllum
má eg viðganga, at eg veit millum lítið og einki um ”green
growth” ella ”degrowth”. Eg kenni tey bara frá heitunum
sjálvum og onkrum populergreinum, sum eg helt meg skilja – men
hvør veit? Tí tá hesi heitini síðani fleiri ferðir eru borin
sum gløðandi brandar inn á gáttina hjá búskaparfrøðini, so
skilji eg púrt einki.
Orsøkin man vera
tann misfatan, at grønur vøxtur og avvøxtur hava nakað
substansielt við búskaparfrøði at gera. Tað hava tey ikki. Tað
einasta talan kann verða um, eru onkur illgrundað álop á
búskaparfrøði frá fólki, sum svørja til grønan vøxtur og
avvøxtur.
Grønur vøxtur og
avvøxtur eru politiskar agendair og ikki búskaparfrøðilig
alternativ. Mær vitandi býr einki alternativt uppskot um
búskaparfrøði undir hesum heitum. Haðani er ikki komin alternativ
til grundvøllin í búskaparfrøði, so sum teoriirnar um marknaðir,
arbeiði, kapital, prísáseting, altjóða handil, vælferð, hitt
almenna ella búskaparvøxtur.
Búskaparfrøði
viðger vøxtur positivt í royndini at finna orsakir til vøxturin
og mangan bara assosieringar hjá staðfesta vøxtrinum við aðrar
variablar, so sum íløgur, vitan, institusjónir osfr.
Búskaparfrøði
hevur onga normativa tilgongd til vøxtur sum fenomeðn. Vit vita at
tann vøxtur, sum verið hevur, er materiella grundarlagið undir tí
mannasamfelag, vit í dag hava, við øllum teimum herligheitum og
fortreðiligheitum, sum til eru: vit liva longur, eru minni sjúk,
vita meira, hava minni strævin lív, misjavnur komfortabilitetur,
summi eta meira og eru feitari, onnur svølta og líða neyð av
ymsum slagi, vit kunnu spreingja jørðina túsund ferðir í petti,
ferðast til mánan og so mangt annað.
Fyri frøðiliga
partin av búskapi ber saktans til at taka avgerð um at vera vegan
ella LCHF (sum eg rondi at vera ;-)), at gevast við atomkraft, at
seta mark fyri útláti av CO2 og sloyfa mánaferðirnar. No problem.
Búskaparfrøði
mælir ikki til størri ella minni brúk av náttúrutilfeinginum.
Tvørtur ímóti er kjarnin í búskaparfrøði ein stremban eftir at
fáa sum mest gagn burtur úr hvørjum arbeiðstíma, hvørjari krónu
av kapitali og hvørjum kubikki av náttúrutilfeingi. Ikki eitt
einasta orð um hvussu nógvar arbeiðstímar, kapital ella
náttúrutilfeingi, vit skulu brúka – men bara at fáa so nógv
mannagagn burtur úr hvørji av teimum eindunum, sum vit politiskt
ella marknaðarliga avgera at brúka.
Tí búskaparfrøði
er frøðin um skilabestu nýtsluna av avmarkaðum tilfeingi – og
hetta er orsøkin til okkara tilmæli um at í mest møguligan mun at
brúka marknaðin til at býta tilfeingið millum brúkararnar av tí.
Her skiljast vegirnir hjá búskaparfrøðingum og so mongum øðrum
(hóast hetta framvegis einki hevur at gera við nøgdina av
tilfeingi, sum brúkt verður).
No comments:
Post a Comment