Hóast reiðararnir og teirra handgingnu illneitast inn á uppboðssøluna av fiskirættindum, so er sannleikin tann, at keypari og seljari – reiðarar og Fiskimálaráð – fóru væl nøgd frá borðinum, tá handilin var av. Gremjingin er bara politikkur. Handilin var bissnis.
At tey í
Fiskimálaráðnum vóru nøgd við søluna, er lítið at ivast í,
men kann man siga at reiðararnir vóru nøgdir, tá teir skuldu
gjalda fyri nakað, teir fyrr hava fingið ókeypis?
Ja, tað ber nemliga
væl til at siga.
Tá tú fert at
keypa tær bil – brúktan ella nýggjan – so veitst tú at tú
fært hann ikki fyri onki, men skal gjalda onkra upphædd fyri hann.
Tá tú hevur keypt, kannst tú kanska iðra teg um at tú ikki fekst
hann bíligari, men kortini so keypti tú. Og tú keypti fyri ásetta
prísin, tí at hetta var tað besta tú kundi gera undir galdandi
fortreytum um úrval av bilum, um góðsku og prís. Keypari og
seljari fóru tí nøgdir frá handlinum, tí at teir undir galdandi
fortreytum ikki vildu gjørt øðrvísi, um handilin varð kallaður
aftur og endurtikin.
Og soleiðis var við
uppboðssølunum, sum verið hava.
Báðir partar kunnu
iðra seg um fortreytirnar fyri handlinum, men kortini mugu báðir
partar ásanna, at teir helst høvdu borið seg at á sama hátt, og
tikið á leið somu stig, um handilin varð endurtikin.
Tí er onki skeivt í
at siga at báðir partar fóru nøgdir frá borðinum.
Hvørjar meiningar
partarnir annars hava um politisku og handilsligu fortreytirnar, er
ein heilt onnur søga.
Men ein onnur orsøk
er til at serstakliga reiðararnir skuldu verið meira enn væl
nøgdir. Í flestu førum hendi nemliga tað, at teir reiðarar sum
vunnu boðið, sluppu frá at gjalda prísin, teir sjálvir høvdu
boðið.
Uppboðssølan var
nemliga soleiðis skipað, at hóast vinnandi bjóðarar buðu kanska
5 og 6 krónur kilo so fingu teir rættindini fyri 4 krónur kilo, tí
tað var minsta boðið sum vann á marknaðinum. Allir skuldu gjalda
minsta boð, og ikki sítt egna boð.
Tann, sum bjóðaði
mest (í hesum upphugsaða dømi 6 krónur), hann fekk fiskin fyri
33% minni prís enn hann vildi havt goldið! Ikki eiti á avsláttur!
So – saman um
tikið – undir galdandi fortreytum fóru báðir partar væl nøgdir
frá handlinum.
Og bít merki í, at
”galdandi fortreytir” ikki eru tilvild. Tær eru nemliga
løgtingslóg, lóg landsins. Og hon skal sjálvandi haldast.
Ymsar kunnu
meiningarnar vera um lógina og kunngerðina um uppboðssølu av
fiskirættindum, og tær meiningarnar dystast á politiska vøllinum,
til tann dag tá endalig støða er tikin um málið. Tí hetta var
nettupp royndaruppboðssøla, til at fáa royndir til endaligu
støðutakanina.
Reiðarafelagið og
reiðararnir kunnu saktans vena og gremja seg fyri at fáa
fortreytirnar broyttar til næstu ferð. Men einstøku reiðararnir,
sum vunnu boðini – teir eru væl nøgdir.
Á politiska
vøllinum eru vit øll luttakarar, og har eru so ymsar meiningar um
málini.
Men handilin, sum
fór fram á uppboðssøluni, er ikki at elta upp í politisk mál,
tí handilin fer fram á heilt øðrum vølli. Og á tí vøllinum –
handilsvøllinum – har fóru báðir partar væl nøgdir frá
borðinum.
Á politiska
vøllinum fer dysturin at halda fram.
Góðan dyst og góða Ólavsøku
No comments:
Post a Comment