Í orðaskifti er ongantíð orsøk at vera hástórur og speirekandi í orðalag, men tað var samrøðan eg hevði við Dimmalætting í farnu viku so heilt vist. Lemjandi atfinningar uttan sakliga grundgeving er tað bera orðabrask, og av tí at eg haldi orðalagið var ivaleysa hástórt og undirlendið sera skirvisligt, má eg fyri at bera í bøtuflaka leggja hesi orðini aftrat.
Vanliga eru frágreiðingarnar frá Danmarks Nationalbank heilt góðar. Í tíðini sum stjóri á Hagstovuni hevði eg mestsum hvørt ár vitjan av høvundunum, og tey vóru altíð hóvlig og vitandi fólk, eins og frágreiðingarnar vóru sakligar og lærdar.
Soleiðis
var tíverri ikki á hesum sinni, og tað rokni eg bara við at
Danmarks Nationalbank longu hevur tikið til eftirtektar.Danmarks Nationalbank
Í hesum døgum
eru fleiri sum kynda undir søguna um at búskapur okkara er
ovurhitaður, og at við tí kunnleikanum í huga mugu politikarar og
avvarandi myndugleikar tátta í, har táttast kann, fyri at køla
búskapin niður. Og hetta skal sjálvandi gerast, tí at tað er
best fyri búskapin og tí eisini til besta fyri borgarar landsins.
Onkur fer kanska so langt sum at siga at hetta skal gerast fyri at
bjarga húskjum landsins undan búskaparligari vanlukku, sum stendst
av, um ikki lurtað verður eftir ávaringunum.
Fólk og stovnar
hava nógv hugskot um hvørji búskaparlig ella búskaparpolitisk
átøk áttu at verið framd, og tað er sum tað eigur at vera:
framtíðar búskapurin er tey korini, vit øll skulu liva undir, tá
tann dagur kemur. Tí eru tað okkara rættur (og meira ella minni
eisini skylda) at hava meiningar um hvussu búskapurin skal
handfarast í dag.
Tá avvarandi
stovnar siga sína meining um búskapin og búskaparpolitikkin, tá
lurta vit sjálvandi meira gjølla. Tá Búskaparráðið skrivar at
vit helst eru í uppsveiggi, og at vit sostatt nærkast markinum fyri
hvussu nógvum virksemi pláss er fyri aftrat, er tað kortini við
tí fyrivarni, at tey hagtøl sum ráðið grundar hesar metingar í,
á tvinnanda hátt hóska illa sum botnur undir haldgóðum metingum:
partvíst eru tey hagtølini vit hava um heildarbúskapin sein
ávegis, men meira avgerandi at tey heilt avgerandi hagtølini hava
vit slett ikki.
Hendan eyðmjúka
hugburð heldur Danmarks Nationalbank eftir øllum at døma ikki vera
neyðugan, tá stovnurin í seinasta ritinum ”Kvartalsoversigt,
3.kvartal, 2016” skrivar at ”der er risiko for overophedning”.
Men beint tvørturímóti tekur Danmark Nationalbank uppaftur fastari
um hesi ófullfíggjaðu hagtølini, og tvíheldur um at
”Produktionen er samlet steget med 21 pct., siden opsvinget
begyndte i 2013.” Danmarks Nationalbank vísir ferð eftir ferð
til Búskaparráðið og til Fíggjarmálaráðið, og endurgevur
m.a. Búskaparráðið fyri at meta at ”produktionen skønnes at
stige 8,5 pct.”, væl vitandi at hetta er skeivur boðskapur at
bera fram, og ikki haldbærur boðskapur undir metingum um hvussu
álvarsamt uppsveiggið er.
Í fyrsta lagi
skundar Danmarks Nationalbank undir misskiljingarnar, tá stovnurin
endurtekur metingar um BTÚ í ársins prísum at vera ”stigning
i produktionen”. Tí tað er nettupp tað, sum hetta talið
ikki sigur nakað um. Í fyrsta lagi er BTÚ uppgerðin av
virðisøking og ikki framleiðsluvirði, men lat tað fara. Verri
er at Danmarks Nationalbank letst at hava hagtøl um framleiðsluna í
Føroyum, tá talan nettupp er um broytingina frá 2013 til 2016 í
ársins prísum, og sum tí nettupp kann vera meira prísvøxtur enn
framleiðsluvøxtur. Hetta vita tey væl, men velja kortini at blása
hendan skeiva boðskap út um geilar. Í triðja lagi eru hesi hagtøl
ikki uppgerðir, bygdar á regluligar og detaljeraðar upplýsingar,
men eru gitingar um BTÚ í 2016, sum bygt er á gitingar um BTÚ í
2015, sum aftur er bygt á gitingar um BTÚ í 2014, sum er giting
bygd á seinastu sonnu uppgerðina av BTÚ í 2013.
At prátið
ímillum manna um búskaparstøðuna byggir á so ófullfíggjað og
so soltið og so tunnligt grundarlag, er sín søk. Men at tann
búskaparfrøðiligi stovnurin í ríkinum, sum átti at brýggja seg
mest um umdømið, fer so lættliga og so óvandaliga um
búskaparfrøðiligar lýsingar, berist illa í bøtuflaka fyri.
Danmarks
Nationalbank telir eisini metingina hjá Fíggjarmálaráðnum um
”bygnaðarliga hallið” sum eina av skorðunum undir
metingum bankans, tá tey skriva: ”Landstyret vurderer, at det
strukturelle underskud på den offentlige saldo i 2016 bliver 1,1
pct. af BNP.” Tað er bankans skylda at tryggja sær at skil er
í teimum upplýsingum, ið metingarnar verða bygdar á, og tað
hóskar seg sera illa hjá Danmarks Nationalbank at endurgeva Føroya
Landsstýri um so torgreidd hagtalsmát sum framleiðsluglopp, ið er
grundarlagið undir metingum um bygnaðarligu støðuna í almennu
fíggingini. Føroya Landsstýri er ein politisk samgonga, sum hevur
serlig politisk áhugamál, og sum tí ikki er eftirfarandi sum
partsleysur kunningarstovnur.
(Hjá teimum, sum
kenna til mát av hesum bygnaðarliga halli, er tað mestsum
skemtiligt at bankin endurgevur meting hjá Føroya Landsstýri við
einum desimali!)
Metingin av
bygnaðarligu støðuni í almennu fíggingini er eitt fløkt
roknistykki, sum byggir á hugmyndina um at búskapurin sveiggjar
kring ein ás, sum er metingin av sanna framleiðslumagninum (reala
kapasitetinum) í búskapinum. Tá vit í uppsveigginum fara upp um
hetta mark, kemur trýst á lønir og prísir, sum ofta stendur við
ella versnar, og kann darva komandi framgongd í búskapinum. Hetta
kalla tey úrtøkuglopp ella ”output gap”. Í javnvágini, tá
vit hvørki eru omanfyri ella niðanfyri markið, skal almenna
fíggingin javnviga. Er til dømis bert lítið avlop á almennu
fíggingini í trivaligum uppsveiggi, verður tað mett sum
bygnaðarligt hall, heldur enn avlop, tí avlopið er minni enn tað
”eigur at vera” sambært metingini av úrtøkugloppinum.
Men øll hendan
glæsiliga borgin skal byggjast á haldgóð hagtøl um hina sonnu
gongdina í búskapinum, og tað er óðamannaverk at seta nakað sum
helst álit á metingina um úrtøkuglopp og bygnaðarliga
fíggingarstøðu, tá grundarlagið er meira ella minni svikaligt.
Tað er enntá so galið, at væl mannaðir búskaparfrøðiligir
styovnar í londunum kring okkum, sum hava atgongd til dygdargóð
títt útgivin hagtøl um sonnu støðuna í búskapinum, koma fram
til ymisk mát av hesum úrtøkugloppi og eisini av bygnaðarligu
fíggingarstøðuni. (Tey hava eitt nú atgongd til altavgerandi
kvartárligar uppgerðir av BTÚ í føstum prísum, sum eru at rokna
sum styrkin í ásinum, búskapurin sveiggjar um.)
Í teimum førum
Danmarks Nationalbank letst at endurgeva føroyskar stovnar og
myndugleikar, eigur bankin at vita betur, og eigur greitt at siga frá
tí óvissu, sum allar hesar metingar eru bygdar á. Og eisini hevði
tað hóska seg at bankin gjørdi vart við álvarsomu støðuna, at
so lítið er at halda um í búskaparligu hagtølunum.
Men tá stovnurin
sjálvur, uttan at vísa til onnur, skrivar at ”Bilsalget er
sædvanligvis en god indikator for udviklingen i det private
forbrug”, so má sigast at hetta í minsta lagi er villeiðandi
upplýsing til meiniga lesaran. Tí bilasølan (eins og
húsaprísirnir) eru ikki ein beinur vísari fyri gongdina í restini
av húsarhaldsnýtsluni. Undir kreppum er vanligt at bilakeyp vera
skotin fram í tíðina, tí minkandi inntøkur og óvissa um
framtíðar inntøkur taka dirvið frá okkum at keypa bil. Fólk
halda longur um gamla bilin, men tá kreppan loysnar og gongd kemur á
búskapin aftur, er í hesum føri drúgt goymdur tørvur a
bilakeypi, sum reisist munandi brættari í uppsveigginum, enn restin
av húsarhaldsnýtsluni.
Í Danmark minkaði
skrásetingin av nýggjum bilum nógvar ferðir meira enn restin av
húsarhaldsnýtsluni undir harðastu kreppuni í 2009, men fór
síðani langt upp um húsarhaldsnýtluna árini eftir, og er enn í
risafetum vaxandi, meðan húsarhadsnýtslan annars stendur í stað,
mátað í nøgd.
Tað er tí ikki
rætt sum Danmarks Nationalbank skrivar, at brádliga vaxandi
bilasølan er ”god indikator” fyri gongdina í restini av
húsarhaldsnýtsluni. Hvørki í Føroyum ella í Danmark.
Danmarks
Nationalbank má vita at orð bankans altíð lenda sum tungt lodd í
vágskálini hjá pørtunum í orðaskiftinum um hvør ið rætti
búskaparpolitikkurin er undir galdandi viðurskiftum. Tað ber snøgt
sagt ikki til at stovnurin letur leka hvørja sum helst meining um
búskapargongdina í ríkinum ella pørtum av ríkinum. Vit mugu
kunna rokna við at orð bankans eru vigað á gyltari vekt.
Men tað eru tey
so ikki í hesum førinum.
At bankin í hesum
førinum hevur verið meira enn eitt sindur óhyggin við orðunum,
kemur so týðuliga til sjóndar í brotinum, sum sigur at ”Det
er vigtigt at processen . . . sikrer flerårige licensperioder, der
understøtter invetseringerne i erhvervet”, tá bankin ger seg
til dómara yvir hvussu fiskivinnan skal skipast í Føroyum.
Hetta má sigast
at vera eitt mál, sum liggur rættuliga langt frá spísskompetansuni
hjá einum seðlabanka, og tí kunnu orðini sanniliga ikki sigast at
bera nakra vekt at skriva heim um. Men so er hetta kortini Danmarks
Nationalbank, sum aftur her spælir kortini við einum ávísum
autoriteti, hóast hann eftir mínum tykki meira at kalla ger sær
fyri skommum.
Men søgan endar
ikki her, tí spurningurin um hvussu gongdin er í búskapinum, er
bara byrjanin til eitt annað mál, sum er í fleiri pørtum. Tað er
spurningurin um tiltøk skulu setast í verk ella ikki.
Nóg mikið er
ikki at lesa hagtølini, tí her má eisini haldast skil á um onnur
meira varandi og bygnaðarlig viðurskifti enn búskaparsveiggj hava
árin á hagtølini. Og hesi bygnaðarligu viðurskiftini skulu
eisini tá vigast upp ímóti meira stuttvarandi viðurskiftunum, sum
sveiggini av natúr eru. Til dømir er ivi um hvørt missurin av
arbeiðsfólki til Noregs var at rokna sum partur av búskaparligu
sveiggjunum, ella talan var um meira bygnaðarlig viðurskifti sum
varandi toga føroyingar til Noregs at arbeiða.
Alt eftir hvussu
støðan verður mett at vera, tá skal støða takast til um nakað
skal gerast við málið, ella ikki. Og tá tað er avgjørt skal
støða takast til hvat ið er tað rætta at gera, hvussu nógv
talan er um at gera, og ikki minst nær tað skal gerast. At enda
skal eisini støða takast til um átøkini, sum gjørd vera fyri at
bøta um búskaparligu sveiggini, kunnu enda til ógagns fyri meira
bygnaðarligu málunum í samfelagnum. Tínæst skulu politiskar
semjur fáast um málið og samtykkjast í Løgtinginum – og tá at
enda vera rættstundis og skynsom tiltøk, sum virka eftir ætlan.
Hvat ið Danmarks
Nationalbank veit um føroyskan búskaparpolitikk, er ilt at siga,
men at rokna við at slík tilgongd hevði enda væl, loyvi eg mær
at ivast stórliga í.
Danmark er lítið
land, og hevur meira enn trupult við at fáa fíggjað stóru
íløgurnar í undirstøðukervið, so sum brýr, tunnlar og
tokferðslu. Føroyar eru pinkuland, og hevur fleirfalt so stórar
trupulleikar at lyfta heilt grundleggjandi íløgur, sum sjáldan
kunnu gerast hálvar ella í pørtum. Hálvir tunlar og hálv
sjúkrahús eru til lítla nyttu. Tunnilsverkætlanir fyri eina heila
miljard áttu at verið nærum ómøguligar at fremja, men kortini so
man tað fara at vera prísurin á Sandoyartunlinum, tá alt kemur
til stykkis.
Quo vadis?
Stóru og
átroðkandi íløguætlanirnar í undirstøðukervið, skúlaverkið
og heilsuverkið, eru bygnaðarlig mál, sum skulu loysast, uttan mun
til hvussu sveiggini so hátta sær. Ella, sagt á annan hátt, hesar
stóru íløgurnar koma tvørt fyri, hvussu búskaparstøðan enn er.
Tað er
opportunistiskt og fruktaleyst at mæla til at Løgtingið skal gera
stóru íløgurnar, tá arbeiðsloysi er stórt. Tí tá tað hendir
í Føroyum, verða allar lúkur skalkaðar til og øll segl repað.
Lá nakrantíð væl fyri at gera stórar íløgur eftir hasari
uppskriftini, so var tað frá 2008 og til 2013, ella har á leið.
Tá var arbeiðsloysi og gott pláss fyri almennum íløgum. Fáar
vóru gjørdar, tí at tey sum vildu hava makt í politikki, mæltu
heldur til varsemi og sparsemi enn til kostnaðarmikil átøk og
dýrar íløgur.
Um hetta eru røttu
íløgurnar at fremja (tunlar fyri kanska tvær miljardir) er ein
heilt onnur søga. Møguliga og møguliga ikki. Í hesum føri skal
bara vísast á at náttúrugivnu fortreytirnar eru hesar, at so
lítið fólkatal hevur tungar byrðar at bera í grundkostnaði til
bæði íløgur og rakstur av samfelagnum. Og tann spurningurin skal
loysast, so ella so.
Tá fleiri
búskaparfrøðingar, og nú eisini Danmarks Nationalbank, mæla til
hyggjuráðini: at drýggja almennu íløgurnar, tá má eg spyrja
sum Sjúrður Skaale í eini Facebook viðmerking: ”Er hetta
ikki bara banalt Keynes?”
Okkum nýtist
ikki Danmarks Nationalbank, at staðfesta tað eyðsýnda:
-
at arbeiðsloysið er nær null
-
at pinkubúskapurin sveiggjar meira ógvusliga enn størri búskapurin
-
at tvær tunnilsíløgur fyri nærum 2 miljardir er ov nógv upp á ein gang
Tað, okkum
tørvar, er at taka støðu til teir meira torføru spurningarnar,
sum nettupp standast av banalitetinum í upplagda resonnemanginum.
Lat meg nevna
eina av teimum meira álvarsomu tvístøðunum, sum vit sum samfelag
standa í. Stóra fíggjaravbjóðingin komandi er minkandi talið av
skattgjaldarum, sum stendst av tí óundansleppandi broytingini í
fólkatalssamansetingini. Og í hesum málinum brýtur í bæði
borð, so at siga – tey í ungu aldursflokkunum eru ov fá, og í
eldru aldursflokkunum er talið vaxandi.
Eyðsýndu
átøkini eru tí tey nevndu: at leingja tíðina á
arbeiðsmarknaðinum, sum bæði gevur gagnið av størri tali av
skattgjaldarum og minni tali av pensjónistum. Hatta var so tað
eyðsýnda. Soleiðis minka útreiðslurnar til fólkapensjón, og
hvør einstakur arbeiðir longur og betalir skatt í fleiri ár enn
væntað. Tessvegna minkar sonevnda ”bygnaðarliga hallið” á
fíggjarlógini.
Hóast ætlanin
er so eyðsýnd, hevur hevur hon kortini minni eyðsýndar
veikleikar. Landið kann illa loyva sær at bróta lyftið um tú fær
pensjón tá tú fyllir 67 uttan stórvegis ávaring. Verða tey
gomlu verandi á arbeiðsmarknaðinum longur, tá er minni pláss
fyri teimum ungu, sum vit vilja hava aftrat okkum til at halda upp
ímóti demografisku broytingini. Skulu vit so í navni sparsemis
eisini lata vera at gera stórar íløgur í undirstøðukervið, í
skúlaskap og heilsuverk?
Stutt sagt –
skulu eyðsýndu átøkini til at betra um sonevnda bygnaðarliga
hallið og átøkini um at tátta í móti búskaparsveiggjunum,
vinna á strategiini um at skunda undir íløgur og átøk til at
byrgja upp fyri demografisku broytingini og búskaparligu
avleiðingunum av henni?
Tað er til hesar
álvarsomu tvístøður, at okkum tørvar leiðbeining, og ikki at
fáa slongt ”banalt Keynes” úr innara jakkalumma.
Fyri landsstýrið
undanfarna legði Vinnumálaráðið eina ætlan um átøk, sum fóru
tættari at nettupp hesi tvístøðu, sum vit enn standa í, og fer
at vera hjá okkum langt fram í tíðir. Ritið nevndist
Heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøxtur, og tað mælti til
kostnaðarmikil átøk, sum taldu upp um 200 miljónir um árið. Og
av tí at hetta var í trongum árum beint eftir kreppuna, skuldi tú
vænta at arbeiðsskapandi átøk, sum t.d. at byggja nýtt
Fróðskaparsetur og lestrarbústaðir í størri stíl, vóru sett í
verk.
Tað, okkum
tørvar, er eina haldbæra og erliga strategi fyri framtíðina.
Síðani hetta
ritið hjá Vinnumálaráðnum kom út, er fólkasamansetingin versna
heili tvey prosentstig. Seinastu hagtølini, tey tá kendu vóru frá
januar 2011, og seinastu tølini vit í dag hava eru frá 1.januar
2016. Munurin er tann, at nú fimm ár seinni er parturin av teimum,
sum yngri eru enn sexti ár minkaður tvey prosentstig. Sambært
seinastu framrokningini hjá Hagstovuni skulu vit vænta at komandi
fimm árini fer støðan at versna við stívliga tveimum prosentum
aftrat.
Púra vist er
ikki altíð ósamsvar millum bygnaðarlig átøk og hini átøkini
til at mótganga sveiggjunum í búskapinum. Men mangan er ósamsvar.
At ongi av teimum
kostnaðarmiklu átøkunum í Heildarætlanini hjá Vinnumálaráðnum
frá 2012 eru sett í verk, stendst vælsaktans ikki av lítlum hugi,
men nettupp av hinum fyrigyklaðu mátti at stýra búskapinum: í
fyrra lagi tí at tíðirnar vóru ringar og at ”man ikki kann seta
seg í æviga skuld”, og nú tí at búskapurin sigst vera
ovurhitaður og at ”táttast má í”.
Tyngjandi
tvístøðan komandi árini stendst av at gjaldsbyrðan økist og
gjaldførið viknar, tí at parturin av fólki í arbeiðsførum
aldri minkar, meðan tørvurin á vælferðatænastum økist. Hesa
tvístøðu koma nógv grannalond í somuleiðis, men hjá okkum kann
hon gerast meira vanlukkulig. At tvístøðan kann gerast vanlukkulig
stendst av tí flytiføri, sum vit hava so mangan sæð virka í
Føroyum, sum er munandi kykari enn í grannalondunum.
Tað er ikki tí
at eg eri ein forskrektur gamalkommunistur, sum er endaður sum
ultraliberalur búskaparfrøðingur, at eg heiti á politisku
leiðsluna um ikki at royna at stýra uttan um búskaparsveiggj í ov
stóran mun. Tað er fyri av álvara at koma við betri ráðum enn
at rippa Keynes úr innaralumma. Tað er einki vinstravent at vera ov bráður at vilja neyvstýra búskapinum. Tað er bara óskettið.
Tann
búskaparstýring, sum kemur til sjóndar her heima, er ber
undanstøkking, og ikki politikkur. Tá sveiggið er niðureftir er
hallið á felagskassanum brátt stórur partur av BTÚ, og tá hevur
ongin politikari dirvið at standa við kostnaðarmikla bygnaðarliga
framsókn í íløgunum. Tá sveiggið so er uppeftir, liggja
atkvøður í at mæla til varsemi, fyri ikki at kynda undir sjóðandi
heitan pott.
Men, trúgv mær,
sum Rubekk segði tá hann ikki pellaði minst – tit stýra ongum
búskapi. Sæð burtur frá frammanfyri nevndu banalitetum, so er
skeivt at fyrigykla sær at vit eru før fyri at stýra búskapinum.
Jú, vit kunnu ávirka hann, men tað er ikki at stýra. At stýra er
at brúka røtt amboð til at stýra gongdini ávísan veg í ávísan
mun. Og tað er hetta, sum eg sigi er ógjørligt.
Hetta átti at
verið so lagaligt hjá teimum við politiskum ambisjónum at vita –
at neyvstýring av búskapinum ber slett ikki til, og hvaðna minst í
pinkubúskapi, sum okkara.
Sjálvandi skal
hitt almenna taka fast um stýrisvølin tær fáu ferðir, rættuliga
á stendur. Sum til dømis undir kreppuni fyrstu nítiárini í farnu
øld. Men tá var lítil stirðil í takinum. Soleiðis átti eisini
at verið í heimskreppuni frá 2008 og fram – men síggj, tá var
hildið dúgliga í teymarnar heldur enn at geva út og lora. Men tá
tað møguliga skvampar í annað borðið, sum nú er, tá eiga
politikarar ikki at sleppa undan strategisku ábyrgdini við at vísa
til smávegis búskaparsveiggj, sum tað kortini ikki ber til at
stýra uttan um.
Niðurstøðan av
hesi heldur drúgvu grein er tí fleirtáttað.
Í fyrsta lagi
hava avvarandi stovnar tíverri ikki hagtalsgrundarlag til at gera
trúverdugar metingar av búskaparligu gongdini.
Í øðrum lagi
at staðfesting av tí eyðsýnda hóskar illa fyri avvarandi
stovnar, sum áttu at havt dirvið at grivið seg djúpri niður í
tær sonnu tvístøður, sum samfelag okkara er komið útí.
Í triðja lagi
at tað ikki ber til at neyvstýra búskapinum undan
búskaparsveiggjum, og at royndir at neyvstýra kunnu saktans gera
meiri skaða enn gagn. (Hetta merkir kortini ikki at tá ódn leikar
á, skulu vit sita hendur í favn.)
At enda mugu royndir upp á neyvstýring uttan um smávegis
búskaparsveiggj ikki sleppa politikarunum undan at taka tungu
avgerðirnar viðvíkjandi varandi stavnhaldinum í politiskum
stórmálum.
No comments:
Post a Comment