“Kom og dansa, hjartans kæri skattur mín . . .”
Soleiðis kvøður ungi fríggjarin, sum vil hava sín elskaða at
gloyma alt rundan um seg – alt annað enn tey bæði, seg og skattin. Hetta rann
mær til hugs, nú reiðarafelagið í listaligum og listinlærdum ovfarakæti sendir sín
serliga jólaboðskap út um geilar.
Vælsignaði komi og dansi eftir okkara floytu, og leggi so
passaligan skatt á okkum.
Komi og dansi við okkum, heldur enn við hasum fjandans
búskaparfrøðingunum, tí tá eygu okkara møtast, tá hvørvur burtur alt, sum er,
og vit sveima burt í eina dreymaverð. Eina verð, har ið tú og eg – tú veitst,
okkara millum - finna út av hvussu stórur skatturin skal vera.
Ongantíð áður hava føroyskir reiðarar bønað og biðið
Løgtingið at lagt skatt á seg. Ongantíð.
Og hví gera teir so tað nú?
Tí alt annað er betri enn at missa sjálvan hin gylta
framíhjárættin fram um allar aðrar borgarar landsins, at eiga exklusiva atgongd til fiskatilfeingið.
Er tann framíhjárætturin tryggjaður, tá hevur tú akkurát passaliga stóra makt
og akkurát passaligt av kjálkadansi við politikararnar og ovastu
embætismenninar. Tá ert tú innanborða, og kann tosa teg til rættis við
landsstýrismannin um hvussu hvalurin skal skerast.
Teir - reiðararnir - vilja gera alt fyri at Løgtingið ikki skal lata hvørjum lúsa føroyingi, sum ikki var borin av aðalsætt, javnbjóðis atgongd til fiskirættindini. Sjálvt at gjalda skatt !!!
Teir - reiðararnir - vilja gera alt fyri at Løgtingið ikki skal lata hvørjum lúsa føroyingi, sum ikki var borin av aðalsætt, javnbjóðis atgongd til fiskirættindini. Sjálvt at gjalda skatt !!!
Sum seinasta ørindi í sanginum sigur: Alt er skýmligt, eina
dansa tú og eg. Svunnin er tá hin døkka tíðin, tá tú gekst og fjasaðist við “fólksins
ogn” í tíni dreymaverð.
Hetta, kæru jólavinir, er boðskapurin hjá reiðarafelagnum.
"Kom og dansa . . ." syngur Ólavur Højgaard fyri okkum
Hetta, kæru jólavinir, er boðskapurin hjá reiðarafelagnum.
"Kom og dansa . . ." syngur Ólavur Højgaard fyri okkum
vandafullur valsur
ReplyDeleteJa, dance macabre
Delete