Eg hoyrdi av óvart Løgmann, Aksel Johannesen, siga at gongdin í fólkatalinum hevði gjørt øllum teimum svartskygdu spádómunum til skammar.
Eg tími ikki at
eftirkanna hvat hann í veruleikanum segði, tí hetta havi eg hoyrt
endurtikið sum gleðistíðindi og eitt slag av avlýsing av
hóttandi demografisku gongdini.
Men er nakað
skil í tí hann sigur?
At fólkatalið
vexur, eru góð tíðindi, tí fyri hvønn teirra sum legst aftrat
her á klettunum, er ein meira at hitta og at práta við. Ein meira
at vera arbeiðsfelagi við ella at ganga í flokki við. Ein meira
at keypa í handlinum hjá tær, og ein meira til at finna upp á
okkurt nýtt. Ein aftrat á vegnum og ein aftrat í svimjihylinum.
Ein aftrat.
Men hvussu stór
tíðindi eru tað?
Fólkatalið í
sjálvum sær er einki serliga áhugavert, annað enn tað at
granarnar á vegnum vera fleiri, um tær so sita aftanvert bilrút
ella eru til at heilsa upp á úti á vegnum.
Munandi meira
áhugaverd er samansetingin av fólkatalinum.
Eitt dømi:
Longu tá næsta
Løgtingsval verður, í 2020, vera vit 250 fleiri í landinum, um
tað gongur sum Hagstovan hevur spáað. Og tað kunnu vit so fegnast
um, tí tá vera 250 fleiri at hitta í gøtunum, og til at byggja
samfelagið saman við okkum.
Men samstundis er
ein onnur meira óheppin gongd farin fram. Tað er hon at vit hóast
alla frøðina vera færri at arbeiða og til at gjalda skattirnar.
Tá vera nemliga um leið 400 færri skattgjaldarar til at halda
vælferðatænastunum uppi. Og tær verða ikki lættari at bera, tí
tá vera nemliga eisini meira enn 500 av okkara borgarum farnir um
tey 75 árini.
Minkingin av
borgarum í arbeiðsførum aldri til at gjalda skattirnar fer at
minka áhaldandi, eins og talið av borgarum í eldra endanum fer at
vaxa skjótast av øllum aldursflokkum.
Um 12 ár - ella
tá trý Løgtingsval hava verið aftrat – tá eru
skattgjaldararnir vorðnir 5% færri og talið av fólki oman fyri 75
ára aldur eru 50% fleiri.
Men fólkatalið
er eisini vaxið eitt vet tá. Sambært forsagnunum vera vit eini 300
fleiri eisini tá. Men verður tað so nógv at fegnast um?
Tilfeingið og vælferðin
Avbjóðingin er
ikki minkandi fólkatal, men fækkandi tal av fólki til arbeiðis og
vaxandi tal av gomlum fólki. Uttan mun til hvussu røsk vit vera at
arbeiða langt upp í árini, og uttan mun til hvussu frísk vit vera
á ellisárum, so verður avbjóðingin tvífald og tvíeggjað:
Tunga skattabyrðan og minkandi vælferðatænasturnar.
Tað fer at vera
tyngri at gjalda skattirnar fyri vælferðatænasturnar, og vandin er
tí at yngru ættarliðini fara at hoykna undir okinum og fara at
skarva av tænastunum.
Tá tænasturnar
versna, verður otað undir lyndið til at flyta av landinum – tí
er nakað, føroyingar eru kvikir til, so er tað at flyta tá tað
sansar at vælferðini.
Saman um tikið
er einki broytt við tí risastóru avbjóðing, sum stendur fyri
framman.
Ráðini eru
eittans: syrgið fyri at fáa fíggjað framtíðar vælferðina við
at taka alla tað ríku tilfeingisognina til høldar í fiskiskapi og
aling, sum fer at lætta munandi um okið, sum fer at tyngja
herðarnar hjá yngru ættarliðunum komandi árini.
No comments:
Post a Comment