Tvær so rámandi søgur hava vitjað meg aftur og aftur, nú tað stundar til jóla. Tvær søgur, sum minna okkum á at vit eiga at vera góð hvør við annan, hóast - men eisini júst tí - at vit liva saman í einum mangan avbjóðandi samfelag.
Onnur søgan er
hon, sum Annliss Bjarkhamar sigur frá sínum virki í hjálparátakinum Í
Menniskjum Góður Tokki, at fimmhundrað familjur aftur í ár leita sær ein skáða
upp undir jólini. Tey venda sær til hjálparfelagsskapin, tí at tey liva undir
so fátæksligum korum, at jólini verða ein tung byrða, heldur enn tann
gleðishøgtíð tey eiga at vera.
Hetta er í stóran
mun tey óhepnu, sum antin verða arbeiðsleys, verða rakt av sjúku ella
sálarligum afturstigi, skiljast frá makanum ella koma í samlívsóføri av øðrum
slag. Tað kann raka okkum øll, og knøini kunnu hoykna undan tí besta. Bara
byrðan gerst nóg tung.
Og óeydnan kann vera so
beisk, at vit ikki orka at reisa okkum aftur sjálvi. Men í samfelag eru vit
saktans før fyri at hjálpa, og kunnu saktans syrgja fyri, at vit ikki bjóða
nøkrum her á landi so ljót kor.
Kanska er tað órógvandi at hoyra upp undir
høgtíðina, men hetta er satt fátækradømi. Ikki luxus fátækt á fyrsta klassa,
sum onkur gáloysið fyrigyklar sær, men familjur sum hava bara fimmti ella
hundrað krónur at liva fyri um dagin. Gloym heldur ikki at tað eisini eru børn,
sum liva undir hesum korum.
Hin søgan
Hetta skalt tú meta upp ímóti teimum 12.470
krónunum um dagin – skrivar tólvtúsund og fýrahundrað og sjeyti krónur – sum
var tað, kapitaleigararnir í partafelagnum Varðanum kravdu frá TAKS í sakarmáli
um skatt av kapitalvinningi. Nakrar aðrar familjur hava nemliga handlað við
partabrøvum í feløgum, sum eiga exklusiv loyvi at veiða fisk (serstakliga
uppsjóvarfisk), júst fyri at sleppa undan at gjalda skatt av vinninginum upp á
einar 180 miljó, sum ellivu einstakir eigarar áttu!
Eg mæli øllum til at brúka nakrar minuttir av
adventini til at hugsa um tann øgiliga munin, sum er á hesum familjunum. Í
okkara landi. Okkara samfelag.
Samfeløg, sum lata slíkan órætt fara fram, eru
ljót samfeløg. Og vit skulu berjast við hond og fót móti tí ljóta í
samfelagnum. Tí hetta er okkara samfelag, og tað eru vit sjálvi, sum avgera
hvussu reglurnar skulu vera. Tað eru vit sjálvi, sum hava smíða reglurnar
so, at nakrar familjur hava millum 50 og hundrað krónur um dagin at halda jól
fyri, meðan aðrar familjur krevja TAKS eftir 12.470 krónum um dagin í berari
rentu av einum ríkidømi, sum tey fyri mesta partin hava fingið sum gávugóðs úr
almenna felagskassanum.
Vit hava givið einstøkum framíhjárætt fram um
allar aðrar familjur í landinum, exklusivt at sleppa at veiða burtur úr
virðismiklum fiskastovnum. Slíkan framíhjárætt letur tú ikki av hondum uttan at
tú samstundis veitst av, at slík rættindi eru grundarlag undir øgiliga stórum
ríkidømi, um væl veit við. Og so heppiliga hevur tað lagað seg hjá hesum
úrvaldu familjum, at rættindini ynglaðu miljónir, tá tey høvdu parað tey við
snildini hjá sakførarum og bókhaldarum. Tí vit hava eisini smíða teimum eina
serstakliga lagaliga skattalóg, so at tey eisini sluppu undan at gjalda skattin
av teimum stívliga 180 miljónunum. Politikarar summir fráfarnir og summir sum
enn sita í hægstu størvunum í okkara samfelag - hava skrivað lógirnar so, at landskassin
mundi komið í gjaldstrot, bara av at gjalda hesum ellivu familjunum renturnar
av skattaendurgjaldinum. Hugsað tær - landskassin skalv undan endurgjaldskravi frá ellivu fólkum, meðan fimmhundrað familjur leita sær álmussu til jóla?
Eg veit ikki hvat tú heldur, men mær dámar
ikki sovorðnan órætt. Og mær dámar enn minni, at hann verður framdur við
beráddum huga av einum politiskum liði, sum heldur slíkan ránshugburð vera hin
rætta.
Ávaringarlúðrar
Sannleikin er jú at her er púra klárt samband
millum søgurnar. Tey fátøku eru nettupp fátøk tí at hini eru rík! Vit liva ikki
í einum ævintýri, har potturin ikki tømist og har evja verður gull. Vit
búleikast saman í einum samfelag, har ríkidømið hjá einum er fátæktin hjá
einum øðrum.
Tá kapitalisma riggar væl, skapar hon ikki
hetta slag av ríkidømi. Jú, eg veit væl at tað eru nógvir miljóningar,
miljardingar og annað slíkt til, sum ikki eingang riggar at benda. Men eftir
(helst naivu) búskaparfrøðiligu reglunum, sum sonn kapitalisma skal virka
undir, er ikki rúm skapt fyri at kapitalur vinnur sær slíkt ríkidømi. Men vert er at geva sær far um, at slíkt
ríkidømi stendst aloftast av onkrum lógarmistaki, onkrum almennum loyvi
samfelagsligum framíhjárætti. Ongin vinnur sær slíkt ríkidømi av egnum arbeiði
ella sum avkast av kapitali, av fæ.
Vit hava hoyrt politikarar úr hesum stýrinum
siga, at tað bilar ikki um misjavnin vexur í landinum. Teir halda misjavnan
vera ikki bara neyðugan part, men beint fram ynskiligan part av tí samfelag,
teir bjóða tær at búgva í.
Hvat gott er komið burtur úr at fleiri hundrað
føroyingar og børn teirra í skomm mugu krógva seg og sítt fátækradømi, og mugu
biðja um miskunn upp undir jól?
Onki.
Hvat gott kom burtur úr at ellivu føroyingar
fingu 180 miljónir skattafrítt í lumman burtur av felagsogn fólksins?
Onki.
Vit eiga at taka báðar hesar søgurnar sum ávaringarlúðrar um at hetta
slagið av samfelag er ikki gott og hetta slagið av kapitalismu er ikki hitt
rætta.
Spot on! Eg blívi klókari av at lesa - takk.
ReplyDeleteTúsund takk fyri. Deiligt at hoyra.
Deleteharra mín guð also. Um tað ikki var fyri Gøtumennirnar, so var eingin uppisjóvar fiskur veiddur. Tú hevði neyvan fyngið hasar 50-60000 krónurnar um mánaðan heldur!Tú skuldi verið føddur 40 ár fyrr og búð í gamla Sovietsamveldinum
ReplyDeleteNú var ein øgilig rúgva av huldumonnum her. Men lat gá.
DeleteEg rokni bara við at tú skemtar tá tú sigur at ongin uppisjóvarfiskur varð fiskaður, var tað ikki fyri nakrar gøtumenn. Alt gott um gøtumenn, men álvaratos. Var so ongin rækja fiskað uttan Eiler Jacobsen? Og ongin toskur uttan - ja uttan hvønn?
hvør skuldi annars funnið og fyngið tað at borið til?
DeleteTað vóru nakrir fáir mans sum treiskaðust og settu alt teir áttu í veð.
Teir fyngu tað at bera til við tógvi stríð!
Guð vit hvus nógvar familjur ikki hava notið gott av hesum eisini.
Takkarlønin hjá teimun frá tær og tínum er piss off, gáva frá landinum og blablabla.
Eg kenni ongan sum fær gávu har einki er í. Kanska okkurt er í, eingin veit.
Jú, men tað er bara sum tað skal vera. Kapitalur skal hava avkast, arbeiði sína løn og hugskotini sítt herðaklapp. Men so er tað eisini alt.
DeleteMen tá talan er um so ørandi upphæddir, tá vita vit at her ruggar ikki rætt. Og fylgir tú eitt sindur við, so veitst tú eisini, at tilfeingi hevur sjálvstæðugt virði í sjálvum sær . . . men hasa søguna fortelji eg ikki umaftur nú.
Alt tað besta.
Tú hevur so lítið skil upp á fiskivinnu og løgfrøði, at eg øtist, hvørja ferð eg síggi greinarnar hjá tær, sum fólk 'dáma' á facebook.
ReplyDeleteakkurat tað sum eg hugsi. Hermann og company eru í holt við at gera nýtt jarn teppið.
DeleteÍstaðin fyri at royna at fáa sum best burturúr verður bara grenja og fólk missa mótið bert av tílíkum grenji og fjasið!
Púra rætt. Eg veit helst minni enn tú um bæði fiskiskap og lógfrøði. Men eg veit eina fanans rúgvu meira enn tú um búskap.
DeleteUndarligt kortini, at tað skal vera at mett javnt við "at gera eitt nýtt jarnteppi" at vísa á, at virðini, sum føroya fólk skal eitast at eiga verða ójavnt býtt millum føroyingar ...
DeleteBergR
Lógin er burtur úr vón og viti, ongin ivi um tað. Hinvegin skal slást fast, at teir á Varðanum hava arbeitt seg har til teir eru náddir. At lógin so hevur hjálpt teimum til hasar eyka 53 milliónirnar liggur bara politikarunum til last.
ReplyDeleteVarðin er FELAGIÐ, sum vísti, hvat ómetaligt ríkidømi liggur í uppisjóarfiskiskapi undir Føroyum. Teir fóru undir svartkjaftafiskiskap og løgdu alt teir áttu í vinnuna og fingu tað til endan at bera til, tað skulu teir hava mikið rós fyri. Teir skulu eisini hava mikið rós fyri, at teri bygdu virkið á Tvøroyri.
Fátækradømi er onki uttan ein fúl skomm fyri okkara ráðandi, sum ikki megna at laga samfelagið soleiðis, at øll kunnu liva eitt sømiligt lív. Talan er ikki um kapitalismu, har øll hava somu møguleikar, men heldur fasismu, har ávísir borgarar verða favoriseraðir av myndugleikunum.
At tey hava arbeitt seg hagar, tey nú eru, sum hava klóra 180 miljónir undir seg, er kolasvørt lygn. (Orsaka málburðin) Alt gott um gøtufólk, men engin gøtumaður ella gøtukona klára við nøkrum av sínum, sikkurt útmerkaðu, talentum at vinna 180 miljónir upp á so stutta tíð. Eina og tvær. OK. Men 180 miljónir, tær koma altso ikki úr tí bláu luft. Her lá ongin produksjón aftanfyri - bara spekulasjón.
DeleteJú, teir hava arbeitt seg har til við einfaldari virðisøking. Virkið hjá Varðanum stóð til at fara á húsagang í fleiri ár. Í 1992 varð fyrsta árið tað stóð upp og niður hjá teimum, eftir at teir høvdu gjørt nógvar tillagingar og satsa øgiligt við síni privatu ogn. Tað eydnaðist teimum at venda gongdini og vísa, at tað ber til at liva av uppisjóvarfiskiskapi, eisini hjá føroyingum. At tað so hevur gingið serstakliga væl hjá uppisjóvarskipunum eftirfylgjandi, er ein heppin hendingagongd, sum eisini vitnar um dugnaskap í størri og minni mun. At Varðin ikki rindaði skatt av teimum 180 milliónunum KUNNU BARA POLITIKARARNIR lastast fyri. Varðin ger brúk av møguleikunum, teimum eru givnir. At uppisjóvarskip ikki rinda tilfeingisrentu fyri ogn Føoya fólks, KUNNU BARA POLITIKARARNIR lastast fyri. Varðin ger framvegis bara brúk av givnum møguleikum.
DeleteAnnars eri eg keddur av, at eg iki fái givið meg til kennar, eg skal royna hesaferð. Tíverri, eg fái tað ikki at rigga.
Ja, tað eru politikararnir, sum hava smíðað lógirnar soleiðis at samfelagið skeiklast av tí. Tað hevur tú rætt í. Tað eru lógirnar og reglurnar, sum gera munin á ríkum og fátøkum.
DeleteEg hopi ikki at eg nakra staðir í textinum havi lastað gøtufólk, kvívíkingar, hvalbingar ella nakran annan fyri at klóra inn undir seg. Tað sær út til at vera náttúra menniskjans.
Tú hevur als ikki lastað nakran, mær dámar bara væl orðaskiftið. Búskaparpolitiskt eru vit ikki ósamdir. Allir brúka givnar møguleikar, sjálvandi, kapitalurin skal geva avkast. Soleiðis eigur tað at vera. Umfordeilingin er skeiv einans av politiskum ávum, hetta skeiklar samfelagið. Teir sum hava fingið tillutað fólksins ogn hava á umsitið á ymiskan hátt. Tíverri skapar verðandi politkkur fátækradømi umframt at stættarsamfelagið gerst nógv sjónligari.
DeleteTað er upp til veljaran, um tað skal góðtakast, eg haldi ikki.
Eitt aftrat. Uppblástur búskapur er ikki burðardyggur. Tað ásannar allur heimuirn í løtuni og hevur gjørt tað seinastu 4 árini.
DeleteTá Varðin seldi hasi partabrøvini, áttu teir stál, sum varð einar 200 - 250 milliónir vert. Onkrir útlendingar mettu virðið at vera 1,4 milliard og vildi keypa fyri ta upphæddina. etta var orsøkin til innanhýsishandilin, sum vaðr gjørdur, so at teir, ið vildu selja, kundu gera tað. Í dag er stálið hjá Varðanum vert einar 400 - 500 milliónir (nýggj skip og skip keyp aftrat). Virkið á Tvøroyri hevur væl eisini nakað av virðið. Hvat teir eiga á bók, veit eg ikki, men helst stendur ein størri upphædd í bankunum. Varðin brúkar í stóran mun peningin til at gera íløgur í samfelagnum, m. a. við at at byggja virkið á Tvøroyri, sum virðisøkir uppisjóvarfiskin umframt at A-inntøkuvøksturin hjá suðringum hevur verið sera stórur. Um meira kundi fingist burturúr samfelagsliga, nú eru vit aftur hjá politkarunum.......
Skattamálið vísir bara, hvussu "vanvittigur" førdi politikkurin er og bara politikkurin. Sjálvandi verja teir á Varðanum sín rætt og sína ogn, soleiðis virkar okkara sokallaða demokrati.
Hermann, orsaka, at eg eisini skrivi sum "huldumaður", men afturfyri lovi eg, at eg ikki fari at kalla teg býttan og gamlan sosialist.
ReplyDeleteEg haldi, at hetta er serstakliga hugvekjandi lesnaður, og at tað er heppið og neyðugt fyri Føroyar, at fólk sum tú vilja, tora og ikki minst duga so væl at siga sína hugsan. At atfinningarnar eru so tápuligar og haldleysar, týðir bert uppá, at tú helst hevur grein í tínum máli, og tað sama er galdandi fyri nógvar av hinum bloggunum, tú hevur lagt út.
At gøtumenninir hava gjørt sum teir nú einaferð hava, kann helst ongin lasta teimum. Eg vænti, at tey flestu av okkum vildu, at tað var øðrvísi, ikki av øvund inn á teirra ríkidømi, ella inn á ríkidømið hjá øðrum reiðarum og líknandi, men heldur orsakað av teimum negativu fylgjunum, ið hendan skipan og hesin politikkur hevur fyri onnur í okkara samfelag. Tí peningaliga ríkidømið í okkara landi er ikki óavmarkað, og tað er heilt einfalt ikki rættvíst, at slíkur mismunur skal vera.
Tað er í lagi, at ein eyka arbeiðsinnsatsur verður løntur, men eitt "heldigt sats" við ókeypis móttiknari ogn frá Føroya fólki eigur ikki at gera ein til miljarding, meðan hundraðtals føroyingar noyðast at søkja um olmussu fyri at kunna halda jól.
Eg eri samdur við teg um hetta, at kapitalisturin sjálvandi fær vinning av kapitali. Men í nógvum av hesum førum er í veruleikanum onki arbeiði og onki virksemi aftanfyri ríkidømið. Talan er um uppskrúving av bókaðum roknskaparvirðum. Avreksfimleikur hjá bókhaldarum og sakførarum, sum kenna holini í serligu skattalógini um kapitalvinning, sum hevur meskar sum toskatrol!
DeleteVirðini í roknskapinum koma ikki úr virkseminum hjá reiðarínum - tey koma beint úr sjónum, úr ogn Føroya fólks.
Ja, tað er grátuligt - og eg vónaði at sakarmálið gav eitt annað úrslit. 72 milliónir kundu glett túsundtals familjum í Føroyum í hesum døgum.
ReplyDeleteMen ábyrgdina mugu politikararnir bera.
I disse dage bliver der talt meget om en fattigdomsgrænse. Men det er idioti at tale om en fattigdomsgrænse, vi skulle i stedet sætte en RIGDOMSGRÆNSE for så ville der være rigeligt til os alle..
ReplyDelete(citat: Niklas Takk Tausen)
http://www.youtube.com/watch?v=OFy9OJUZ1os
ReplyDeleteFrá 1998 er bruttotjóðarinntøkan vaksin við 1,8% um árið í miðal. Sama tíðarskeið hevur inflatiónin verið 2,2% í miðal.
ReplyDeletea) Er okkara búskaparliga støða tí ikki nógv verri enn í 1998?
b) Nakað hugskot til hvar tilsaman krevst so reell vøksturin verður t. d. 2,5%
Hmmm. Eg haldi nú at vøxturin í BTÚ fra 1998 til 2011 við høvd og gørnum hevur verið um leið 4,5% í miðal og prísvøxturin sum tú sigur 2,2%. Skulu vit siga at reali vøxturin er munurin á hesum, so hevur hann verið stívliga 2 prosent hesi árini síðani 1998. Samanlagt haldi eg ikki at støðan er verri, men hon kundi helst verið nakað væl betur.
DeleteEg haldi meg ikki til at geva nakra uppskrift upp á vøxtur upp á stuttskrift. Tað krevur eitt sindur meira.