Hendan er skipanin, sum norðurlond hava bygt
sína vælferð á hesi seinastu hundrað árini.
Men kapitalisma er ikki at spæla við.
Ísland misrøkti arvin og skifti til eina alt
meira oligarkiska skipan, sum breyt reglurnar um sokallaða rættvísið í
kapitalismuni, bjóðaði demokratinum av og gloymdi tey á aftasta bonki. Hetta
gjørdu íslendingar longu í 1985, tá teir góðu úrvalsliðnum fiskikvoturnar sum
alment gávugóðs, og hetta gjørdu teir aftur, tá teir lótu bankarnar upp í
hendurnar á útrásavíkingunum.
Hetta hava vit eisini gjørt. Partvíst, men nóg
líkt íslendska sniðinum, til at neyðugt er at rópa varskó. Ísland fór á heysin,
og eisini vit standa fyri hótti, tí vit halda ikki reglurnar.
Tað er ikki nóg mikið at tú kannst kalla
skipanina kapitalistiska í norðurlendskum sniði – hon skal eisini vera tað í
verki, og ikki bara av navni. Og tað er hon ikki, tá tú ert farin at friðhalga
tey, sum hava fingið einkarrætt og serrættindi fram um onnur. Verður ikki
kapping, so er tað ikki norðurlendska kapitalisman longur, men ríkmannaveldi –
oligarkiskt veldi.
Tí tað var kappingin, sum syrgdi fyri
nýmenningini, tað var opna demokratiið og brøðralagið, sum syrgdi fyri at
frælsi tankin slapp at liva og at sprækla.
Køvandi veldi teirra fáu og ríku kann reka
kapitalismuna fram sum í óðum verkum, men orkar onki sum frá líður.
Orsøkin til at nábleik eyðrænandi kapitalisma
missur framdriftina er nettupp tørvandi kapping. Tá ríkmaðurin onga kapping
fær, dovnar hann. Tá ríkmaðurin sær størri fong í at amast uppi á politikarum
og embætisverkinum, enn hann sær í vinnuliga rakstrinum sjálvum – tá kódnar
framdriftin.
Sær hin ungi og framfúsi minni av møguleikum í
hesum væl varda og stirvnaða marknaðinum, so gevst hann á hondum áðrenn hann
byrjar.
Kapitalistisk framdrift í fiskivinnuni er
langt síðani kódnað, og hevur smittað allar tær nærmasu vinnurnar við.
Bankarnir eru priviligerað monopol, sum høvdu
havt fult ræði á árliga roknskapinum, var tað ikki fyri órógvandi marknaðirnar
uttanlands. Her heima stýra teir púra ekkaleysir pengastreyminum bæði inn í
kassan og úr kassanum.
Politikarar og embætisverkið í vinnumálum
eigur at vita, at tað er ikki tryggleikin hjá vinnufyritøkunum, sum tryggjar
framtíð landsins, men beint øvugt. Tað er nettupp ótryggleikin, sum heldur
fyritøkurnar vaknar. Tað er ótryggleikin, sum er portrið hjá hinum unga virkisfúsa
at smoyggja sær gjøgnum, og at taka kappingina upp við hitt gamla stirnaða
liðið.
No comments:
Post a Comment