Myndin er tikin av heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum |
Alternativt
uppskot um fiskirættindamarknað fyri Føroyar
Inngangur
Varandi undirtøka fyri eini fiskivinnuskipan í Føroyum fæst bert,
um tann breiði meirilutin av fólkinum heldur hana vera rættvísa.
Gamla skipanin er eyðsýniliga órættvís, tí at hon letur einum
úrvaldum liði av einstaklingum framíhjárætt fram um øll onnur í
landinum til at reka fiskivinnu, og letur teimum framíhjárætt fram
um øll onnur at fáa latið upp í hendurnar alt hitt felags
ríkidømi, sum havið goymir.
Til at bøta um hetta eyðsýniliga órættvísi, hevur fiskivinnan
verðið fjøtrað av darvandi avmarkingum, soleiðis at vinnurekandi
ikki sleppa at leggja raksturin mest skynsamiliga til rættis.
Úrslitið verður tí, at feløgini og vinnan sum heild ikki verða
so effektiv, sum tey kundu verið, og at íkastið hjá fiskivinnuni
til samfelagsliga menning ikki er so gott, sum tað kundi verið.
Í Føroyum – fram um øll onnur lond heimsins – er búskaparliga
virðið av hesum náttúrugivna tilfeingið so stórt í mun til
búskapin allan, at tað kann fíggja stóran part av árligu felags
vælferðarútreiðslunum. Metingar hjá Búskaparráðnum hava víst,
at varandi tilfeingisrentan av teimum fiskirættindum, Føroya
Løgting ræður yvir, í dagsins virði táttar í eina heila
miljard krónur, sum er upp ímóti ein triðingur av inntøkum
landsins í beinleiðis skatti, ella ájavnt við árliga kostnaðin
av øllum heilsuverkinum.
Ein fiskivinnunýskipan má tí eftir okkara tykki tryggja:
-
At Føroya fólk, sum av røttum eigur alt tilfeingi í havinum, fær alla tilfeingisrentuna, ið er sjálvt virðið av framíhjárættinum og atgongdini til at troyta eitt lívfrøðiliga avmarkað tilfeingi.
-
At allir føroyingar hava niðursetufrælsi at royna fiskiskap sum vinnuveg undir jøvnum kappingartreytum.
-
At fiskivinna varandi kann rekast sum lønandi vinna, og at virðisvøksturin verður so stórur sum til ber.
Ein fiskivinnuskipan, sum ikki er grundað á hesi trý
høvuðsendamál, fer eftir okkara tykki ongantíð at fáa varandi
undirtøku í føroyska fólkinum. Vit halda, at tey bæði
uppskotini í nýliga kunngjørda álitinum frá
fiskivinnunýskipanarbólkinum um eina ‘nýggja og varandi
fiskivinnuskipan fyri Føroyar’ eru ikki nóg væl grundaði á
hesi trý høvuðsendamál.
Meginbrekini við uppskotinum hjá bólkinum, landsstýrið setti,
tykjast hava røtur í fløkjaligu prioriteringunum, sum bólkurin
setti sær sjálvum fyri átakið. Tað er so mangt, sum ein slík
fyriskipan ikki skal gera, men alneyðugt er at hava endamálini
greitt fyri stavn. Har er einki endamál um at miða eftir at fáa
alla tilfeingisrentuna til høldar hjá eigaranum, Føroya fólki,
men ein veikari orðing um, at skipanin “hevur við sær inntøkur
til tað almenna”. Og einki endamál er um so lætta og ótarnaða
atgongd at kappast um rættindini, sum gjørligt. Ístaðin er sett
sum eitt sera óhóskandi aðalmál við fyriskipanini, at hon “ikki
darvar íløguvirkseminum í vinnuni”.
At landsstýrið setti drúgva umboðan frá verandi reiðarum í
bólkin, hevur eisini havt við sær, at stórur partur av ritinum er
verjutala fyri at gera teimum til vildar, sum hava rættindini um
hendi frammanundan.
Úrslitið er tí eisini eitt uppskot um marknaðargrundaða
fiskivinnuskipan, sum í alt ov lítlan mun roynir at tryggja Føroya
fólki størst møguligan part av tilfeingisrentuni, og sum í alt ov
lítlan mun roynir at tryggja, at nýggir aktørar sleppa sum lættast
inn í vinnuna at kappast við verandi reiðarí um rættindini til
at fiska.
Vit geva tí her eitt, eftir okkara tykki betri, boð upp á eina
marknaðargrundaða fiskirættindaskipan, sum er grundað á omanfyri
nevndu høvuðsendamál og sum tryggjar fría atgongd at royna
fiskiskap sum vinnuveg, effektivitet og lønsemi í fiskiskapi, og at
ognarrættur og avkast kemur øllum Føroya fólki til góðar.
Marknaðargrundað skipan
Upprunaliga høvdu allir føroyingar rætt til at reka fiskiskap. Men
so hvørt veiðutrýstið øktist og leiðirnar trongdust, gjørdist
fiskur eitt avmarkað tilfeingi. Frá yvirskipan í hagum kenna
føroyingar til avleiðingarnar av at loyva óavmarkaða roynd av
einum avmarkaðum tilfeingi. Úrslitið er at øll fáa minni, enn um
seyðaskipanin var avmarkað í mun til tilfeingið. Soleiðis er
eisini við fiskiskapi. Veiðutrýstið má avmarkast eftir
tilfeinginum, til tess at fáa sum frægast burturúr búskaparliga.
Tískil eru avmarkingarnar serliga til gagns fyri tey, ið sleppa at
troyta tilfeingið framíhjá, og harvið fáa meira burturúr, enn
um talan var um frían fiskiskap.
Hvør skal so sleppa at troyta tilfeingið í havinum? Í § 2, stk.
1, í lógini um vinnuligan fiskiskap, er longu ásett, at “Livandi
tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska
heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða
rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya
fólks”. Uppskotið um Stjórnarskipan Føroya, sum allir flokkar
tykjast taka undir við, staðfestir eisini at “Margfeldið á
landi og á havleiðum landsins . . . er tilfeingi og ogn fólksins”.
Hóast rættindini sostatt eru felags ogn hjá okkum øllum, so vóru
hesi rættindi av søguligum orsøkum latin teimum, ið virkaðu í
vinnuni, tá lógin var sett í gildi í 1994, fyri 10 ár í senn.
Síðani Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í 1994,
hevur politiski og embætisverkligi myndugleikin á henda hátt býtt
hendan virðismikla rætt til úrvaldar einstaklingar.
Søla av fiskiførum við hesum avmarkaða framíhjárætti til
fiskiskap hevur púra greitt víst Føroya fólki, at øgiliga stór
búskaparlig virði úr felags tilfeingi okkara falla í lut teirra,
sum tessvegna fingu hendan framíhjárætt frá politiska
myndugleikanum.
Hesa støðu hevur Løgtingið síðani 2007 hildið vera so
órættvísa, at øll fiskirættindi vórðu uppsøgd, frá 1.januar
2018 at galda, so at Løgtingið Føroya fólks vegna kundi skipa
reglurnar av nýggjum, sum skulu tryggja at javnrættur fer at vera
galdandi niðursetuna í fiskivinnu, og sum skal tryggja, at
virðismikla tilfeingisrentan kemur øllum borgarum landsins til
góða.
Umframt at vera mett órættvíst, so tryggjar býti grundað á
“søgulig rættindi” ikki av sær sjálvum størsta samfelagsliga
avkastið av tilfeinginum í havinum. Eins og galdandi er fyri flest
øll onnur avmarkaði tilfeingi, fæst størst trygd fyri, at sum
mest fæst burturúr náttúrutilfeingi, um rættindini at gagnnýta
tey kunnu handlast á einum marknaði, tí hetta økir sannlíkindini
fyri, at tann, ið vinnuliga er mest effektivur, verður tann, ið
nýtir rættindini. Fyri at røkka endamálinum um, at
virðisvøksturin í einum lønsomum fiskiskapi varandi kann gerast
so stórur sum til ber, er tí neyðugt við eini marknaðargrundaðari
skipan.
Men til tess at fáa eina marknaðargrundaða skipan, sum røkkur
øllum trimum høvuðsendamálunum, so er neyðugt á skilagóðan
hátt at áseta, hvør kann keypa, hvat ið seljast og keypast kann,
og hvussu seljast skal.
Hvør kann keypa
Allir føroyskir borgarar og føroyskar fyritøkur eiga at fáa høvið
at bjóða seg fram til at reka fiskiskap í marknaðarligari kapping
um hesi felags rættindi, og ongin eigur at fáa fyrimun fram um
onnur, og ongin skal vera tarnaður meira enn onnur.
Til at lúka hesar fortreytir er rættast at skipa ein so frítt
atkomuligan marknað, sum til ber, og at skipa søluna á slíkan
hátt, at flest møgulig kunnu bjóða seg fram. Ongi serlig atlit
skulu takast fyri at bøta um fortreytirnar hjá úrvaldum pørtum av
borgarum.
Tí verður skotið upp, at onki krav verður sett um at keyparin
frammanundan eigur skip at fiska við, soleiðis at tann ið bjóðar
seg fram kann leiga sær skip ella á annan hátt syrgja fyri at
keypti rætturin verður brúktur.
Hvat skal seljast
Á hvørjum ári skal á lívfrøðiligum grundarlag verða ásett,
hvussu stór nøgd av fiski kann veiðast úr hvørjum stovni sær.
Teimum stovnum, sum Føroyar einsamallar ráða yvir, skulu
myndugleikarnir á lívfrøðiligari grund áseta mest loyvdu
veiðuna, meðan felags ferðandi fiskastovnar og fiskirættindi í
fremmandum sjógvi verða ásett sambært sátt við aðrar partar.
Hesar heildarkvotur mynda sjálva avmarkingina í tilfeinginum, og
eru í sjálvum sær grundarlagið undir vinnuliga rakstrinum á
hvørjum ári.
Fiskirættindi verða hereftir keypti rætturin at fiska eina ávísa
nøgd av ávísum fiskaslag í ávísum tíðarskeiði. Nøgdin og
fiskaslagið eru partur av ásettu hámarksveiðuni, sum ásett er
fyri árið. Tíðarskeiðið, rættindini eru galdandi, kann t.d.
vera ein ársfjórðingur ella eitt hálvár. Rætturin at fiska
ásettu nøgdina av fiskaslagnum kann brúkast nær tað skal vera í
ásetta tíðarskeiðinum. Verður hesin rættur ikki nýttur, dettur
hann burtur, tá tíðarskeiðið er runnið. Eru fiskirættindini
ikki brúkt í tíðarskeiðinum, detta tey burtur uttan nakað
endurgjald. Hinvegin er møguleiki hjá teimum, ið hava keypt
fiskirættindi, ið tørvur ikki er á, og sum ikki eru dottin
burtur, at selja øðrum hesi rættindi umvegis almenna marknaðin,
sum so kunnu brúka rættindini í tíðarskeiðinum, tey eru
galdandi.
Fyri at skipanin í best møguligan mun skal tæna teimum settu
endamálunum, er neyðugt at skeiðini, rættindini eru galdandi, eru
ikki ov long, og at seldir verða passaliga smáir lutir av
fiskirættindum. Henda niðurstøðan er helst mest umstríddi
parturin av okkara uppskoti, og grundgeva vit tí nærri fyri henni
niðanfyri – men í stuttum er argumentið, at tað skal vera so
lætt at koma inn í fiskivinnuna, sum til ber. Partvíst tænir tað
beinleiðis sjálvum stavnhaldinum í skipanini, at allir føroyskir
borgarar skulu hava javnbjóðis niðurseturætt í fiskiskapi,
partvíst er hetta til gagns fyri kappingina í vinnuni, og at enda
fer hetta at tryggja tilfeingiseigaranum frægasta marknaðarprísin
fyri rættindini.
Smáir rættindalutir og stutt gildistíð ein fyrimunur
Tað er ikki av tilvild, at vit mæla til at definera fiskirættindini
at vera smáir rættindalutir, sum bert galda í eitt stutt
tíðarskeið. Ein av trupulleikunum við uppskotinum hjá
fiskivinnu-nýskipanarbólkinum um marknaðargrundaða skipan við
fiskirættindum er, at fiskirættindini undir hesi skipan eru
galdandi í upp til 10 ár í senn ella longur. Tvørturímóti tí,
sum sipað verður til í álitinum hjá
fiskivinnunýskipanarbólkinum, so økist óvissan við longdini av
fiskirættindunum, tá rindast skal fyri tey. Og hetta uttan mun til,
hvørt tað eru privat ella landskassin, ið selja tey. Orsøkin er,
at sera trupult er at meta um búskaparligu útlitini fyri fiskiskapi
so langt fram. Virðið á fiskirættindum – eins og á øllum
øðrum tílíkum rættindum – er nútíðarvirðið av tí væntaða
avkasti, ið hesin rættur gevur ta tíð, hann er galdandi. Væntaða
avkastið er aftur tengt at vánunum fyri fiskiskap, prísum,
manningarsáttmálum, rentum, tøkniligari menning í fiskivinnuni,
kappingarstøðu osfr.
Tí er ógjørligt við rímiligari vissu at meta um, hvat
nútíðarvirðið - og harvið rætti prísurin - er, um hyggjast
skal langt fram í tíðina. At selja langtíðarrættindi og so
royna at bøta um henda trupulleika við tekniskari, bureaukratiskari
regulering fyri ymisk viðurskifti kann ongantíð røkka á mál, tí
tað er ógjørligt í dag á skilagóðan bureaukratiskan hátt at
taka atlit til øll vinnulig viðurskifti, sum kunnu broytast nógv
og fleiri ferðir 6, 8 ella 10 ár frammi í tíðini. Og eitt átti
søgan at havt lært okkum: at øll teknisk og bureaukratisk
uppílegging í vinnuligu fortreytirnar endar fyrr ella seinni sum
politiskt mál, sum aloftast hevur sáað spillu í fiskivinnuna, og
tikið ta kraft úr henni, sum hon eigur undir hóskandi
marknaðarkorum.
Við smáum fiskirættindalutum, ið bert galda eitt avmarkað
tíðarskeið, verður spekulatiónselementið og kapitalkravið
munandi minni hjá teimum, sum vilja sleppa at royna seg í vinnuni.
Jú minni nøgdir tú ert noyddur at keypa og tess styttri
tíðarskeið, ið neyðugt er at keypa fyri í senn, jú minni
óvissa, tí prísurin á fiskirættindum fer altíð at hækka og
lækka alt eftir, hvussu búskaparligu umstøðurnar í fiskivinnuni
eru. Sostatt verður tað í størri mun seljarin, t.e. landskassin,
ið fer at bera fíggjarliga váðan, og ikki keyparin.
Fígging til at keypa fiskirættindi
Hesin leistur fer at gera tað lættari heldur enn truplari hjá
fyritøkum at fáa fígging til sítt virksemið. Eins væl og
framleiðsluvirkir á landi verða fíggjað, uttan at rávøran er
keypt frammanundan, ella trygd er fyri tøkari rávøru í allari
framtíð, so ber eisini til at fíggja skip, uttan at eigarin hevur
trygd fyri fiskirættindum 10 ár fram í tíðina. Tað, sum er
altavgerandi, er, at á marknaðinum fyri fiskirættindi er vissa
fyri støðugum útboði (sum tó kann hækka og lækka alt eftir
lívfrøðiliga grundaðu ásetingini av fiskirættindum), og at tað
er frí atgongd til henda marknað.
Avgerandi fyri um eitt skip kann fáa fígging verður tá – eins
og fyri onnur virki í øðrum vinnum – hvørt tann vinnurekandi
verður mett/ur at vera kappingarførur í kappingini við onnur
vinnurekandi á marknaðinum fyri fiskirættindini. Um einstøku
lutirnir av fiskirættindum, ið verða seldir, eru nóg smáir og
gildistíðin nóg stutt, kann keyp av rættindum fíggjast yvir
vanliga raksturin eins og aðrar rakstrarútreiðslur – til dømis
keyp av provianti og olju, heldur enn fíggjast sum ein íløga, ið
krevur stórt gjaldføri, sum kann vera trupult hjá nýggjum
vinnurekandi at fáa atgongd til.
Frælsari at royna fiskivinnu sum vinnuveg
Øll byrjan er trupul, eisini sum vinnurekandi í fiskivinnu. Eingir
vinnuligir karmar kunnu gera nakað við tað, men fyriskipanin eigur
ikki gera gáttina inn í vinnuna hægri enn neyðugt. Við at selja
fiskirættindi í smáum lutum galdandi fyri eitt stutt tíðarskeið,
vera krøvini til kapital at fara undir fiskivinnu minni, enn um
rættindini vera seld í stórum lutum galdandi fyri eitt langt
tíðarskeið, tí neyðugt er ikki at leggja sera stórar upphæddir
á borðið til tess at keypa fiskirættindi.
Tá kapitalkrøvini at bjóða seg fram í kappingini um
fiskirættindini eru so lítil sum gjørligt, so missir stórt
gjaldføri týdning sum kappingarparametur. Ístaðin verður
avgerandi, hvørji vinnurekandi gjøgnum effektivan dagligan rakstur
eru kappingarfør, so peningur verður til at keypa fiskirættindi,
so hvørt tørvur er á tí. Hetta er við til at tryggja, at tað
altíð eru tey effektivastu, sum eru í vinnuni, so at
virðisvøksturin í fiskivinnuni verður so stórur sum til ber.
Og fáa vinnurekandi ikki raksturin at bera seg, eru tapini munandi
minni, enn um viðkomandi umframt skip eisini skuldi keypt
fiskirættindi, sum eru galdandi langt tíðarskeið. Tað verður tí
frælsari og minni váðið at royna fiskiskap sum vinnuveg. Hetta
tryggjar, so væl sum til ber, kapping og neyðuga útskifting, so
skipanin ikki kemur at virka monopoliserandi og ineffektiv sum frá
líður. Harvið verður høvuðsendamálið um, at allir føroyingar
hava niðursetufrælsi at royna fiskiskap sum vinnuveg undir jøvnum
kappingartreytum, eisini kjølfest á best møguligan hátt.
Hvussu skal seljast
Vit hugsa okkum, at fiskirættindamarknaðurin bjóðar út
fiskirættindi til sølu loypandi, eitt nú ein fastan dag í hvørjum
mánaði. Við loypandi sølu verður lættari hjá keyparum at laga
keypið til tørvin, alt eftir árstíð, veðri, fiskiskapi v.m., so
fiskirættindi ikki verða keypt uttan at koma í nýtslu.
Uppboðssølan fer fram á sama hátt sum á ‘afturlatnu’
royndaruppboðssøluni í summar. Allir keyparar fáa fiskirættindini
til sama prís, sum verður ásettur á uppboðnum. Tey skip,
einstaklingar ella virkir, ið ynskja at keypa fiskirættindi, lata
inn eitt boð, áljóðandi ein prís pr. kilo og hvussu nógv kilo,
ið ynskt verður at keypa til henda prísin. Tá øll boðini eru
komin inn, verður talt saman hvør eftirspurningur er til hvønn
prís. Prísurin verður ásettur soleiðis, at eftirspurningurin
júst svarar til útboðið.
Undir hesum uppboðssøluháttinum verða øll vinnurekandi eggjað
til at bjóða júst so nógv fyri fiskirættindini, at útreiðslurnar
av at fiska keypta kvotu (íroknað avskrivingar av vinnutólum,
“normalavkast” av ílagda peninginum og útreiðslur til
kvotukeyp) svara til inntøkurnar av at fiska kvotuna. Tað vil siga,
at um hesin prísur verður galdandi á uppboðnum, fær tann
vinnurekandi “normalavkast”, men onki “yvirnormalt avkast”.
Er prísurin lægri, fær tann vinnurekandi hinvegin meir enn
“normalavkast” av ílagda peninginum.
Lat okkum í einum einfaldum dømi hugsa okkum, at prísurin fyri
hvørt kilo á einum uppboði verður 7 krónur fyri kilo. Tað
merkir, at tey vinnurekandi, ið hava boðið júst 7 krónur fyri
kilo, hava samsvar millum inntøkur og útreiðslur av kvotunum til
hendan prísin. Ein vinnurekandi, sum hevur boðið t.d. 8,50 krónur
fyri kilo, fær sostatt vinningin millum 8,50 krónur og 7 krónur í
egnan part sum “yvirnormalt avkast”, tí hesin er meira
effektivur enn tey, ið buððu 7 krónur fyri kilo.
Tað, sum hendir, er, at við prísi upp á 7 kr. er útbodna nøgdin
av fiskirættindum seld sum ætlað. Tey skipini, ið fáa
fiskirættindi eru tey, sum fáa “normalavkast” ella “yvirnormalt
avkast” við at gjalda 7 krónur fyri kilo fyri fiskirættindini.
Skip, sum ikki kunnu fáa “normalavkast” ella “yvirnormalt
avkast”, tá prísurin er 7 krónur fyri kilo, fáa eingi
fiskirættindi. Tey høvdu jú fingið undirskot – ella í hvussu
so er ikki fingið eitt “normalavkast” av keypinum - um tey
rindaðu 7 krónur fyri kilo.
Sostatt verður útbodna nøgdin av fiskirættindum á hesi
uppboðssøluni troytt av teimum mest effektivu skipunum, og seljarin
fær samstundis rætta søluprísin fyri fiskirættindini, nevniliga
nútíðarvirðið av tí væntaða avkasti, ið rættindini geva
yvir ta tíð, tey eru galdandi. Hesin uppboðssøluleistur tryggjar
tí, at eitt av høvuðsendamálunum verður rokkið: at
tilfeingisrentan skal koma Føroya fólki til góða.
Tórshavn, 17. oktober 2016
No comments:
Post a Comment