Føroya Landsstýri fyriskipar og bjóðar til serstakan fund um fiskivinnuna – til Fiskivinnuting. Fiskivinnutingið er dagurin tá politiska maktin bjóðar partaeigarum og øðrum, sum hava við fiskivinnuna at gera, til at tosa seg til sættis. Bankarnir betala gildið.
Eitt av málunum, sum verða umrødd á fundinum,
er nettupp hetta: “Soleiðis kann flotin vinna pening”.
Eg mátti lesa tað umaftur. Føroya Landsstýri
vil sleppa at fortelja reiðarunum hvussu teir skulu tjena pengar !?
Jú, rætt var. Hetta hevur malið í høvdinum á
føroyskum politikarum í mannaminni, og tí er tað eisini ferð eftir ferð dottið
tvíbuktað av tunguni – hvussu skal flotin tjena pengar?
Men eg spyrji aftur ímóti – hvat rakar tað
Føroya Landsstýri um flotin tjenar pengar? “Tjenar pengar” merkir ikki bara at
hava ráð til at gjalda olju og proviant, so at skipið kann loysa frá kei. Tað
merkir at avlopið av rakstrinum skal vera stórt. So stórt sum gjørligt. Tað
merkir at forrentingin av kapitalinum skal vera góð. So góð sum gjørligt.
Men hví skal Føroya Landsstýri brýggja seg um
tað?
Føroya Landsstýri skal brýggja seg um tann
breiða skaran av borgarum og teirra vælferð. Landsstýrið skal syrgja fyri at
Føroya fólk trívist og fjølgast. Og her er so mangt heilt, heilt alvorligt, sum
leikar á.
“Ja” - svarar tú so aftur - “men tjenar vinnan
ikki pengar, so fer hon skjótt av knóranum, og so hevur borgarin onga inntøku,
tí ongin arbeiðsgevari er at arbeiða hjá”.
Men eg svari tær aftur, at onki fer øll vinnan av knóranum. Einstøk feløg fara á heysin, men tey flestu klára seg bara
betur av tí grund. Onnur feløg bjóða seg fram, so kappingin verður meira, og
produktiviteturin betri.
Summi skip og reiðarí tjena øgiligar pengar.
Pengar, sum Føroya fólk í veruleikanum eigur, og kundi brúkt at gjørt lívið
betri liviligt hjá fleiri túsund, heldur enn í lumman hjá nøkrum ørfáum.
Tað, sum Landsstýrið tí átti at brýggja seg
um, er at syrgja fyri at tann, sum tilfeingið eigur, fær tað avkast, sum honum
til kemur.
Leysliga roknað eigur Føroya fólk eina miljard
um árið úr tí tilfeingi, sum í dag fer til spillis í stáli og í skilaleysa
stórum vinningum til spekulantarnar í fiskivinnuni.
Hví spyr Føroya Landsstýri ikki um lastbilaeigarar
ella rørleggjarar tjena pengar? Hví eru tað bara reiðaríini, alararnir og
bankarnir, sum vit skulu brýggja okkum um?
Makt, keri vinur, makt. Tað er munurin.
No comments:
Post a Comment