Í útvarpstíðindunum bórust tey tíðindi, at stjórin í Føroya Banka, John Rajani, á fiskivinnutinginum (sum bankarnir rindaðu) hevur borið fram ynski um at sleppa at taka veðhald í fiskiloyvunum.
Bankin vil hava pant í fiskiloyvum, tí so
verður trygdin betur hjá bankanum at fáa pengarnar aftur, um illa vil til. Tí
skal Føroya fólk bara geva avkall upp á sína ogn. Og tað er ikki meira enn rímiligt,
tá havt verður í huga hvønn týdning bankin hevur fyri føroyingar.
John Rajani heldur at tá hann lænir Hanus
Hansen pengar, so skal hann ikki bara hava pant í ognini hjá Hanusi Hansen, men
eisini pant í ognini hjá øllum øðrum føroyingum aftrat?!
Tann dummi hundurin
Sjálvandi er tað betur fyri bæði bankan og
fyri John Rajani um teir sleppa at lýsa pant í ognini hjá triðaparti. Hvat tá?
Bankin hevur sjálvur oyst reiðaríini undir í lánum,
tí feløgini eru so illa rikin.
Eftir øllum at døma hevur bankin veddað upp á
at høgraflokkarnir fara at geva reiðaríunum tilfeingisognina til gávus í ævir
allar. Tí hevur bankin vaðað so langt út í lánum til illa riknu fyritøkurnar.
Reiðaríini eru ikki verd skuldina, bankin
hevur latið, so nú hevur bankin sent John Rajani at finna onkran dumman hund,
sum vil lata ognina hjá sær til veðhalds fyri Hanus Hansen.
Hvat verður nýtt í nýskipanini?
Sum útgang av tíðindunum um vátu pantidreymarnar hjá Føroya Banka hoyrdu
vit at tað situr ein arbeiðsbólkur í Fiskimálaráðnum og smíðar eina nýggja lóg
um vinnuligan fiskiskap.
Grundarlagi undir regulering av vinnuligum virksemi er at finna í
búskaparfrøðini. Ikki í lógfrøði ella lívfrøði. Hvussu væl er so Fiskimálaráðið
skikkað til at tillaga verkið um búskaparligu reguleringina av fiskivinnuni?
Allir búskaparfrøðingar eru samdir um høvuðstættirnar í hvussu reguleringin
eigur at vera. Men teir arbeiða bara ikki í Fiskimálaráðnum. Frøðiliga eru
embætismenninir tí ikki skikkaðir til verkið.
Ringast av øllum er tó, at hugburðurin hjá bankastjóranum og reiðaranum er
hin sami, sum gjøgnumsúrgar sjálvt Fiskimálaráðið. Innan gáttina í ráðnum ræður
hugburður teirra priviligeraðu fáu, sum upprunaliga fingu gávugóðsi frá tí
almenna.
Tað eru fortreytirnar í arbeiðsbólkinum, sum virkar undir leiðslu av ovastu
stjórnini í fiskimálaráðnum. Og yvir herðarnar á teimum kagar so ein politiskur
fylgibólkur.
Úrslitið er politiskt umbiðið og prosessin politiskt stýrd av
Fólkaflokkinum. Hví lúgva fyri sær sjálvum og Føroya fólki? Hví spæla kommediu?
Talan er um eitt politiskt arbeiði – eitt høgrasnarað og anti-liberalt
prosjekt, ballað inn í embætisliga kommediu.
Ein dag, ein dag . . .
Men tað fer ikki at eydnast Fólkaflokkinum og Sambandinum at venda
gongdini. Rákið ávegis einari liberalari og rættvísari skipan vendist ikki. Tað
kann seinkast og nakrar hundraðtals miljónir kunnu dryppa niður í úrvaldar
lummar nøkur ár aftrat. Men endin er púra vísur. Einaferð tekur Føroya fólk
tilfeingið til sín og tekur fult gjald fyri at leiga vinnurekandi
fiskirættindi.
Verður tað ikki í hesum umfarinum, so verður tað seinni.
Fý for H******.... organiseraður kriminalitetur á alljósum degið og ongin vaknar!
ReplyDelete