Í undanfarnu grein her á blogginum spurdi eg hvussu tað man bera til, at ríku reiðararnir hava hesa næstan ósannlíku maktina í samfelagnum.
Og her kemur so ein partur av svarinum. Tað
byrjar í orðasøguni um enska orðið “lobby”.
Enska orðið “lobby” er farið inn í onnur mál við tveimum ymsum merkingum. Tann
fyrra er “stór forstova” og hin er “bólkur av fólki, sum roynur at fremja egin seráhugamál
fram um samfelagsgagnið”.
Seinna merkingin er komin av hini fyrru. Tað
var í enska tinginum – the Parliament - at tey, ið vildu hava tingmenninar at
fremja síni seráhugamál fram um samfelagsgagnið, flokkaðust um tingmenninar, tá
teir komu út í gongina millum tingfundirnar.
Lobbi sum seráhugamálsbólkur hevur tí navnið
eftir gongini í enska tinginum. Bara til stuttleikar skal eg nevna, at enska
orðið “lobby” mest sannlíkt er eftir
hátýska orðinum “laubia”, sum merkir
“leyv”. Orsøkin er, at forstovan fekk navn eftir
leyvtaktu atkomuni til dyrnar, áðrenn gongin so at siga flutti inn í húsini.
Men hattar er farin tíð. Soleiðis var tað tá
ið lobbifólkið mátti troðka seg fram at politikarunum í parlamentsgongini. Nú á
døgum eru tað politikararnir, sum skipa fyri serstøkum fundi fyri lobbifólkinum,
sum tey kalla fiskivinnuting.
Ikki eitt heilt ópassandi orð, tí tað snýr seg
um fiskivinnu og hevur á leið sama status sum okkara egna Ting.
Evsta fyrisitingin hevur nú í mánaðar
fyrireika fund millum teirra, sum teljast upp í fremstu og máttmestu lobbi í
landinum – skipareiðararnir. Ein samkoma, sum hevur eittans endamál – og tað er
at fáa sum mest í sín egna privata part av tí, sum tjóðin annars í felag eigur.
Siga vit at inntøkan av tilfeinginum í havinum
er ein miljard krónur um árið, so hevði hon rokkið til at goldið fyri alt
heilsuverkið sum tað er. Men hendan lítla gongan av lobbifólki vil hava
tilfeingisrentuna í sínar egnu privatu lummar.
Og tað hjálpir evsta fyrisitingin teimum við.
Okkara egni landsstýrismaður og hansara
fyrisiting fyrireikar ein heilan fundardag, so at herndan vælborna gonga kann
tosa seg til rættis og so at politikararnir fáa høvið at koma á tal við
lobbifólkið. Í gomlum døgum mátti lobbifólkið bíða eftir politikarunum í
gongini – harav navnið!
Alt vendir nú øvugt. Nú eru politikararnir
farnir í audiens hjá lobbifólkinum.
Men hetta er so ein av orsøkunum til at hendan
margháttliga skipanin hongur saman.Øvugt.
No comments:
Post a Comment