10.10.16

Skáksigling uttan stavnhald

Í orðaskifti er ongantíð orsøk at vera hástórur og speirekandi í orðalag, men tað var samrøðan eg hevði við Dimmalætting í farnu viku so heilt vist. Lemjandi atfinningar uttan sakliga grundgeving er tað bera orðabrask, og av tí at eg haldi orðalagið var ivaleysa hástórt og undirlendið sera skirvisligt, má eg fyri at bera í bøtuflaka leggja hesi orðini aftrat.
Vanliga eru frágreiðingarnar frá Danmarks Nationalbank heilt góðar. Í tíðini sum stjóri á Hagstovuni hevði eg mestsum hvørt ár vitjan av høvundunum, og tey vóru altíð hóvlig og vitandi fólk, eins og frágreiðingarnar vóru sakligar og lærdar.
Soleiðis var tíverri ikki á hesum sinni, og tað rokni eg bara við at Danmarks Nationalbank longu hevur tikið til eftirtektar.

27.7.16

Væl nøgdir reiðarar


Hóast reiðararnir og teirra handgingnu illneitast inn á uppboðssøluna av fiskirættindum, so er sannleikin tann, at keypari og seljari – reiðarar og Fiskimálaráð – fóru væl nøgd frá borðinum, tá handilin var av. Gremjingin er bara politikkur. Handilin var bissnis.

25.1.16

Vinnulig avvenjing

THE MATRIX - ein felags misfataður veruleiki


Tá eg sigi orðið ”jól” vita vit akkurát hvat ið talan er um. Og eg vænti at vit ikki bara vita, men eisini sansa og føla tað sama av orðinum. Soleiðis er við eindarmentan, drúgvari felags søgu og uppruna.

Fólk av fremmandum uppruna og aðrari trúgv hoyra orðið sjálvt, men hava ikki somu hóming av hvørjar assosiasjónir hetta gevur okkum. Og eg veit at tann, eg tosi við, hevur akkurát somu assosiasjónir sum eg. Tí skilja vit so væl hvør annan.

Hendan ríman skal kortini snúgva seg um eitt annað orð: ”vinnan”.

Tá onkur sigur ”vinnan má takast við upp á ráð, áðrenn man fer at kollvelta vinnuna uttan fyrilit og uttan vinnuligt innlit”, verður heitið vinna brúkt bæði um eitt og annað. Mær vitandi hevur ongin sagt akkurát hatta, og tí fann eg bara upp á at skriva soleiðis. Men munnu vit ikki kunna semjast um at soleiðis kundi onkur saktans havt skrivað ella sagt?

Eg skilji væl setningin, men eg man hava brúkt eini tjúgu ár upp á at halda uppat at skilja hann. Tí eg vil ikki skilja setningin, so sum vit øll so sameiniliga skilja hann. Hann má, eftir mínum tykki, avskiljast, burturskiljast, fráskiljast, umskiljast, útskiljast . . .

Tí hvat er vinna?

29.12.15

Hvar liggur frensurin grivin?

ella:

Hvør er orsøkin til at politikarar og reiðarar eru samsintir um at fyri alt í verðini at sleppa undan uppboðssølu av fiskirættindum

Frensurin liggur grivin har hundurin er grivin

Politikararnir, sum nú seta føtur í spenni, billa sínum veljarum inn, at teir ”skapa arbeiðspláss” og ”bjarga lívinum í bygdini”, tá tað teir veruliga gera er at køva lívið í landinum. Akkurát sum politikararnir í 80'unum billaðu fólki inn at almennur studningur til fiskiskap, var at bjarga arbeiðsplássum og bygdunum, tá tað teir gjørdu var at forkoma øllum landinum.



Fyri alt í verðini ikki marknaðarliga kapping – heldur politiskt myrkaspæl.

9.12.15

Grønur vøxtur

Umframt grønan vøxtur kundi Hulkurin saktans umboða inflasjón
Grønur vøxtur og avvøxtur eru politiskar agendair og ikki búskaparfrøðilig alternativ. Mær vitandi býr einki alternativt uppskot um búskaparfrøði undir hesum heitum. Haðani eru ikki komin nøkur skila alternativ til grundvøllin í búskaparfrøði, so sum teoriirnar um marknaðir, arbeiði, kapital, prísáseting, altjóða handil, vælferð, hitt almenna ella búskaparvøxtur.

30.11.15

Hetta halda veljararnir um umsitingina av fiskatilfeinginum

Hóast Münchhausen var barónur og ikki
kvotagreivi gjørdi hann onkran túrin á hestbaki


Stórur meiriluti av veljarunum tekur undir við at myndugleikarnir styðja seg til vísindaligu tilráðingina, tá um ræður fyrisitingina av felags fiskatilfeingi landsins. Bæði tá um ræður vinnuligu atgongdini til fiskirættindini og tá um ræður lívfrøðiligu umsitingina, vil stórur meiriluti av veljarunum hava, at myndugleikarnir fylgja ráðunum frá fakligu ráðgevingini, heldur enn ynskjunum hjá tí vinnu, sum beinleiðis fær ágóðan av sínum egnu ráðum.

11.8.15

Er búskaparvøxtur av tí ónda ?

Mundi ervi verða hildið fyri hesum neolittiska parinum ?

Á veg út í tún úr einum ervi kom ein maður beint til mín og vildi týðuliga sleppa at siga okkurt átroðkandi. Hansara ørindi vóru at siga mær at hann helt búskaparfrøðina vera vandamikla, tí at hon eggjaði til vøxtur og uppaftur meira vøxtur, sum oyddi heimsins ráevni, rørdi heimin upp í ørliga ovurnýtslu og mangt annað forkastiligt.

Ervi eru eitt av høvunum folk brúka til at fáa eitt prát, men eg slepti mær bara burtur úr tí, av tí at eg helt ikki hetta vera hóskandi høvi.

Men eg havi so mangan møtt hesum misskiljingunum – at búskaparfrøðin eggjar til vøxtur og at vøxtur oyðir okkara náttúru, umhvørvi, mentan og samfelagssinni.

Tí at misskiljing er tað.

Síðani vit tvíbeintu skapningar fyri tveimum miljónum árum síðani tilevnaðu okkara fyrstu steinamboð og til denna dag, hevur søga menniskjans verið ein íðin strembing at sleppa sær burtur úr vanlukku, váða og víggi, so at nýggja ættarliðið stendur stinnari og eydnusamari enn undanfarandi.

Og soleiðis stremba vit enn.

Men tað er ikki búskaparfrøðin, sum hevur skyldina.

6.3.15

Lættari og rættvísari atgongd til fiskivinnuna – tað er alt !

Ein misskiljing tykist vera afturvendandi í kjakinum um fiskivinnupolitikkin – tað er at búskaparfrøðingar halda at allir trupulleikar eru loystir við uppboðssølu. « Sel bara á avksjón, so verður alt í ordan ».

Hetta er bara slett ikki rætt.

2.5.14

Latið alla skuld koma til okkara

Í tíðindunum er komið fram, at málið um svik í Eik grunninum og bankanum skal ikki granskast meira og lýsast betur. Uttan mun til hvat ið fyrisitingarligir stovnar hava gjørt í hesum málinum, so eru tað landsstýrið og Løgtingið, sum hava tikið avgerðirar og tí standa við ábyrgdini.
Meirilutin á Løgtingi, samgongan - og tí eisini landsstýrið - hava beinleiðis steðgað kanningini við at nokta henni fígging.

29.4.14

Farligir økonomar!


Fólk við persónligum fíggjarligum interessum í fiskivinnuni, politikarar og aðrir ideologiskir fylgisneytar royna at grugga málið um fiskirættindi, sum vit búskaparfrøðingar hava reist.
Teir hava fyrst roynt at ákæra okkum búskaparfrøðingar fyri býttisskap, kommunismu, ævindsjúku og annað ilt. Og tað fáast summi helst at trúgva. Tey nærmastu kanska.
Men síðani fólk hava funnið út av, at ikki bara flestallir føroyskir búskaparfrøðingar, men eisini so at siga allir aðrir búskaparfrøðingar eru púra samdir, eru onnur vápn tikin í brúk.
Nú skal tað ikki bera til – hetta sum búskaparfrøðingarnir siga. Tað er bara á skrivaraborðinum at tað riggar. Og uppboðssølan! Hon er heilt hopleys!
Fólk spyrja uppaftur og uppaftur um hvussu uppboðssøla av fiskirættindum fer at virka. Onnur hava funnið sær onkran iva við hesi uppboðssøluni, sum til dømis at tað verður torført, fyri ikki at siga ómøguligt, at gera íløgur í skip. Skulu útlendingar sleppa at bjóða? Børn? Samkomur? Paul Watson?

31.3.14

Torbjørn Trondsen, professari: Meira effektivt og meira rættvíst

Norski professarin í búskaparfrøði, Torbjørn Trondsen, helt í farnu viku fyrilestur í hátíðarsalinum í Háskóla Íslands í Reykjavík.

Torbjørn Trondsen er væl kendur í búskaparfrøði, serstakliga viðvíkjandi virðisøking, marknaðar- og value-chain viðurskiftum í fiskivinnu.

Fyrilesturin í Reykjavík snúði seg um uppboðssølu av fiskirættindum, sum Trondsen eisini veit ein heilan hóp um, tí at hann hevur millum annað verið ráðgevi í Kili hesum viðvíkjandi.

Niðurstøðan av fyrilestrinum er í stuttum at uppboðssølurnar fara at loysa fleiri avbronglað viðurskifti, sum darva sjálvari fiskivinnuni eins og menningini av samfelagnum annars.

30.3.14

Er Noreg ríkt av olju?



 Heldur tú at Noreg er ríkt av tí olju tey eiga í undirgrundini?
Sjálvandi er hetta ein lumpispurningur, tí ella hevði eg ikki spurt so. Og skilagóð sum tú ert, veitst tú longu at svarið er nei. Norðmenn eru ikki ríkir av tí olju tey eiga, og heldur ikki av øllum tí fiski, sum svimur í norskum havi.
Var tað nøgdin av náttúrutilfeingi, sum gjørdi munin, so vóru so mong onnur lond uppaftur ríkari enn Noreg. Eitt nú Angola, Nigeria, Kongo, Saudi Arabia, Oman, Algeria, Jemen, Botswana, Iran, Gabon og Guyana, sum øll hava lutfallsliga eins stórar ella størri oljuinntøkur enn Noreg.
Sannleikin er eisini tann, at vit føroyingar eiga lutfallsliga eins stórt árligt avkast av okkara tilfeingi, sum Noreg hevur. Allar tær ábendingar og útrokningar, sum gjørdar eru um møguligu tilfeingisinntøkurnar í Føroyum, vísa at talan er um eina miljard um árið. Í mun til støddina á búskapinum og til fólkatalið, so er hetta meira enn tað sum Noreg fær úr Oljugrunni sínum um árið.
Var inntøkan av føroyskum tilfeingi brúktur at lækka inntøkuskattin við, kundi hann minka ein heilan triðing!

6.3.14

Munurin á Bakkafrosti og Simprentis

Ólavur Ellefsen og fyritøka hansara Simprentis hava uppiborið eitt dygt herðaklapp afturat teimum fimmtan miljónunum, ið tey fingu fyri fyritøkuna, sum nýliga varð seld amerikanska risanum Schlumberger.
Áhaldandi og miðvíst arbeiði við góðum hugskotum, hóskandi fyritøkudygdum og tøkniligum kunnleika hevur borið fyritøkuna so langt fram á marknaðinum, at hon er amerikanska risanum verd 15 miljónir.
Ongin annar kann gera krav upp á part í virðinum.
Soleiðis er støðan ikki við Bakkafrosti, sum um somu tíð kunngjørdi at alvopið í 2013 var heilar 727 miljónir krónur. Og varð fyritøkan seld, eins og Simprentis, var helst talan um fleiri miljardir í keypsvirði, tí hvussu stórari undirliggjandi ogn heldur tú at 727 miljónir eru renting av?

22.1.14

Vexur ella minkar fólkatalið?

Á løgmannsskrivstovuni hava tey hvørki skil fyri hagfrøði ella búskaparfrøði. Í løgmannsskrivstovuni hava tey hinvegin stóran tørv á at tykjast og at látast. Politiska leiðslan á sjeynda ári hevur tørv á at tykjast málsøkin og at látast sigursæl.

Men grundarlagið er pappírstunt.

27.10.13

So einfalt, so rætt og so skilagott

”Allur fiskiflotin hevur siglt við undirskoti alla mína tíð – hvussu skulu vit trúgva at man kann toga eina hálva miljard burtur úr flotanum, uttan at alt fer á heysin?”
Soleiðis er vanliga (og skilliga) undrandi viðmerkingin, tá søla av fiskidøgum og fiskikvotum kemur upp á tal.
Men fyri tað fyrsta er tað slett ikki rætt. Tað hevur altíð verið ein fittur partur av flotanum, sum hevur havt avlop sína tíð – uppsjóvarflotin, rækjuflotin, toskatrolararnir eystanfyri osfr. Og einaferð tjentu trolararnir pengar undir Føroyum. Línuskipini hava havt síni ár eisini.
Men tað er annars rætt – flotin sum heild hevur ikki havt nakað at reypa av sum vinnugrein í samfelagsligum høpi.
Og høvuðsorsøkin er nettupp tann politiska skipan, vit hava valt at reka fiskiskap undir.
Fyri at gera eina fløkta søgu styttri, so er skipanin tann, at tað eru git og útrokningar í fyrisitingini, frígging til fiskimálaráðharran og dysturin millum veiðihættirnar, sum avger hvussu nógv skip og hvussu nógvar manningar troyta føroysku grunnarnar og tey føroysku rættindi, sum eru á fremmandum leiðum.
Og hetta slær konsekvent feil!