21.8.13
Kleking og endurnýgging
Vit eiga tvær døtur, Marina og Turið. Marin er fødd á Ólavsøku í 1985 og Turið í Februar 1988. So tær eru í dag 28 og 25 ára gamlar. Báðar eru undir útbúgving og búgva uttanlands, og teljast tí ikki millum føroyskar kvinnur í burðarførum aldri – hóast tað er akkurát tað, tær eru. Tær búgva bara ikki í Føroyum.
Og tað ger bara um leið helvtin av teirra árgangum av føroyskum kvinnum. Av teimum gentum, sum vóru føddar somu ár sum Marin og Turið hjá okkum, búgva bara ávikavist 53 og 55 prosent enn í Føroyum.
Spjaldur:
Fólkavøxtur,
Samfelagskreppa og burturflyting
23.6.13
Váðaliga ferðin undir Tangafjørð
Mær ger tað ongan mun um nýggj
farleið millum Havnina og Skálafjørðin verður undir privatum
ella almennum ræði. Ja, mær ger eisini tað sama um nøkur nýggj
farleið verður yvirhøvur. Eg fari ikki at gjalda nakað betýðiligt
av henni kortini.
Men mær ger ikki tað sama um
almennir myndugleikar í fávitsku binda meg og hinar
skattgjaldararnar til at gjalda óneyðugar útreiðslur til
pengasterkar einstaklingar. Og tað kann so lættliga henda í hesum
føri, tá privati pengasterki fíggjarin hevur so góð kort á
hondini í mun til ein illa mannaðan almennan mótpart.
Spjaldur:
Tað almenna,
Vinnupolitikkur
18.6.13
Hús ríkisins
Umsett eftir grein Jóns
Steinssonar, kennara í búskaparfrøði við Columbia University
Nú er tað so, at ríkið eigur hús
sum tað ikki sjálvt hevur brúk fyri í løtuni. Húsiini eru vorðin tjóðarogn og tí sleppur landið ikki at selja tey. Ríkið
ætlar sær tí at leiga onkrum húsini. Men heldur enn at leiga tey
til tann prís, sum fæst á fría marknaðinum, avger ráðharrin at
leiga teimum húsini, sum guldu fyri valstríð stjórnarflokkanna,
og tað fyri eina leigu sum bara er fimtiparturin av tí, sum hevði
fingist á fría marknaðinum – 10 milj.kr heldur enn 56 milj.kr.
Tá tað frættist um hesa avgerð, halda nøkur hetta at vera eina gølu. Tey siga at ráðharrin eigur
at tryggja ríkinum fult marknaðarvirði fyri húsini.
Spjaldur:
Fiskivinnupolitikkur,
Korrupsjón
15.5.13
Víkingasiðir og fimtingslutfall
Flestu okkara halda óiva enn, at norðurlond
teljast millum londini við mest jøvnum inntøkum og mesta javna
borgaranna millum. So einvíst og einfalt kann tað ikki sigast
longur. Myndin er meira fløkt og ójavnin í norðurlondum er vaxin
ræðandi nógv í mun til onnur lond í Evropa.
Eitt av hagtalsligu mátunum fyri
ójavna í inntøkum er sonevnda 80/20 mátið – eisini kallað
fimtingslutfallið, tí tað sammetir ríkasta og fátækasta
fimtingin. Hetta ábendingatalið verður nemliga roknað sum
lutfallið millum samanløgdu inntøkuna hjá tí fimmtinginum sum
forvinnur mest, í mun til inntøkuna hjá tí fimtinginum sum
forvinnur minst. Er talið 3, so merkir tað, at ríkasti fimtingurin
forvinnur tríggjar ferðir so nógv sum fátækasti fimtingurin.
Fyri nøkrum árum síðani var
fimtingsmátið í Evropalondum rættuliga einfalt at minnast. Talið
var 3 í norðurlondum, 4 í norðurevropa, 5 í Bretlandi og eini 6
í suðurevropa. Í miðal var tað 5 fyri alt Evropa. Norðurlondini
øll teljast millum tey lond, við minsta ójavnanum millum ríkasta
fimtingin og fátækasta fimtingin.
Miðaltalið er enn 5 fyri alt Evropa,
men ein av stóru broytingunum er, at norðurlond hava kropið sær
upp frá 3 til eini 4. Tað vil siga at ójavnin í norðurlondum er
vaxin.
19.4.13
HALLELUJA
Hóast
eg telji meg sjálvan millum kritikarar landsins, haldi eg meg ikki
teljast millum grenj landsins.
Hóast
nógv er at finnast at, so kann eg dagliga undrast yvir hvussu væl
vit hava fingið samfelagið at hanga saman – vit fáu tandur úti
á hesum naknu klettunum. Satt at siga haldi eg tað vera eitt av
teimum heilt stóru búskaparligu og samfelagsligu undrunum, sum eru
at finna yvirhøvur.
Oyggjasamfeløgini eru nógv í tali – bæði tey fjarskotnu í
Kyrrahavinum og Indiska Havinum. Og so eru tað oyggjasamfeløgini
fram við strendur heimsins. Summi sjálvstøðug oyggjaríki, eins
og Fiji og Tonga, summi sjálvstýrandi, eins og Føroyar og
Guernsey. Og so onnur assimilerað í meginlandið bæði
búskaparliga, mentunnarliga og samfelagsliga í aðrar mátar, eins
og Gotland og Hetland.
So
tað at vera pinkalítið oyggjaland er einki bragd.
Men
at vera so væl skipað, so væl mentað, demokratiskt við fult
tryggjaðum mannarætti, og so búskaparliga ríkt – sí, tað er
eitt bragd.
1.2.13
MYRKASPÆL
Minnast tit Chemical Ali – eisini
nevndur Comical Ali?
Tað var hann, sum stóð í logandi,
sundurbumbaða Bagdad og fortaldi altjóða pressuni, at nú var
sigur í hondum. Fíggindin var niðurbardur. Aftan fyri hann logaði
allur býurin.
Soleiðis tykir mær at okkara
landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Vestergaard, stendur í
Føroyalands miðstað og pástendur at ongastaðni í heiminum verða
fiskirættindi seld á almennum og fríum uppboð.
Eitt av fáu londum heimsins, sum í
stóran mun hevur loyvt almennari kappbjóðing um fiskirættindini,
eru nettupp Føroyar!!!
Spjaldur:
Fiskivinnupolitikkur,
Korrupsjón
6.12.12
Búskaparfrøði í advent
Tvær so rámandi søgur hava vitjað meg aftur og aftur, nú tað stundar til jóla. Tvær søgur, sum minna okkum á at vit eiga at vera góð hvør við annan, hóast - men eisini júst tí - at vit liva saman í einum mangan avbjóðandi samfelag.
Onnur søgan er
hon, sum Annliss Bjarkhamar sigur frá sínum virki í hjálparátakinum Í
Menniskjum Góður Tokki, at fimmhundrað familjur aftur í ár leita sær ein skáða
upp undir jólini. Tey venda sær til hjálparfelagsskapin, tí at tey liva undir
so fátæksligum korum, at jólini verða ein tung byrða, heldur enn tann
gleðishøgtíð tey eiga at vera.
Hetta er í stóran
mun tey óhepnu, sum antin verða arbeiðsleys, verða rakt av sjúku ella
sálarligum afturstigi, skiljast frá makanum ella koma í samlívsóføri av øðrum
slag. Tað kann raka okkum øll, og knøini kunnu hoykna undan tí besta. Bara
byrðan gerst nóg tung.
Og óeydnan kann vera so
beisk, at vit ikki orka at reisa okkum aftur sjálvi. Men í samfelag eru vit
saktans før fyri at hjálpa, og kunnu saktans syrgja fyri, at vit ikki bjóða
nøkrum her á landi so ljót kor.
Spjaldur:
Kapitalisma,
Viðmerkingar
23.11.12
Kapitalisma er ikki at spæla við
Føroyar eru millum ríkastu lond heimsins, tí
vit hava arvað norðurlendska brigdið av kapitalismu, sum passar okkum so avbera
væl. Vit hava parað tað við opið demokrati og rímiliga trygging móti blóðfátækt
á aftasta bonki.
Hendan er skipanin, sum norðurlond hava bygt
sína vælferð á hesi seinastu hundrað árini.
Men kapitalisma er ikki at spæla við.
22.11.12
Góða uppskriftin
Fremsta uppgávan hjá privata kapitalistinum í
fiskivinnuni er sjálvsagt at fáa íløguna at kasta sum mest av sær, og at reka
virksemið soleiðis, at íløgan heldur fram at geva honum nøktandi vinning. Sum
hjá øðrum kapitalistum.
Týdningarmesta uppgávan hjá tí almenna er
harafturímóti meira sosial, nemliga fólksins vegna at umsita havøkið og
fiskastovnarnar. Eins og privati kapitalisturin skal hann tryggja eigaranum –
Føroya fólki – at ognin kastar sum mest av sær nú og komandi tíðir. Myndugleikarnir
skulu ansa eftir lívfrøðiliga meinginum og búskaparliga feinginum, so at tað
ikki forferst, men kemur samfelagnum øllum til góðar.
20.11.12
Veðseta ognina hjá onkrum dummum hundi ?
Í útvarpstíðindunum bórust tey tíðindi, at stjórin í Føroya Banka, John Rajani, á fiskivinnutinginum (sum bankarnir rindaðu) hevur borið fram ynski um at sleppa at taka veðhald í fiskiloyvunum.
Bankin vil hava pant í fiskiloyvum, tí so
verður trygdin betur hjá bankanum at fáa pengarnar aftur, um illa vil til. Tí
skal Føroya fólk bara geva avkall upp á sína ogn. Og tað er ikki meira enn rímiligt,
tá havt verður í huga hvønn týdning bankin hevur fyri føroyingar.
John Rajani heldur at tá hann lænir Hanus
Hansen pengar, so skal hann ikki bara hava pant í ognini hjá Hanusi Hansen, men
eisini pant í ognini hjá øllum øðrum føroyingum aftrat?!
14.11.12
Hvat rakar tað okkum, um flotin tjenar pengar?
Føroya Landsstýri fyriskipar og bjóðar til serstakan fund um fiskivinnuna – til Fiskivinnuting. Fiskivinnutingið er dagurin tá politiska maktin bjóðar partaeigarum og øðrum, sum hava við fiskivinnuna at gera, til at tosa seg til sættis. Bankarnir betala gildið.
Eitt av málunum, sum verða umrødd á fundinum,
er nettupp hetta: “Soleiðis kann flotin vinna pening”.
Eg mátti lesa tað umaftur. Føroya Landsstýri
vil sleppa at fortelja reiðarunum hvussu teir skulu tjena pengar !?
Jú, rætt var. Hetta hevur malið í høvdinum á
føroyskum politikarum í mannaminni, og tí er tað eisini ferð eftir ferð dottið
tvíbuktað av tunguni – hvussu skal flotin tjena pengar?
Spjaldur:
Fiskivinnupolitikkur
11.11.12
Fiskivinnutingið er øvugt lobbi
Í undanfarnu grein her á blogginum spurdi eg hvussu tað man bera til, at ríku reiðararnir hava hesa næstan ósannlíku maktina í samfelagnum.
Og her kemur so ein partur av svarinum. Tað
byrjar í orðasøguni um enska orðið “lobby”.
Spjaldur:
Fiskivinnupolitikkur
31.10.12
Miseydnaða landið
Í Álandi búgva 28 túsund fólk, og har hava tey tað eftir øllum at døma gott. So væl trívast tey, at tey fjølgast í stórum og vænta at verða heili fjøruti túsund í 2050.
Vit væntast eisini at verða eisini fjøruti túsund í 2050. Men tað er nú
ikki tí at her stendur so óluksáliga væl til. Heldur tvørturímóti.
Flestu framskrivingar vísa at alt færri fólk fara at búgva í Føroyum
komandi árini. Fyrstu árini fara vit ikki at merkja minkingina so væl, men sum
frá líður fer hon at taka dik á seg og í 2050 verða íbúgvarnir um leið 40
túsund.
Og tað verða 40 túsund gomul fólk – í miðal munandi eldri enn í dag. Spurningurin,
sum ikki er kannaður er tann, um eitt so lítið samfelag kann koma sær í vanda
fyri at doyggja út.
So hvørt sum tey ungu flyta av landinum, eldast tey sum eftir eru. Tey
eldast burtur av arbeiðsmarknaðinum, og samfelagið kann koma í tað støðu, at
nóg mikið av virknum hondum er ikki til at breyðføða tjóðina.
Vandi er tí fyri at her avfólkast.
Eg helt at tað var bara í Føroyum, at so illa stóð til. Og tað er eisini
rætt. Í ongum øðrum landi í grannalagnum eru útlit til at fólkatalið minkar. Í
Grønlandi er ivasamt, hvussu gongdin verður, men beinleiðis minking vænta tey
ikki fram til 2050.
Spjaldur:
Samfelagskreppa og burturflyting
29.10.12
Trý túsund krónur aftrat um mánaðin – nei takk !
Spotskliga verður sagt um okkum búskaparfrøðingar, at vit trúgva so fast upp á býttisliga einfaldar trúarsetningar, at vit púrasta avnokta veruleikan. Tí er tað at búskaparfrøðingurin ikki trýr egnu eygum sínum, tá hann sær ein hundraðkrónuseðil á vegnum. “Lá hann har, so hevði onkur langt síðani havt tikið hann upp!” Hann gongur tí framvið, og letur seðilin liggja. Onnur steðga og taka seðilin upp.
Men søgan eg nú skal siga, vendur beint øvugt.
Búskaparfrøðingarnir hava funnið í túsundtals krónum til hvønn einasta
føroying, men teir trúgva tí ikki – og lata seðlarnar liggja!
Trýrt tú mær ikki?
Hoyr so hesi orð:
18.9.12
Fólksins ogn í stjórnarskránna
Íslendska tjóðin hevur sett sær fyri at smíða
sær nýggja stjórnarskipan.
Eftir at búskapurin í 2008 mestsum fór fyri
bakka og djúpu sár samfelagsins komu undan kavi, hevur tjóðin havt úr at gera
bara at koma seg eftir kreppuriðini. Men nú er stundin komin til at taka upp
eftir seg, og fleiri sakarmál reika í hesum døgum í rættinum fyri at seinni at
koma til dóms.
Spjaldur:
Fiskivinnupolitikkur
Subscribe to:
Posts (Atom)