20.10.11

55 túsund fólk í Føroyum

Eitt av valevnum javnaðarflokksins kallar tað eitt ”megabluff” hjá Tjóðveldisflokkinum, at vit seta okkum sum stavnhald at vera 55 túsund í 2020.
Tað skal sjálvandi ganga heilt óluksáliga væl, um vit skulu vera 55 túsund føroyingar í 2020.

So skal tað ganga eins væl komandi tíggju árini og tað hevur gjørt bestu tíggjuáraskeiðini í mannaminni. Og so eitt sindur betur.
So skal fólkatalið vaxa meira enn tað gjørdi aftan á kreppuna í nítiárunum.
Tað skal vaxa við 1,3 prosentum um árið, skulu vit koma heilt upp á 55 túsund í 2020.
Og tað er nógv.
Tað er sama stig av fólkavøxtri, sum var í Íslandi heilt frá 1944 og fram til 2004 – áðrenn fólkavøxturin rann upp í slokk upp undir kreppuna.
Tað er væl minni enn fólkatalið í Írlandi vax seinastu 10 árini.
Tað er ikki líka so nógv sum londini við størsta fólkavøxtrinum – so langt frá. Men skulu Føroyar vaxa til 55 túsund í 2020, so skal fólkavøxturin vera sum í londum við meira enn miðal vøxtri.
Klára vit at gera tað so liviligt í landinum, at vit vera ikki 55 men 54 túsund, er væl komið áleiðis.
Og tá skal vøxturin bara vera eitt prosent um árið – eins og hann hevur verið á Isle of Man, Írlandi og Íslandi seinastu 40 árini.
At Føroyar skulu hýsa 55 túsund sálum í 2020 er kortini ikki eitt vallyfti, sum onkur heldur tað vera.
Tað er ein visjón. Eitt stavnhald. Ein aspirasjón. Eitt høgt mál.
Spenna vit okkum út og gera framsóknar íløgur í skúlaverkið, skilagóða reformasjón av vinnupolitikkinum, íløgur í bústaðir og trivnað – so kann tað saktans vera at vit røkka enn longur.
Um vit røkka 55 túsund, kann Tjóðveldisflokkurin sjálvandi ikki lova. Men vit vilja ganga á odda at seta høg og bjørt mál fyri hetta samfelagið.

Tí vilja vit, so duga vit.

No comments:

Post a Comment