16.12.16

Alt er skýmligt, eina dansa tú og eg . . .



“Kom og dansa, hjartans kæri skattur mín . . .”


Soleiðis kvøður ungi fríggjarin, sum vil hava sín elskaða at gloyma alt rundan um seg – alt annað enn tey bæði, seg og skattin. Hetta rann mær til hugs, nú reiðarafelagið í listaligum og listinlærdum ovfarakæti sendir sín serliga jólaboðskap út um geilar.


Vælsignaði komi og dansi eftir okkara floytu, og leggi so passaligan skatt á okkum.


Komi og dansi við okkum, heldur enn við hasum fjandans búskaparfrøðingunum, tí tá eygu okkara møtast, tá hvørvur burtur alt, sum er, og vit sveima burt í eina dreymaverð. Eina verð, har ið tú og eg – tú veitst, okkara millum - finna út av hvussu stórur skatturin skal vera.