Tann súra pliktin at velja

Ofta vóru tað tey vælgreiddu, tey við penum gardinum og penum børnum, sum pátikið álvarsliga trúttaðu okkum at brúka rættin til at fara á val. Tað var fyrst í 1970’unum, og tað var iriterandi at hoyra. Fleiri ár seinni valdi eg fyri fyrstu ferð og tá valdi eg Tjóðveldisflokkin – ikki tí tey hava imponerað meg síðani tá, men tí eg eri fyrst og fremst loysingarmaður.

Tey fyrstu nógvu løgtingsvalini, eftir at eg hevði fingið valrætt, var eg slett ikki á. Og eg havi ongantíð skilt ta ógvusligu indignasjónina, sum ofta liggur aftanfyri, tá summi hampafólk øsa seg upp um okkum, sum ikki so ovurfegin og glaðbeint renna til valkassarnar. Hví so uppøst?

Fagri nýggi skattafríi heimur

At tjena fyri lívsins uppihald við vanligum lønararbeiði – tað er tað opinbart hamrandi skítbýtt.

Hetta er signalið, sum vit enn eina ferð hava fingið sendandi frá Løgtinginum, tá tað samtykti at skriva serligar reglur fyri skatting av kapitalvinningi, sum eitt nú fæst av handli við virðisbrøvum. ”Ver ikki so kúbýttur at arbeiða í løntum starvi – ver heldur spekulant”.

Arbeiðir tú vanligt lønararbeiði skalt tú av við næstan fimmti prosent í skatti í miðal og eini sexti prosent av síðst tjentu krónuni. Men spekulerar tú í virðisbrøvum, betalir tú millum átjan og tríatifimm prosent í skatti – eisini av síðst tjentu krónuni – bara tí tú ikki arbeiddi fyri akkurát hesar krónurnar. Altso antin tvífalt ella trýfalt so stóran skatt av síðst tjentu krónuni – bara tí at tú arbeiddi fyri hana.