15.2.17

Íslendska grundlógin - fólkaræðislig crowdsourcing

Í 2008 misti Íslendska fólkið púrasta álitið á øllum politiskum, løgligum, embætisligum og fíggjarligum stýrisvaldi í landinum, og skjótt varð greitt at uppgerðin fór at enda í upprudding í skipanarligu viðurskiftum landsins.

Í 2009 samtykti Íslendska Altingið at framferðin móti nýggju grundlógini skuldi í trimum stigum fara soleiðis fram, at (a) setast skuldi ein Tjóðfundur, (b) tilnevnast skuldi ein Grundlógarnevnd, og at (c) haldast skuldi val til Grundlógarráð.

Vert er her at leggja sær í geyma, at Altingið sjálvt samtykti at bæði fólkaræðisliga politiska valdið, Altingið sjálvt, Íslendska stjórnin og hennara embætisverk (útinnandi valdið) og dómsvaldið, skuldu ikki vera tengd at tilgerðini av grundlóg landsins.

Nettupp tí at grundlógin skal vera sjálvstøðugi grundvøllurin, sum sjálvt fólkaræði stendur á, og sum millum annað skal leggja bond á tey valdsamboð, sum í grundlógini verða staðfest.

14.2.17

Stjórnarskipanin - hjá hvørjum ?


Stjórnarskipan Føroya skal leggjast til fólkaatkvøðu flaggdagin næsta ár.

Stjórnarskipanin hjá hvørjum?

Hjá hvørjum mannsbarni í Føroyum?

Og hjá hvørjari armari sál, sum her skal búgva komandi øldir?

Men sig mær – hvussu skulu hesi neyðars fólk taka støðu til eina heila stjórnarskrá, sum tey onki hava havt við at gera?

Eitt verk sum embætisverk og politikarar hava bølt omanyvir í nærum tjúgu ár. Av berum klandri og kaldari øvund.

Men eftir mínum tykki er tað einki minni enn ódemokratisk kvettroynd at biðja fólkið taka støðu til eitt so umfatandi lógarverk. Sum tey ikki eiga lut ella deil í, og ongantíð hava sæð!

9.2.17

Niðurskolað vælferð



Onki annað mentað og framkomið land tveitir 10% av síni vælferð burtur í ónyttu. Tað gera bara ómentað og tilafturskomin lond, um tey ikki longu eru eyðrænd.

Men so gera vit – í Føroyum.

Heldur enn olju niðanjarðar, eiga vit fisk í sjónum. Olja tømist, men tað ger fiskur ikki.

Men heldur enn at gera sum Noreg, at taka hetta sjáldsama virðið til høldar, og teljast millum ríkastu lond heimsins, lata vit alt hetta virðið fara fyri skeyti.

Náttúruvirði okkara í fiskirættindum, er eins stórt og norska náttúruvirði í oljurættindum. Hvørt einasta ár.

Hetta er búskaparfrøðilig sannroynd.

Men higartil hevur tað eydnast pengamonnum og politikarum at fjala hendan sannleikan í meira enn 20 ár.