Føroya Landsstýri fyriskipar og bjóðar til
serstakan fund um fiskivinnuna – til Fiskivinnuting. Fiskivinnutingið er
dagurin tá politiska maktin bjóðar partaeigarum og øðrum, sum hava við
fiskivinnuna at gera, til at tosa seg til sættis. Bankarnir betala gildið.
Eitt av málunum, sum verða umrødd á fundinum,
er nettupp hetta: “Soleiðis kann flotin vinna pening”.
Eg mátti lesa tað umaftur. Føroya Landsstýri
vil sleppa at fortelja reiðarunum hvussu teir skulu tjena pengar !?
Jú, rætt var. Hetta hevur malið í høvdinum á
føroyskum politikarum í mannaminni, og tí er tað eisini ferð eftir ferð dottið
tvíbuktað av tunguni – hvussu skal flotin tjena pengar?