25.4.22

Búskaparfrøðilig ráðgeving má vera óheft og kvalifiserað



Hans Ellefsen, leiðari á búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, hevur funnist at Fróða Magnussen, formanni í nevnd Landsbankans, sum ávarar ímóti at taka burtur av tilfeingisávøxtrinum, ið eitt nú Bakkafrost betalir út til sínar partaeigarar - mest uttanlands.

Formaðurin í nevnd Landsbankans, Fróði Magnussen, heldur kortini uppá, at vit skulu ikki miða eftir at fáa tilfeingisávøxturin í hendurnar á fólkinum, men at vit skulu fara í kapping við Skottland og onnur lond um at geva fyritøkum í aling so lagaligar treytir sum til ber, so at vit lokka tær til Føroya at virka.

Ætlanin er nokk ikki at fáa aðrar fyritøkur til Føroya at ala, tí her er valla pláss fyri fleiri. Ætlanin er heldur at tær fyritøkurnar sum longu ala á føroyskum firðum, skulu varðveita sum mest av natúrliga ávøxtrinum, tí at tær hótta við at fara aðrastaðir at ala laks á sjónum. So ótrúligt tað enn ljóðar so tekur formaðurin í nevnd Landsbankans framm eitt skriv, sum beinleiðis lýsir skattalættan sum eitt ávíst politiskt skattaátak fær fyri dóttirfelagið hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Tað brúkar hann til at kynda undir óttan um at fyritøkurnar fara heldur at gera íløgur aðrastaðir.

Hann lýsir hetta sum átøk, ”sum skotar gera, fyri at fáa íløgur . . . ”, og hann ávarar um hetta  "sum ítøkiligt dømi um lokkan við lægri avgjøldum úr Skottlandi”, tí har er ”ynski um hægri búskaparvøxtur, fleiri arbeiðspláss og hægri vælferð, og amboðið skotar brúka í kappingini við onnur um at fáa íløgur er t.d. møguleikin fyri skattligum avskrivingum . . .”

Ólukkan er bara tann, at hendan søgan hjá honum er ikki bein.