30.10.11

Veljarin: ongar reformar nú !


Tann boðskapurin, sum fyri mær stendur mest greiður eftir hetta løgtingsvalið, er hann at meirilutin vil ikki hava flokkar at stýra landinum, sum ætla broytingar. Hann hevur vrakað teir báðar flokkarnar – Javnaðarflokkin og Tjóðveldið – sum hava prædika mestu broytingarnar.
Meirilutin av føroyingum vil ikki hava stórar broytingar í viðurskiftunum í løtuni. Ikki í fiskivinnuni, ikki í eftirlønunum, ikki í kommunubygnað, bygnaðinum í heilsuverkinum, skúlaviðurskiftunum, skattamálum ella øðrum viðurskiftum.
Og hetta er samstundis tað avgerandi brekið við tilgongdini til broytingar.

20.10.11

Búskapur og fullveldi


Eg havi ongantíð verið loysingarmaður av búskaparligum ávum. Ynskið um einar frælsar føroyar er eitt hjartamál, og telist ikki fyri mær í pengum. Men skal eg greiða frá um míni hjartamál, noyðist eg eisini telja loysing og samband í pengum.

Fróðskaparsetur og vaxnaskúling


Í løtuni óttast nógv um sítt arbeiði og um sítt arbeiðspláss.
Men framtíðin er ein heilt onnur. Tá verður ikki nóg mikið av kvalifiseraðum fólki til øll arbeiðsplássini.
Og tann framtíðin er longu her. Tað er í framtíðina at vit gera skúlaíløgur.

55 túsund fólk í Føroyum

Eitt av valevnum javnaðarflokksins kallar tað eitt ”megabluff” hjá Tjóðveldisflokkinum, at vit seta okkum sum stavnhald at vera 55 túsund í 2020.
Tað skal sjálvandi ganga heilt óluksáliga væl, um vit skulu vera 55 túsund føroyingar í 2020.

15.10.11

Fiskiskapurin niðursaxaður

Kannst tú ímynda tær ein bónda, sum á sumri fer út í veltuna at lúka við líggja?
At hann fer út við líggjanum og saxar alt niður frá hond, arva og slokkar, aks og lokaplantur – alt í sveiggjandi líggjatøkum?
At hann ikki hevur fyrilit fyri tí, sum hann skal heysta og skal liva av restina av árinum?
Nei, vell?
Men soleiðis fara vit við okkara fiskiskapi, kann eg fortelja tær!

Er loysingin málið?

Eg kann saktans geva teimum rætt sum siga at loysingin – fullveldi – í sær sjálvum ikki er málið.
Málið má vera at fáa hetta pinkulítla landið at blóma – tað verið seg í sambandi ella sum fullveldi.
Málið má vera at fáa sum mest burtur úr lívinum saman - sálarliga eins væl og tímiliga.

14.10.11

Sjálvstýri og framburður eru á somu kós

Røða á ressingarfundi Tjóðveldis á Læraraskúlanum 14.oktobur 2011
Tey, sum greina føroyskan politikk, eru samd um at í Føroyum er ikki bara vanligi skilnaðurin millum høgraflokkar og vinstraflokkar.
Greiður skilnaður er eisini millum loysing og samband.
Hetta er eitt, ið øll vita – eitt, sum skilur allar føroyingar sundur í minst teir fýra teigarnar millum brotlinjurnar millum høgra, vinstra, loysing og samband.
Men sum tíðin líður og øldir fara, kámast mørkini millum ideologisku teigarnar. Høgra og vinstra troðkast í dag saman á einum illittum miðvølli – ikki bara í Føroyum, men í øllum grannalondunum.
Markið millum loysing og samband kámast kortini ikki.

5.10.11

Bíðið ikki eftir 2018

Í vikuni stóð eg í einum handli og skuldi keypa, tá ein heldur illbrýntur maður kom heldur tætt at mær og mælti: ” Nú hava tit aftur tikið 20 dagar frá mær, so nú fái eg ikki endarnar at røkka saman!”
Eg fekk ikki stundir at tala, so var hann horvin.
Men eg kann so siga tað her, sum eg ikki fekk sagt tá - bíðið ikki eftir 2018