At selja fiskiloyvi saman við skipum, er brot á ognarrættin hjá føroyska fólkinum til alt fiskatilfeingið. At reiðararnir sleppa at stinga hundraðtals miljónir í egnan lumma frá sølu av fiskiloyvum er heilt einfalt rán.
Undir páskotinum um at veita tryggleika fremur Løgtingið brot á ognarrættin hjá føroyska fólkinum til fiskiríkidømið, tí reiðarar í hesum myrkaspælinum at stinga hundraðtals miljónir í egnar lummar, tá teir selja almenn fiskirættindi.
Og myrkaspæl er hetta, tí sitandi løgtingslimir vita fullvæl av, at reiðarar selja fiskirættindini hjá landinum saman við skipunum fyri upphæddir, sum aloftast eru fleiri ferðirnar skipavirðið.
Longu nú hava fleiri av stóru reiðarunum sníkt seg út úr vinnuni við hundraðtals miljónum á bankabók, meðan skuldin í vinnuni bara økist.