31.3.14

Torbjørn Trondsen, professari: Meira effektivt og meira rættvíst

Norski professarin í búskaparfrøði, Torbjørn Trondsen, helt í farnu viku fyrilestur í hátíðarsalinum í Háskóla Íslands í Reykjavík.

Torbjørn Trondsen er væl kendur í búskaparfrøði, serstakliga viðvíkjandi virðisøking, marknaðar- og value-chain viðurskiftum í fiskivinnu.

Fyrilesturin í Reykjavík snúði seg um uppboðssølu av fiskirættindum, sum Trondsen eisini veit ein heilan hóp um, tí at hann hevur millum annað verið ráðgevi í Kili hesum viðvíkjandi.

Niðurstøðan av fyrilestrinum er í stuttum at uppboðssølurnar fara at loysa fleiri avbronglað viðurskifti, sum darva sjálvari fiskivinnuni eins og menningini av samfelagnum annars.

30.3.14

Er Noreg ríkt av olju?



 Heldur tú at Noreg er ríkt av tí olju tey eiga í undirgrundini?
Sjálvandi er hetta ein lumpispurningur, tí ella hevði eg ikki spurt so. Og skilagóð sum tú ert, veitst tú longu at svarið er nei. Norðmenn eru ikki ríkir av tí olju tey eiga, og heldur ikki av øllum tí fiski, sum svimur í norskum havi.
Var tað nøgdin av náttúrutilfeingi, sum gjørdi munin, so vóru so mong onnur lond uppaftur ríkari enn Noreg. Eitt nú Angola, Nigeria, Kongo, Saudi Arabia, Oman, Algeria, Jemen, Botswana, Iran, Gabon og Guyana, sum øll hava lutfallsliga eins stórar ella størri oljuinntøkur enn Noreg.
Sannleikin er eisini tann, at vit føroyingar eiga lutfallsliga eins stórt árligt avkast av okkara tilfeingi, sum Noreg hevur. Allar tær ábendingar og útrokningar, sum gjørdar eru um møguligu tilfeingisinntøkurnar í Føroyum, vísa at talan er um eina miljard um árið. Í mun til støddina á búskapinum og til fólkatalið, so er hetta meira enn tað sum Noreg fær úr Oljugrunni sínum um árið.
Var inntøkan av føroyskum tilfeingi brúktur at lækka inntøkuskattin við, kundi hann minka ein heilan triðing!

6.3.14

Munurin á Bakkafrosti og Simprentis

Ólavur Ellefsen og fyritøka hansara Simprentis hava uppiborið eitt dygt herðaklapp afturat teimum fimmtan miljónunum, ið tey fingu fyri fyritøkuna, sum nýliga varð seld amerikanska risanum Schlumberger.
Áhaldandi og miðvíst arbeiði við góðum hugskotum, hóskandi fyritøkudygdum og tøkniligum kunnleika hevur borið fyritøkuna so langt fram á marknaðinum, at hon er amerikanska risanum verd 15 miljónir.
Ongin annar kann gera krav upp á part í virðinum.
Soleiðis er støðan ikki við Bakkafrosti, sum um somu tíð kunngjørdi at alvopið í 2013 var heilar 727 miljónir krónur. Og varð fyritøkan seld, eins og Simprentis, var helst talan um fleiri miljardir í keypsvirði, tí hvussu stórari undirliggjandi ogn heldur tú at 727 miljónir eru renting av?