31.10.12

Miseydnaða landið


Í Álandi búgva 28 túsund fólk, og har hava tey tað eftir øllum at døma gott. So væl trívast tey, at tey fjølgast í stórum og vænta at verða heili fjøruti túsund í 2050.
Vit væntast eisini at verða eisini fjøruti túsund í 2050. Men tað er nú ikki tí at her stendur so óluksáliga væl til. Heldur tvørturímóti.
Flestu framskrivingar vísa at alt færri fólk fara at búgva í Føroyum komandi árini. Fyrstu árini fara vit ikki at merkja minkingina so væl, men sum frá líður fer hon at taka dik á seg og í 2050 verða íbúgvarnir um leið 40 túsund.
Og tað verða 40 túsund gomul fólk – í miðal munandi eldri enn í dag. Spurningurin, sum ikki er kannaður er tann, um eitt so lítið samfelag kann koma sær í vanda fyri at doyggja út.
So hvørt sum tey ungu flyta av landinum, eldast tey sum eftir eru. Tey eldast burtur av arbeiðsmarknaðinum, og samfelagið kann koma í tað støðu, at nóg mikið av virknum hondum er ikki til at breyðføða tjóðina.
Vandi er tí fyri at her avfólkast.
Eg helt at tað var bara í Føroyum, at so illa stóð til. Og tað er eisini rætt. Í ongum øðrum landi í grannalagnum eru útlit til at fólkatalið minkar. Í Grønlandi er ivasamt, hvussu gongdin verður, men beinleiðis minking vænta tey ikki fram til 2050.

29.10.12

Trý túsund krónur aftrat um mánaðin – nei takk !


Spotskliga verður sagt um okkum búskaparfrøðingar, at vit trúgva so fast upp á býttisliga einfaldar trúarsetningar, at vit púrasta avnokta veruleikan. Tí er tað at búskaparfrøðingurin ikki trýr egnu eygum sínum, tá hann sær ein hundraðkrónuseðil á vegnum. “Lá hann har, so hevði onkur langt síðani havt tikið hann upp!” Hann gongur tí framvið, og letur seðilin liggja. Onnur steðga og taka seðilin upp.
Men søgan eg nú skal siga, vendur beint øvugt. Búskaparfrøðingarnir hava funnið í túsundtals krónum til hvønn einasta føroying, men teir trúgva tí ikki – og lata seðlarnar liggja!
Trýrt tú mær ikki?
Hoyr so hesi orð: