Er loysingin málið?

Eg kann saktans geva teimum rætt sum siga at loysingin – fullveldi – í sær sjálvum ikki er málið.
Málið má vera at fáa hetta pinkulítla landið at blóma – tað verið seg í sambandi ella sum fullveldi.
Málið má vera at fáa sum mest burtur úr lívinum saman - sálarliga eins væl og tímiliga.
Fyri mær er hetta kortini eitt og tað sama. Framburður í samfelagsmálum, bjartskygni í fólkasálini og skil í búskapinum, tey hanga óloysiliga saman við tí politisku organisasjónini, sum er eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki.

Eg gevi eisini teimum rætt sum siga, at tað er ikki sømiligur politikkur bara at rópa: loysing!
Sømiligur politikkur er at hava betri skil í landshúsarhaldinum, at hava beinari kós í búskaparpolitikkinum, at stremba hægri í mentamálum, at røkka nógv longur í vitanar- og menningarmálum. Betri, beinari, hægri og longur enn tann politikkur, sum ikki vil einar sjálvstøðugar Føroyar.

Eg gevi teimum rætt tí eg veit, at framburður í samfelagsmálum og strembanin eftir sjálvstýri føra bæði á sama mál.
Í øllum málum eru vit longu komin langt fram at einum góðum samfelag og tættari at málinum at skipa okkum í eina skilagóða politiska eind.

3 comments:

  1. Fín grein.

    Men at frásiga okkum rættin til at virða fullveldi ella føroyska statin sum eitt mál í sær sjálvum er eitt dømi um ov víðgongda rationalisering ella økonomisering av politiskum virðum.

    Sera nógv í okkara livi hevur eitt íborið virði – ella eitt virði í sær sjálvum. Eitt nú er sjálvt fólkaræðið ikki bara eitt amboð til at skipa eitt betri samfelag, men ein rættur, ið kann útleiðast av tí, at vit mugu virða hvønn annan sum javnsett menniskju og geva hvørjum øðrum javnbjóðis status. Tvs. fólkaræðið er eisini eitt virði í sær sjálvum – eitt íborið virði.

    Gamli tjóðveldismaðurin var ikki bara tjóðveldismaður, tí at hann metti, at fullveldi var eitt amboð, sum fór at geva landinum størri fíggjarligar fyrimunir – antin via frægari ábyrgdarkenslu ella gagnliga atgongd til ymisk relevant forum í búskaparligum høpi. Hann hevði loysingina sum mál av tí, at tað eftir hansara fatan var grundleggjandi órættvíst, at ein serstøk tjóð ikki bæði formliga og veruliga skuldi ráða sær sjálvari og verða viðurkend sum javnsett øðrum tjóðum. Tann status og viðurkenning, ið fullveldið vildi givið, vóru fyri hann virði í sær sjálvum.

    Hvat gert tú, um argumentini fyri fullveldinum sum einum amboð verða skotin niður? So er onki eftir at falla aftur á! Lat okkum siga, at fullveldi bæði er eitt amboð og eitt endamál í sær sjálvum. Tað er erligari ímóti veruligu motivatiónini hjá veljaranum, og tað gevur okkum eisini betri mótstøðuføri móti mótargumentum.

    Bárður Larsen

    ReplyDelete
  2. Túsund takk fyri hasa framúr gløggu viðmerkingina. Í endanum hevur tú líkasum staðfest at mítt sjónarmið er at fullveldi Føroya ikki hevur rætt at vera sjálvstøðugt mál. Tað sigi eg kortini ikki.

    Men eg sigi at tann flokkur, sum rekur sjálvstýrispolitikk má vera meira skilagóður og rasjonellur í dagsins aktuella politikki. Hann má hava tær betru loysnirnar til tey samfelagsmál, sum raka borgaran í búskapinum, rættartrygdini, sosialum viðurskiftum, undirvísing og øllum øðrum.

    Sjálvstýrispolitikkur er í sær sjálvum - ella átti í minsta lagi at verið - ein aktuell politisk ábyrgd, og eigur ikki at vera ein deponering av allari ábyrgd inn í eina glæsiligari framtíð.

    Fullveldispolitikkur skal vera eyðkendur av, at hann hevur tær betru loysnirnar, nettupp tí at vit hava tað bjartara og drúgvara málið um eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki.

    Men loysingin má ikki vera ein fínur klubbi fyri tann partin av fólkinum, sum var føddur við tí í hjartanum.

    Hermann Oskarsson

    ReplyDelete
  3. So eru vit ikki ósamdir kortini. Bæði hjarta og breyð mugu prioriterast

    ReplyDelete