25.8.11

Føroyska sjónin

Eg stilli upp fyri Tjóðveldið – tað er greitt, og tí stilli eg eisini upp fyri ta loysingarhugsjónina, sum er skjaldramerki flokksins. Ongin, sum kennur meg, ivast í at tað somuleiðis er mítt hjartamál.

Men samstundis stilli eg upp til løgtingsvalið við mínum egnu sjónum. Og tað er ein fram um alt føroysk sjón.

Lat flokkspolitikk vera flokkspolitikk, men latið okkum fremst av øllum fáa ein føroyskan politikk.

24.8.11

Hví tramin fert tú nú upp í politikk . . ?


- “Hví spillir tú nú spælið og fert upp í politikk?”
- “Nú hevur tú oyðilagt alt fyri teg sjálvan!”
- “Tú hevur nógv størri ávirkan á tað heila uttan fyri Løgtingið enn tú fært í Løgtinginum!”
- “Hvør skal nú fortelja okkum hvussu tingini hanga saman í samfelagnum?”

Slíkar eru viðmerkingarnar, eg havi fingið, eftir at tað kom fram at eg royni meg á listanum hjá Tjóðveldinum. Øgiliga fá hava rópt hurrá.

21.8.11

Heimrustir og fiskikvotur

Fiskivinnuráð og reiðarar rembast og brestast um óskilið, sum komið er í tað, teir trúðu var ritað í stein um rættin til havsins ríkidømi.

Men eins og heimrustirnar á sinni vórðu lagdar undir greiðari ognarrætt, hevur tað nú leingi rikið tann vegin, at greið ognarviðurskifti máttu koma í allan hurlivasan um fiskirættindi.

Greið ognarviðurskifti eru eitt av grundevnunum, sum kapitalisma er tilevnað av, so at eingin ivi skal vera um hvør ið eigur fæið og úrtøkuna av fænum. Hvør leggur í at velta jørð, sum hann ikki er vísur í at eiga, tá heystast skal? Ongin skila kapitalistur í hvussu er.

8.8.11

Sjálvandi er heimskreppan álvarslig !

Hvat er tað, sum er so fundamentalt galið í búskapinum, at vit hava sett hesa skelkandi kreppuna á rull?

Fyrst rakar kreppan amerikanska bústaðamarknaðin í 2006/2007, síðani amerikanskar og evropeiskar fyritøkur, við tí úrsliti at risafjøldir verða sendar til hús, arbeiðsleys. Síðani rakar hon bankar kring allan vesturheimin, sum hava pengar í klemmu í rapaða húsamarknaðinum og aðrastaðni, har berur sandbotnur var undir útlitunum um vinning. Næst at rapa vóru sjálvir ríkisbúskapirnir í Íslandi og Írlandi. Síðani Portugal og Grikkalandi. Italia og Spania rilla. Og nú - í síðstu viku - skalv ríki ríkja, USA.

Vit standa spyrjandi - hvat ilt hava vit gjørt, at plágurnar soleiðis oysa oman yvir okkum?

2.8.11

Hví ikki blogga ?

Eg havi ofta havt hug at leggja greinirnar eg skrivi út onkustaðir á internetið, soleiðis at eg kann beina teimum sum spyrja eftir greinunum á eina slóð, har tær eru at finna.
Nú fann eg hendan "blogspot" mátan, sum sær meira einfaldur út at fáast við enn ein heil heimasíða. So eg royni tað.
Sum frá líður fái eg nokk lagt nakrar greinir út - men tað tekur altso sína løtu at fáa tær fluttar.
Eg eri byrjaður við klummunum, eg hevði í Dimmu fyri nøkrum árum síðan.
Og kanska man kann brúka bloggin til at leggja onkra nýggja grein út á eisini.
Men ordiliga blogging - leys skot frá pistólini - tað vænti eg ikki at eg fari at duga.
So hetta verður nokk ein reyvatungur abbabloggur. Gott er.