15.5.20

Tey ríkastu nú tvífalt so rík

Uppgerðin hjá Hagstovuni av inntøkunum vísir at misjavnin millum rík og fátøk vexur. Gjógvin breiðkast - serliga millum tey á ovastu rók og restina.

Miðal inntøkan hjá teimum 39 fólkunum við hægstu inntøkunum í 2018 var slakar 7 miljónir. Hetta var slakar 26 ferðir so nógv sum miðinntøkan (medianin).Miðinntøkan kann saktans uppfatast sum umboð fyri vanligu inntøkurnar í landinum. Vanliga føroyingin - sum tí heilt týðuliga hevur fingið minni í sín part í hesi seinastu árini.

Sjálvandi er eisini munur er á tí sum tjenar minst og tí sum tjenar allarmest millum hesi 39 ríkastu. Onkur tjenar tvísiffraðar miljónaupphæddir – ella meira. Tey ríkastu av teimum ríkastu hava helst fingið mest í sín part.

Munurin millum miðalstætt og tey ríkastu av teimum ríku er líkur honum í nógvum av heimsins londum. Og gongdin hevur eisini verið lík. Myndin omanfyri vísir fransmannin Thomas Piketty og permuna á kendu bók hansara um at stóri misjavnin er ikki íkomin av tilvild, og at skal broyting henda, má slóðast fyri henni í politikkinum.

Meðan miðinntøkan seinastu tíggju árini er vaxin 23 prosent er inntøkan hjá teimum 39 ríkastu vaxin meira enn 100 prosent. Hon er altso meira enn tvífalt so stór nú sum tá.

Meðan tey meira rúmligu mátini vísa ein spakuliga vaxandi misjavna millum rík og fátøk, vísa meira nágreiniligu tølini at ríkastu borgararnir spora alt meira fram um øll onnur. Hetta er ikki tilvild, men væl tilrættalagdur politikkur – heilt frá broytingum í skattastiganum (flatskatti), broytingum í partafelagslógum, men kanska fremst av øllum útlutingini av mestsum ókeypis rættindum í fiskivinnu og aling.

Alt hetta, og meira aftrat, sæst at lesa í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya av inntøkunum.