6.12.20

Jóannesi, vininum, til minnis

Jóannes Jacobsen (Mynd: Sosialurin)

Góðu tit, Jóna, Marjun, Hilmar, Ása og Annika. Tykkara saknur eftir pápa, mann, son og bróðir er størstur av øllum. Vit, ið kendu hann væl, sakna kæra vin okkara, Jóannes, sum alt ov tíðliga fór úr hesum heimi.

Tá vit saman stóðu við gravartromina hjá Jóannesi, baksaðist ein einsamallur ravnur uppi yvir okkum ímóti tráa útnyrðinginum. Tað var mestsum ov mikið súmbolskt. Tí tað var sum stríðsmann at fleiri sóu Jóannes. Eins og ravnin móti ættini.

Í veruleikanum var Jóannes kortini als ikki stríðsmaður. Hann var vitborin maður, sum bara vildi hava viðurskiftini í rætt lag, sum samfelagsbúskaparliga er skilabest, grundað á vísindi og greiningar. Í hesum málum var hann heldur ikki radikalur. Alt tað Jóannes sum fakmaður vísti á, er púra vanlig hevd í samfelagsbúskapi.