6.12.12

Búskaparfrøði í advent


Tvær so rámandi søgur hava vitjað meg aftur og aftur, nú tað stundar til jóla. Tvær søgur, sum minna okkum á at vit eiga at vera góð hvør við annan, hóast - men eisini júst tí - at vit liva saman í einum mangan avbjóðandi samfelag.
Onnur søgan er hon, sum Annliss Bjarkhamar sigur frá sínum virki í hjálparátakinum Í Menniskjum Góður Tokki, at fimmhundrað familjur aftur í ár leita sær ein skáða upp undir jólini. Tey venda sær til hjálparfelagsskapin, tí at tey liva undir so fátæksligum korum, at jólini verða ein tung byrða, heldur enn tann gleðishøgtíð tey eiga at vera.
Hetta er í stóran mun tey óhepnu, sum antin verða arbeiðsleys, verða rakt av sjúku ella sálarligum afturstigi, skiljast frá makanum ella koma í samlívsóføri av øðrum slag. Tað kann raka okkum øll, og knøini kunnu hoykna undan tí besta. Bara byrðan gerst nóg tung.
Og óeydnan kann vera so beisk, at vit ikki orka at reisa okkum aftur sjálvi. Men í samfelag eru vit saktans før fyri at hjálpa, og kunnu saktans syrgja fyri, at vit ikki bjóða nøkrum her á landi so ljót kor.